Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 185 - 25. september 2007 Sigla hvønn dag Arbeiðsbólkurin kemur kortini ikki einans við atfinningum á farleiðina hjá nólsoyingum. Tey ynskja eisini at vísa á, hvussu ein framtíðar Rita kann síggja út og hvussu hon best kann loysa tær uppgávur, sum fólkið hevur brúk fyri. Í blaðnum leygardagin varð eitt uppskot nevnt um eina ferju ið líktist Teistanum, ið siglir um Skopunarfjørð. Í ætlanum sínum hevur arbeiðsbólkurin gjørt sær sína hugsanir um mong viðurskifti, tá tann nýggja ferjan skal byggjast. Eitt av hesum uppskotum er, at gera eina rampu á reyvina, heldur enn land­ gongd ið lættliga ávirkast av flóð. Rúm skal gerast fyri tveimum stórum akførum, ið viðførir pláss fyri smáum akførum aðrar túrar ella farmi. Atgongd eigur at verða í salongina, uttan at skula fara um trappur. ­ Ynskiligt er sjálvandi, at eitt gott forarbeiðið verður gjørt, soleiðis at tað nýggja skipið fær siglt allar dagar í árinum, júst sum Ritan hevur gjørt tað, sigur arbeiðsbólkurin millum annað í sínum viðmerkingum til nýggja skipið. Arbeiðsbólkur fyri nýggjari Ritu Ein arbeiðsbólkur hevur í eina tíð arbeitt við at fáa til vega nýggju Ritu til Nólsoyarleiðina. Í bólkinum sita Jákup av Skarði, Vígdis Bjarnadóttir og Terji Holm. Tey hava við skrivum, savnan av 230 undirskriftum, umvegis fjølmiðl­ arnar og á annan hátt gjørt vart við truplu støðuna hjá nólsoyingum, sum ferðast til Havnar. Bólkurin hevur verið væl stuðlaður av politikkarum, sum við fyrispurningum og uppskotum hava gjørt sítt til at seta fokus á málið. FAKTA Nólsoyarleiðin Í fríggjadagsblaðnum settu vit hol á málið um framtíðina hjá Nólsoyarleiðini. Í dag halda vit fram við nøkrum av tí, sum nólsoyingar hava ynskt í hesum sam­ bandi. Í seinni bløðum koma vit inn á politiska arbeiðið í hesum máli. nøkt­ar hon ikki t­ørvin í dag. Fleiri dømir lýsa, hvussu t­rupult­ t­að mangan kann vera hjá fólki sum æt­lar sær av oynni ella t­il oynna. Hes­ um hevur arbeiðsbólkurin víst­ á mót­vegis myndugleik­ unum, við t­í í hyggju at­ fáa hesi korini broyt­t­ t­il t­að bet­ra. Tey ferðandi nýt­ast­ ikki eingang at­ vera komin umborð á skipið, fyrrenn t­ey gerast­ varug við umst­øð­ urnar hjá t­eimum ferðandi: Tey skulu umborð eft­ir eini landgongd. Er høg flóð í Nólsoy er hon meira at­ met­a sum ein st­igi, enn ein landgongd. Komin umborð, skulu ferð­ andi síðani ganga oman eina vinkult­rappu, um t­ey æt­la sær í salongina. Víst­ verður á, at­ fullfør ferðafólk, hava ikki st­ór­ vegis t­rupulleikar at­ koma umborð og niðurundir at­ set­a seg. Men er t­alan um børn, eldri, illa gongd ella brekað hava hesi t­rupulleik­ ar at­ njót­a t­úrin, hóast­ hann er st­ut­t­ur. Er fólk í rullist­óli, er eing­ in møguleiki at­ koma um­ borð við egnari hjálp. Dømi kann nevnast­ um fólk, ið eru hivað umborð við krana, og um mot­ordrivnan koyri­ st­ól, ið eisini skal hivast­ soleiðis um ferðafólkið skal t­il Havnar. Lík í lastini Het­t­a eru so nakrar av um­ st­øðunum hjá t­eimum ferð­ andi. Men Rit­an hevur ann­ að við sær enn ferðafólk um fjørðin: Farm. Allur farmur t­il og úr Nólsoy skal lossast­ ella last­­ ast­ við krana. Het­t­a hevur við sær óneyðugt­ spill, t­í t­að kemur av og á fyri, at­ vøran verður skamfílað. ­ Tað hevði sjálvsagt­ ver­ ið læt­t­ari hjá handilsfólki, um vøran varð koyrd umborð og í land eft­ir sløt­t­­ um, sigur arbeiðsbólkurin. Skal flyt­igóðs t­il Nóls­ oyar, er vónleyst­ at­ fáa bingju umborð. Orsøkin er, at­ kranin snøgt­ sagt­ ikki lyft­ir meira enn ávísa t­yngd. Óneyðugt­ baks er at­ t­øma bingjuna á keiini í Havn fyri síðani at­ handa alt­ um­ borð og í land aft­ur í Nóls­ oy. Skal bilur við, má hesin lyft­ast­ við krana. Men hend­ ir ólukkan, at­ bilurin det­t­ur, t­ekur t­ryggingin ikki við, t­í het­t­a verður roknað sum eginábyrgd. Eit­t­ t­að t­yngst­a at­ síggja er, t­á ið lík í kist­u koma í oynna. Lít­il virðing er í, at­ kist­an verður førd t­vørt­urum fjørðin í last­ini á Rit­uni, fyri síðani at­ verða lossað við krana á keikant­in í Nóls­ oy. ­ Het­t­a man vera t­ungt­ hjá t­eimum avvarðandi at­ síggja, st­aðfest­ir arbeiðs­ bólkurin. Barnavognur í sjóroki Umborð á Rituni eru umstøðurnar hjá teimum ferðandi ikki alt ov góðar. Einasta hølið, ið tøkt er teimum, ið ikki megna at koma niðurundir er sjúkrarúmið á dekkinum. ­ Men tey eru ikki sjúk, og eiga tí at sleppa í salongina saman við hinum ferðafólkunum, staðfestir arbeiðsbólkurin. Hevur ferðafólk barnavogn við sær, er vónleyst at fara niðurundir, um ein er einsamallur. Tí vognurin skal lyftast upp um høvd, fyri at fáa hann upp um gátt og oman trappurnar. Skilligt er, at tað ber ikki til at lata ein barnavogn standa á dekkinum í øllum veðri. Svevur barn í vogninum ber heldur ikki til at lata barn og vogn standa úti, meðan siglt verður um fjørðin. Gerandisdagar eru áleið 45­50 fólk, ið ferðast til og frá arbeiði. Umstøðurnar hjá hesum fólkum eru vánaligar við atliti at útlufting og gang. Salongin á Silju Star lýkur øll krøv sum verða sett til ein slíkan ferðavinnubát. Men bygdarfólkið ynskir kortini nøktandi og varandi umstøður, tá tey skulu av oynni Mynd: Jens Kr. Vang Jákup av Skarði er í arbeiðsbólkinum, sum hevur sett sær fyri at útvega nólsoyingum eina nýggja Ritu. Eitt uppskot er at gera eina rampu inni í havnarlagnum, soleiðis at fólkið sleppur undan at fara í land eftir landgongini Mynd: Jens Kr. Vang ” Lítil virðing er í, at kistan verður førd tvørturum fjørðin í lastini á Rituni, fyri síðani at verða lossað við krana á keikantin í Nólsoy” Ritan er gauv, men er kortini ikki nøktandi sum ferðamannaskip í framtíðini