týsdagur 25. september 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 tíðindi
Nr. 185 - 25. september 2007
Nólsoyingar bíða
framvegis spentir eftir
svarinum um, nær
farið verður undir at
byggja nýggju ferjuna
til Nólsoyarleiðina.
Enn ber ikki til at seta
eitt árstal á, hóast
2009 er nevnt
SamferðSla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Nólsoy: 4 mió krónur í 2008
Hetta er upphæddin sum
er sett á uppskotið til fíggj
arlóg næsta ár, til tess at út
vega nýtt skip til nólsoy
ingar.
Á fíggjarlógini í ár er játtað
1 mió kr. til kanningararbeiðið
og prosjekteringina at betra
um samferðsluviðurskiftini
hjá bæði nólsoyingum og
kalsoyingum.
Hetta arbeiðið er í
gongd, og vit ætla at leggja
niðurstøðurnar fram í des
ember, sigur Regin Vágadal,
stjóri á Strandferðsluni við
Sosialin.
Í næstum er ætlanin at
hava fund við nólsoyingar
og aðrar um ferðasambandið
um
fjørðin
nú
og
í
framtíðini.
Er semja um hetta upp
skotið, kann haldast fram
við arbeiðinum, soleiðis at
samfelda ynskið hjá bygd
arfólkinum
kann
gerast
veruleiki.
Gamal trupulleiki
Nólsoyingar hava havt ein
arbeiðsbólk sum millum
annað hevur sett sær sum
mál at útvega bygdarfólk
inum eitt hóskandi ferða
tilboð til meginøkið.
Umframt arbeiðið hjá
hesum bólkinum, sum er
umrøtt á síðunum framman
fyri, hava onnur av bygdar
fólkunum gjørt vart við seg
í fjølmiðlunum.
Í einum lesarabrævi fyri
skjótt tveimum árum síðani
vísti ein teirra á, at tað er
ikki nóg mikið at avlýsingar
sjáldan koma fyri. Krøv
eiga at verða sett einum
slíkum skipi.
Eg gangi sjálvandi út
frá, at tey sum varða av
siglingini hjá Strandferðsl
uni eru varug við trupul
leikan og hava ætlanir um
at gera nakað við tað.
Hinvegin so eru tær 200
atkvøðurnar í Nólsoy neyvan
nóg mikið til at vit enn á
sinni kunnu seta okkum
umborð á nýggju Rituna.
Men eitt nýtt skip hevði verið
besta loysnin – eitt skip við tí
dygd og til tann tørv, sum er
á farleiðini um fjørðin,
skrivaði viðkomandi.
Hann endaði sítt lesara
bræv soleiðis: Tá vit síggja
hundraðtals milliónir verða
nýttar uppá at útbyggja
samferðslunetið, er ikki
meiri enn rímiligt at nóls
oyingar eisini sleppa at ríða
á tí bylgjuni. Nýtt skip at
sigla
um
Nólsoyarfjørð
skuldi verið raðfest framm
anfyri eina og hvørja ætlan
um at bora fleiri tunlar og
ikki minst undirsjóvartunlar
her á landi!
Einasta farleiðin
Fyri sløkum tveimum árum
síðani var støðan vorðin so
vónleys hjá nólsoyingum,
at tey ynsktu av álvara at
gera vart við støðuna við
Nólsoyarleiðini.
Tey gjørdu ikki mætari
enn at ganga hús úr húsi at
savna inn undirskriftir at
vísa á tørvin fyri betri
samferðsluviðurskiftum hjá
fólkinum.
Hóast fólkatalið bert er
um tey hálvttriðja hundrað,
eydnaðist tað teimum at fáa
ikki færri enn 230 undir
skriftir frá nólsoyingum úr
og av oynni.
Hesar vórðu handaðar
innlendismálaráðharranum
Jacob Vestergaard í januar
mánaði 2006, har umboð
fyri tíðindatænastuna somu
leiðis vóru við.
Í hesi innsavningini heittu
nólsoyingar á landsstýris
manninum um at byggja
nýtt skip til farleiðina, og
sum kundi nøkta krøvini í
dag.
Hesin samferðslumøgu
leikin er einasta farleið
okkara við meginøkið. Tí
má tað vera eitt krav, at
bygdarfólkið – bæði ung og
gomul – kunnu sleppa trygt
til og frá oynni, varð sagt í
skrivinum.
Tað skiltist tá á lands
stýrismanninum at hann
væl skilti orsøkina til hetta
stigið
hjá
nólsoyingum.
Hann tóktist eisini sera pos
itivur at finna fram til eina
nøktandi loysn.
So er bert spurningurin,
um orðini gerast veruleiki.
Tað fer viðgerðin av fíggjar
lógini 2008 at vísa.
Hóskandi havn til nýtt skip
Fríggjadagin í farnu viku legði Magni Laksáfoss, fíggjarmálaráðharri fram uppskot
til eykajáttanarlóg fyri september fyri løgtingið.
Undir “samferðsla” var eisini nevnt eitt uppskot um havnarlagið í Nólsoy.
Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at havnin í Nólsoy er útbygd og
grótkøstini longd.
Tørvur er á at gera neyvari kanningar av innsiglingini til havnina fyri at tryggja, at
innsiglingin er nóg djúp til verandi ferju, og hvat skal gerast fyri, at størri skip eisini
kunnu koma inn í havnina.
Harumframt kemur, at nýtt skip verður prosjekterað til Nólsoyar í næstum, og sum
verður væl størri enn Ritan.
Mælt verður til at veita eina eykajáttan upp á 1 mió. kr. til at kanna og møguliga
dýpa innsiglingina til havnina í Nólsoy.
Nólsoyingar mugu verða tolnir
Ritan hevur mangan verið fullfermd um Nólsoyarfjørð. Her er hon á veg til Havnar eftir ovastevnuna við einum lastbili umborð
Mynd: Vilmund Jacobsen
”
Tær 200 atkvøðurnar í Nólsoy neyvan
nóg mikið til at vit enn á sinni kunnu
seta okkum umborð á nýggju Rituna
Savna inn fyri neyðhjálp
Leygardagin 6. oktober fara fólk hjá Reyða Krossi at
ganga hús úr húsi at savna inn pening til neyðhjálp ymsa
staðni kring heimin. Hjálpin fer serliga at verða send til
øki, sum eru harðast rakt av náttúruvanlukkum, sjúku og
ófriði. Reyði Krossur hevur fingið fólk at taka sær av
hesum arbeiðinum, men vanta kortini innsavnarar á
ymiskum økjum, millum annað í pørtum av Eysturoynni
og aðrastaðni. Onkustaðni taka familjur seg saman at
ganga við bússunum, meðan tað aðrastaðni eru bindi
klubbar ella postboð sum standa fyri innsavningini.
Tunnil bíligari og skjótari
Hósdagin í farnu viku fekk Bjarni Djurholm handaðan tann endaliga
byggiroknskapin fyri Norðoyatunnilin frá stjóranum, Dávid R. Hansen
og nevndarformanninum Bergi í Garði. Her verður víst á, at arbeiðið
gjørdist bæði bíligari og skjótari enn mett, og at ferðslan hevur verið
størri mett. Mett varð upprunaliga, at einir 1500 bilar í miðal fóru at koy
ra gjøgnum tunnilin um samdøgrið. Í fjør koyrdu 1544 bilar um dagin. –
Vit fegnast um, at rúm hevur eisini verið fyri at gera góðskubetringar í
ljósskipanini og at tilbúgvingarætlanin er sett í verk. Tunnilin lat upp
fyri ferðslu 29. apríl í fjør, og var hetta umleið tríggjar mánaðir fyrri enn
ætlað. Samlaða kapitalforbrúkið fram til henda dag var 378 mió krónur.