týsdagur 25. september 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 25. september 2007
27
Stutt Sagt
Eingin
Arnold
Í sambandi við aðalfundin
hjá ST í New York skipaðu
stjórnirnar í Danmark,
Póllandi, Indonesia og
Kenya fyri einum borð
haldi fyri fólki, sum hava
verið virkin í arbeiðinum
at tálma veðurlagsbroyt
ingunum. Millum tey inn
bodnu var guvernørurin í
Kalifornia, Arnold Schw
arzenegger,
og
hann
skuldi sita undir liðini á
Anders Fogh Rasmussen,
forsætisráðharra.
Men
Arnold kom ikki, og tískil
stóð stólur hansara tómur
undir borðhaldinum. Mill
um teirra, sum komu, og
sum hildu røðu við borðið,
var fyrrverandi ameri
kanski varaforsetin Al
Gore.
Eingi sam-
kynd í Iran
– Vit hava eingi samkynd
í Iran, segði iranski forset
in, Mahmoud Ahmadine
jad, tá hann helt røðu fyri
lesandi á Columbia Uni
versity í New York í gjár.
Forsetin er í USA í sam
bandi við tann árliga aðal
fundin hjá ST. Tað hevur
leingi ljóðað, at iransku
myndugleikarnir fara illa
við samkyndum, og at
minst tvey samkynd eru
tikin av døgum. Men hes
um vísti Mahmoud Ahma
dinejad aftur við at siga,
at tað eru eingir samkyndir
iranar.
Gomul
frukt
Í grøvini hjá tí kenda
egyptiska
konginum
Tutankhamon hava gransk
arar funnið átta kurvar við
ymsum fruktum. Fornfrøð
ingurin Zahi Hawan, sum
hevur staðið fyri rannsókn
unum, sigur, at talan er
um ymsar drúufruktir,
sum eru í óvanliga góðum
standi eftir at hava ligið í
kongsgrøvini í meiri enn
3.000 ár. Hawan sigur, at
fruktirnar stava úr einum
øki har suðuri í Egypta
landi. Grøvin hjá Tutankh
amon varð funnin Kong
anna Dali í 1922.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
– Heldur rektarin á Columbia University, at iranski for
setin hevur okkurt at siga teimum lesandi, so er tað í lagi
(George W. Bush)
útlond
Charlotte Pennington
ansaði børnum á
hotellinum, haðani
Madeleine McCann
hvarv, og hon var mill
um tey fyrstu, sum
fekk at vita, hvat var
hent
Tann 20 ára gamla Charlotte
Pennington hevur verið tig
andi higartil, men nú hevur
blaðið Daily Mail fingið
orð á hana um tað, sum
hendi í Portugal tann van
lukkudagin fyrst í mai.
– Tá vit komu út, sóu vit
Kate, sum rópti ”Tey hava
tikið hana, tey hava tikið
hana!” Eg stóð beint framm
an fyri hana stutt frá hurðini
á íbúð teirra. Eg stóð tætt
hjá henni. Eg veit ikki, um
hon segði nakað annað
fyrst, men eg hoyrdi hana í
hvussu er siga orðini ”Tey
hava tikið hana”, og hon
endurtók navnið á Made
leine fleiri ferðir, sigur
Charlotte Pennington við
Daily Mail.
Hon er sannførd um, at
hvørki Kate ella Gerry
McCann hava beint fyri
Madeleine, men hon hevur
eitt sindur ilt við at greiða
frá, hvussu Kate kundi vita
beinanvegin, at onkur hevði
tikið Madeleine. Júst hend
an spurningin hevur portu
gisiska løgreglan lagt stóran
dent á, skrivar Daily Mail.
Sambært blaðnum hava tey
avvarðandi hjá Kate seinni
sagt, at hon brúkti ikki orð
ini ”Tey hava tikið hana”,
men heldur ”Madeleine er
ikki her”. Sambært Char
lotte Pannington segði hon
bæði, men hon dugir ikki at
siga, hví Kate var so skjót
at siga, at onkur hevði tikið
Madeleine.
– Eg veit ikki. Kanska
hevði hon varnast tann dag
in, at onkur hevði eygleitt
Madeleine, og tí hugsaði
hon, at viðkomandi hevði
tikið hana.
Vóru hjá børnunum
Charlotte Pennington sigur,
at Kate McCann skalv og
sat púra kúrr, tá tað varð
greitt, at Madeleine var
horvin. Tað hevur hon eisini
sagt portugisisku løgregl
uni, og hon hevur eisini av
sannað tíðindini um, at
Kate og Gerry McCann
lótu genturnar vera einsa
mallar í íbúðini í seks tímar
tann dagin í mai.
– Eg hjálpti teimum at
geva børnunum døgurða
tann dagin. Tvíburðarnir
vóru har, Madeleine var
har, og foreldrini vóru har.
Ætlanin var, at tey skuldu
verða liðug klokkan hálv
gum seks, men tey prátaðu
nógv og góvu sær góðar
stundir, so klokkan bleiv
seks, áðrenn tey vóru liðug,
sigur tann 20 ára gamla
barnagentan, sum sambært
Daily Mail er eitt av høvuðs
vitnunum
á
Madeleine
málinum.
Fyri fyrstu ferð síð
ani 1978 er eingin
ísur norðan fyri
kanadisku strondina,
og tí ber til at sigla
úr Atlantshavinum
í Kyrrahavið tann
vegin
Tað var tann tíð, tá ævin
týrarar og sjófarar royndu
at vita, um tað bar til at
sigla úr Atlantshavinum í
Kyrrahavið við at fara norð
ur ímillum Grønland og
Kanada og síðani vestur við
kanadisku norðurstrondini.
Í dag nýtist ongum at
leita eftir siglingarleiðini, tí
fyri fyrstu ferð vísa fylgi
sveinamyndir, at tað ber til
at sigla tann vegin, tí eingin
ísur er við kanadisku norð
urstrondina.
Orðini ”fyri fyrstu ferð”
skulu kanska takast við fyri
varni, men hetta er í hvussu
er fyrstu ferð, at fylgisvein
arnir hava sent slíkar mynd
ir, síðani teir byrjaðu at
avmynda leiðina í 1978.
– Tey hava tikið Madeleine!
So ber til at sigla í ein útnyrðing
– Tey hava tikið Madeleine! Tey hava tikið hana! rópti Kate McCann sambært gentuni, sum
ansaði børnum á portugisiska hotellinum
Kortið hjá evropeiska fylgisveininum Envisat vísir, at farleiðin norður um Kanada er ísfrí
Mynd: ESA