Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-25, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 185 - 25. september 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Nú skylda vit so ikki NSÍ nakað Bárður Danielsen, Skála Tvær ferðir hevur B36 fingið mann riknan av vøllinum í Gundadali. Báðu ferðirnar hevur úrslitið verið stiga­ missur. Einsamalt oddalið er nú NSÍ, ið sum einasta liðið als ikki hevur fingið nakra útvísing í ár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við fýra umførum eftir at spæla er NSÍ nú einsamalt oddalið. Sjálvir greiddu teir sín setning, tá teir – í van­ ligum stíli – bíðaðu til evstu løtu, áðrenn sigursmálið varð sent í meskarnar. Hesaferð móti AB. Umframt oddastøðuna á stigatalvuni er merkisvert, at NSÍ liggur væl og virði­ liga ovast á Fair­play lista­ num. Í 23 dystum hava runa­ víkingar bert fingið 23 kort, og tað er væl eitt tekin um eitt lið, har menn eru í góð­ ari javnvág við seg sjálvar. Og har fáar kreftir verða nýttar upp á avrikið hjá dómaranum. Og so slepst ikki undan at viðmerkja, at hetta so ofta hevur eyðkent tey lið, sum Jóhan Nielsen hevur vant. Tí umframt so nógvar aðrar venjaradygdir, so er ein av vanunum hjá honum at biðja spælarar um at lata vera við at brúka seg móti dómaranum. Tí sum hann plagar at taka til: Hann hevur ongan tíð broytt eina avgerð kortini! Dýru kortini Tað kynstrið hevur B36 ikki dugað í sama mát. Reyða kortið mánakvøldið var tað triðja hjá liðnum í ár, og øll trý eru tey komin í heimadystum. Móti AB var dysturin avgjørdur, áð­ renn Kenneth Jacobsen varð sendur undir brúsuna, men bæði móti KÍ og móti Skála gjørdist talan um stigamissir, tá árstalsfelagið í heilan hálvleik noyddist at spæla undirmannað. At liðið so kortini hevur fingið stig undir hesum um­ støðum sigur tó eisini nakað um, at spælararnir hjá B36 teljast millum teir best trimm­ aðu í landinum, men eisini hjá slíkum kann mótbrekkan gerast ov tung viðhvørt. Botnurin fokin Umframt tvídystin millum tey bæði oddaliðini, so er reellur spenningur nú bert um, hvørt tað verða HB ella EB/Streymur, sum fara við bronsuni. At HB fær inter­ toto bólt kortini, er tó longu avgjørt eftir steypasigurin hjá EB/Streymi móti júst HB. Tann sigurin varð end­ urtikin sunnudagin, og tað gav aftur vón til EB/Streym um, at teir enn einaferð kunnu enda kappingarárið við metalli. Um enn hetta ikki verður heilt so fínt, sum tað varð í fjør. Í aðrar mátar varð botn­ urin at kalla staðfestur um vikuskiftið. VB/Sumba hevur ikki longur matemat­ iskan møguleika at lívbjarga sær í bestu deildini, og tí má Suðuroyggin fyribils sláa seg til tols við, at eingin Formula­bóltur verður á oynni í 2008. Júst sigurin hjá B71 legði eyka trýst á AB, men við tapinum í Runavík eru teir nú mest sum eisini kollsigl­ dir. Tað skal í øllum førum henda nógv, um teir skulu vinna níggju stig aftur seinastu fýra umførini. Líkasælan Tað kann væl geva eina støðu, har nógvir av seinastu dystunum verða merktir av líkasælu. Tí í veruleikanum eru nú bert fýra lið eftir, sum hava nakað at spæla um. Tvey teirra bresta saman í lyklauppgerð í Runavík komandi sunnu­ dag, har vespurnar móti HB skulu prógva, at gummibein ikki fara at gera um seg seinastu umførini. Hinir dystirnir eru B36­AB, KÍ­ EB/Streymur, B71­GÍ og VB/Sumba­Skála. Loysir seg at vera fittur Runavíkingar hava í ár skikkað sær framúr væl á vøllinum. Ivaleyst er hetta eisini viðvirkandi til góðu støðuna á talvuni, tí enn hevur liðið fyrsta leikbannið tilgóðar Mynd: Álvur Haraldsen Gulldysturin 30. september NSÍ­HB B36­AB 7. oktober GÍ­NSÍ B71­B36 21. oktober NSÍ­VB/Sumba EB/Streymur­B36 27. oktober B36­HB KÍ­NSÍ FAKTA