Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-25, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 185 - 25. september 2007 ] Eriksson fer ikki til Chelsea Tað fekk ensku miðlamaskinuna ígongd, tá Manchester City venjarin, Sven Goran Eriksson, varð sæddur millum áskoðararnar til dystin millum Manchester United og Chelsea. Alt fyri eitt ljóðaði mest sum fyri vist, at Eriksson skuldi gerast nýggjur venjari í Chelsea, men hesum noktar sviin púrasta blankt. – Eg havi als ikki tosað við Abramovich, og tað er einki hald í hesum. Um arbeiði í Manchester, og tá Manchester United og Chelsea spæla her, er tað væl náttúrligt hjá mær at hyggja. Gjørdi eg ikki tað, so vildi eg mest sum vanrøkt starv mítt, heldur Eriksson. Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 NSÍ 23 16 - 3 - 4 41 20 21 51 2 B36 23 14 - 7 - 2 41 15 26 49 3 HB 23 13 - 3 - 7 53 30 23 42 4 EB/S 23 13 - 3 - 7 39 27 12 42 5 GÍ 23 8 - 5 - 10 34 45 -11 29 6 KÍ 23 8 - 4 - 11 38 39 -1 28 7 Skála 23 8 - 4 - 11 24 34 -10 28 8 B71 23 7 - 5 - 11 34 42 -8 26 9 AB 23 4 - 5 - 14 28 46 -18 17 10 VB/S 23 2 - 5 - 16 23 57 -34 11 Hóast Skála sat á tí mesta, eftir at B36 heldur óneyðugt misti ein spælara, so skuldi ein verjuvilla til, áðrenn Slavisa Kaplanovic fekk tikið dýrabær stig frá vertunum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo At spæla fótbóltsdyst í fremstu deildini klokkan 19, nú september mánaður er meira enn hálvrunnin, gevur ikki bestu fortreytirnar fyri góðum fótbóltsspæli. Hetta var eisini sjónligt longu fyrstu løtuna av dyst­ inum í Gundadali. Longu við dystarbyrjan var hálvg­ um skýmligt við vøllin, og hóast stóru projektørarnir á mastrunum vórðu tendraðir, so liva hesar á ongan hátt upp til altjóða krøvini, hvat hesum viðvíkur. Og hetta sást eisini aftur í spælinum. Kanska var tað vantandi frálæra í náttar­ ferðslu, sum gjørdi um seg, men í øllum førum høvdu spælarar á báðum liðum ógvuliga trupult við at finna hvønannan. Leikferð­ in kom av tí sama sjáldan í hæddina, og beinleiðis skeivu sendingarnar vóru mest sum óteljandi. Dýrt kort Spakuliga vann B36 sær tó eina yvirvág, og í stórt korter um miðjan hálvleikin áttu teir eisini at fingið hol á. Men avgerandi neyvleikin var tó ikki við teimum, hóast teir spældu seg til fleiri góðar støður. Ikki minst, tá Sylla fleiri ferðir bant alla Skála­verjuna við sínum renningum, áðrenn bólturin varð sendur víðari. Seinasti parturin av fyrra hálvleiki gjørdist tó heldur dovin, men beint undan seinasta bríkslinum kom dramatikkur í. Mikkjal Thomassen hevði undan hesum fingið gult kort at keglast við dómaran, og tá hann so eisini kom upp at keglast við mótstøðumann, fall hamarin hart. Tað gav Skála ein fyrimun seinastu trý korterini, og tað tóktist eisini, sum ætlaðu teir at taka av hesum. Uttan at flyta fólkið ov langt fram, løgdu teir eitt støðugt trýst á B36, sum fyri tað allar mesta nú var í verjustøðu. Og ofta vóru vertirnir eisini somikið sperdir, at bólturin bara varð sparkaður burtur, tá hesin varð vunnin við tí úrsliti, at Skála alt fyri eitt aftur kundi fara undir nýtt álop. B36 royndi tó eisini at bíta frá sær, og 17 minuttir eftir steðgin komu teir á odda. Santos hevði júst havt eitt drøn av einum frísparki, sum brast í stólpan heilt uppi við tríkantin. Hesa ferð legði hann fríspark inn­ fyri úr vinstru. Nógvir mans fóru upp eftir bóltinum, men eingin teirra nart kúl­ una, sum umvegis handara stólpan legði seg til rættis í meskunum. Var trýstið stórt undan hesum, so legði Skála nú enn meira fyri. Ferð eftir ferð megnaðu teir at spæla seg út um kantarnar hjá und­ irmannaða heimaliðnum, og vandastøðurnar gjørdust heilt nógvar. Eisini til B36, sum nú fekk fleiri góðar kontramøguleikar. Trýstið tóktist tó vera hæsað av, tá útjavningin stakk seg upp úr mest sum ongum. Fróði Benjaminsen tóktist hava fult tamarhald á eini langari framlegging, tá hann brádliga framdi sítt kanska einasta mistak í dyst­ inum. Onkursvegna mest sum tamdi hann bóltin til Slavisa Kaplanovic, og so kundi hesin prika inn um Jákup Mikkelsen til 1­1. Mistu sambandið Hóast B36 í eini desperatari roynd at vinna flutti nógv fólk fram seinastu løtuna, so stóð úrslitið ikki at vika. Eitt úrslit, sum her og nú hevur við sær, at NSÍ fram­ vegis er einsamalt oddalið í Formula­deildini. Fyri Skála kundi einsa­ malla stigið kanska ikki nýtast til so nógv. Men tað prógvaði, at liðið ikki tykist rakt av teirri líkasælu, sum ofta kann eyðkenna eitt lið í miðjuni, tá kappingin nærk­ ast endanum. Og í øllum førum fingu teir rætt eina stóra hjálpandi hond tvørtur um fjørðin til kommunalu sambúgvarnar. B36-Skála 1-1 (0-0): Skýmligar FM-vónir Sylla var størsta atvoldin til høvuðbrýggj í Skála-verjuni. Her fær Pætur Dam Jacobsen gult kort fyri at taka beinini undan ivoriananum hjá B36 Mynd: Álvur Haraldsen B36-Skála 1-1 (0-0) 1-0: Alex José dos Santos, 62. 1-1: Slavisa Kaplanovic, 82. Dómari: Jens Petur Brattalíð B36: Jákup Mikkelsen – Johan V. Gunnarsson, Herbert í Lon Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Alex José dos Santos – Heini í Skorini (Bergur Midjord, 81), Klæmint Matras, Ingi Højsted (Oddmar Færø, 58.), Mikkjal Thomassen, Hanus Thorleifsson – Amed Davy Sylla Gult kort: Ingi Højsted, Mikkjal Thomassen Reytt kort: Mikkjal Thomassen (tvey gul) Skála: Predrag Markovic – Bárður Danielsen, Rúni Rasmussen, Milic Curcic, Teitur R. Joensen – Alexandur Johansen, Pætur D. Jacobsen, Levi Hanssen, Bogi Gregersen (Erland B. Danielsen, 90.), Debes Danielsen (Poul N. Poulsen, 81.) – Obele Okeke Onyebuchi (Slavisa Kaplanovic, 70.) Gult kort: Pætur Dam Jacobsen, Rúni Rasmussen, Slavisa Kaplanovic, Poul N. Poulsen, Milic Curcic FAKTA Skála B36 Trívast í Gundadali Seinnu árini hevur Skála mest sum hvørja ferð havt stig við sær úr Gundadali. Og mánakvøldið kundi Bárður B. Danielsen bara staðfesta, at teir trívast so hampuliga væl í høvuðs­ staðnum. ­ Tað vísir seg soleiðis í øllum førum. Í dag haldi eg, at dysturin fyri tað nógva gongur júst so, sum vit ætlaðu. B36 er ikki eitt lið, sum tveit­ ir nógv fólk fram í senn, og tí ráddi um hjá okkum at standa rætt. ­ Eftir steðgin broytast fortreytirnar sjálvandi, og í yvirtali skuldu vit kanska fingið meira burt­ urúr. Sæð burtur frá has­ um frísparkinum hjá San­ tos, so haldi eg ikki, at teir tá skapa nakað yvir­ høvur, so sjálvandi er tað keðiligt, at eitt slíkt mál skal fara inn. Vit megna so onkursvegna at javna kortini, og 1­1 var kanska eitt rímiligt úrslit. Og er tað eitt úrslit, sum tit eru nøgdir um? ­ Tað vildu vit so verið, um tú spurdi meg undan dystinum. Men júst nú iðra vit okkum um hatta málið hjá teimum. Men nú skylda vit so ikki NSÍ nakað, helt Bárður skemt­ andi fyri. Hava fult tamarhald Javnleikurin var sjálv­ andi ikki eitt nøktandi úrslit hjá B36. Og tað var liðskiparin, Klæmint Matras, eisini skjótur at staðfesta. ­ Tað er rætt, men vit gera tað trupult fyri okk­ um sjálvar. Vit hava fult tamarhald á dystinum, men so missa vit ein mann, og so verður tað tungt. Eg haldi tó, at vit stríðast serstakliga væl, men í seinasta enda megnaðu vit so ikki at halda fast. Og tað kostar so fyri­ bils oddasessin? ­ Ja. Vit mugu sjálvandi framhaldandi royna at gera okkara. Men nú er tað ikki nóg mikið. NSÍ skal so snáva onkra staðni á vegnum, so tað mugu vit bara vóna, at teir gera, segði Klæmint.