týsdagur 25. september 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 185 - 25. september 2007 ]
Rapa fer bert at venja
Daniel Rapa, sum var ein av mest týdningarmiklu
spælarunum hjá KÍF síðsta kappingarár, verður ikki
partur av liðnum hjá KÍF í ár. Hann hevur í staðin valt at
taka av møguleikanum at venja besta kvinnuliðið hjá VÍF,
sum hann eisini hevur vant onkuntíð fyrr. Sum skilst
verður Daniel heldur ikki partur av besta mansliðnum hjá
VÍF, og tí er líkt til, at hann í ár bert fer at taka sær av
uppgávum sum venjari. Hansara uppgáva má eisini
metast at vera rættiliga spennandi í ár, nú VÍF-kvinnurnar
aftur eru í bestu deildini eftir nøkur ár í
Tomma aftur í málinum
Ein av bestu kvinnuligu málmonnunum í landinum er úr
Vestmanna. Talan er um Tommu Petersen, sum í fleiri ár
hevur vart málið hjá VÍF-kvinnunum – eisini tá tær vóru í
bestu deildini seinast. Men tá ið VÍF endaði ovast í næst-
bestu deildini í fjør, var tað ikki við Tommu í málinum.
Sterki málmaðurin hevur nevniliga verið í Danmark síðsta
árið, men nú er Tomma aftur í Føroyum. Hon skal eisini
verja málið hjá besta kvinnuliðnum í Vestmanna, og hetta
má metast at vera ein stórur styrkur undan komandi
kappingarári.
Fleiri av eldru
leikarunum hjá
bestu kvinnunum
í Vestmanna eru
givnar síðstu árini,
og tí vera tað fleiri
av ungu leikarunum
í felagnum, sum
skulu taka yvir, nú
VÍF aftur er at finna
í bestu deildini. Lið
skiparin, Nikolina
Eyðbjørnsdóttir,
sigur, at liðið tó als
ikki ætlar sær at
liggja í niðurflytingar
bólkinum
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Eitt nýtt lið er at finna í Sun-
set-kappingini hjá kvinnum
í mun til síðsta kappingarár.
Talan er um kvinurnar í
Vestmanna, sum nú aftur
eru at finna í bestu deildini.
Seinastu árini hava tær
livað eina tilvera í næstbestu
deildini, men góðu úrslitini
síðsta kappingarár syrgdu
fyri, at tær nú aftur eru at
finna í bestu deildini.
VÍF er eitt av teimum
kvinnuliðunum í landinum,
sum hevur roynt at vunnið
meistaraheitið nakrar ferðir
áður. Í gjøgnum tíðirnar er
tað blivið til fimm meistara-
heiti, og tey bæði seinasta
blivu vunnin so seint sum í
2001 og 2002. Síðani tá
hava úrslitini tó ikki verið
av teimum bestu, men fleiri
av leikarunum, sum í dag
teljast í millum royndu leik-
ararnar á liðnum hjá VÍF,
vóru eisini við í 2002, tá
seinasta
meistaraheitið
bleiv vunnið.
Tað verður neyvan nakað
meistaraheitið í ár hjá ungu
kvinnunum í Vestmanna,
men tað er als ikki óhugs-
andi, at VÍF kann fara at
leypa hvøkk á okkurt av
teimum sokallaðu stóru fel-
øgunum. Sosialurin hevur
tikið eitt prát við liðskiparan
hjá VÍF, Nikolinu Eyðbjørns-
dóttir, nú tað bert er ein
knøpp vika til kappingin
byrjar.
Eru væl fyri
Sjálvt um VÍF er nýggja
liðið í bestu kvinnudeildini
í hondbólti her á landi, so
metir liðskiparin, Nikolinu
Eyðbjørnsdóttir, at liðið er
rættiliga væl fyri til kapp-
ingarárið, sum liggur fyri
framman.
- Ja, eg haldi, at vit eru
rættiliga væl fyri. Vit hava
vant bæði nógv og hart, síð-
ani vit byrjaðu fyrr í summ-
ar, og eg haldi eisini, at hóp-
urin hjá okkum er rættiliga
breiður, sigur Nikolinu.
Annars tykist VÍF at hava
á leið sama lið, sum megn-
aði at flyta upp síðsta kapp-
ingarár. Tað eru tó onkrar
smávegis broytingar, og ser-
liga á málmanspostinum
hevur VÍF fingið góðan
styrk til hetta kappingarárið.
Tomma
Petersen,
sum
hevur verið búsitandi í Dan-
mark, er nú komin heim
aftur, og hon fer tí at verja
málið hjá teimum gulu úr
Vestmanna komandi árið.
Tað er tó enn ivi um onkr-
an leikara, sigur Nikolina.
- Tað er sjálvandi gott at
hava fingið Tommu heim, tí
hon er ein av heilt sterku
málmonnunum í landinum.
Eg haldi annars, at hópurin
verður á leið tann sami sum
í fjør, men enn er tó ikki
greitt, um Sóleyð Mikkelsen
fer at spæla í ár, sigur Niko-
lina Eyðbjørnsdóttir.
Ætla ikki at liggja
í botninum
Hóast onkrir av leikarunum
í VÍF hava spælt á hægsta
stigi í fleiri ár, so er talan tó
um eitt rættiliga nýtt lið,
har allar størsti parturin av
leikarunum ongantíð hevur
roynt seg í bestu deildini.
Hetta tykist tó ikki nerva
vónirnar hjá liðskiparanum
tað stóra.
- Eg fari ikki at geva
nakað beinleiðis boð um,
hvar vit fara at enda í ár,
men vit ætla okkum í øllum
førum ikki at liggja í niður-
flytingarbólkinum, tá grund-
spælið er av. Vit hava verið
fyri einum ættarliðsskifti,
og tí kann tað sjálvandi til
tíðir gerast trupult hjá
okkum, men eg haldi heilt
víst, at hetta verður eitt sera
gott lið um fá ár, sigur lið-
skiparin hjá VÍF.
Hon sigur seg annars
vænta,
at
Stjørnan
og
Neistin vera tey bæði liðini,
sum vera harðast at steðga.
- Vit kunnu fyrst og
fremst vænta at koma at
kappast við StÍF, Kyndil og
kanska VB, meðan tað helst
vera Stjørnan og Neistin,
sum fara at kappast í oddin-
um. Vit fara tó inn á vøllin
fyri at vinna hvønn dyst –
eisini dystirnar ímóti Stjørn-
uni og Neistanum – og so
fáa vit at síggja, hvussu
langt tað fer at røkka hjá
okkum, staðfestir Nikolina.
Ein góður blandingur
Nikolina var slett ikki í iva,
tá vit spurdu hana, hvør
styrkin var hjá VÍF-liðnum.
- Eg haldi, at vit hava ein
góðan blanding á liðnum
ímillum yngri leikarar og
meir rutineraðar leikarar,
og hetta er ein stór styrki.
Harafturat hava vit ein
breiðan hóp, og viljin hjá
okkum hevur altíð verið
góður, so hesin skal nokk
hjálpa okkum væl á veg.
Hon legði tó afturat, at
ein av veikleikunum kundi
vera, at fleiri av leikarunum
ikki
høvdu
so
nógva
rutinu.
- Vit hava nógvar ungar
leikarar á liðnum, og tað
kann sjálvandi gerast trup-
ult hjá hesum í trýstum støð-
um. Rutinan er heldur ikki
tann størsta, men vit ætla í
øllum førum at arbeiða art
fyri at fáa eitt gott úrslit,
sigur Nikolina Eyðbjørs-
dóttir at enda.
Tað er sjálvandi ilt at
meta um, hvussu fer at gang-
ast hjá nýggja liðnum í
bestu kvinnudeildini, men
við leikarum sum Ioanu
Rapa, Nikolinu Eyðbjørns-
dóttir, Fríðu Marjunardóttir
og Tommu Petersen á liðn-
um hevur liðið undir øllum
umstøðum fleiri leikarar,
sum kunnu taka ábyrgd, tá
liðið hevur brúk fyri tí.
Vit fara tó inn á vøllin fyri at vinna hvønn dyst – eisini dystirnar ímóti Stjørnuni og Neistanum
Nýtt ættarlið skal standa royndina