týsdagur 25. september 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 185 - 25. september 2007 ]
Jóhan skal
standa á
odda
Jóhan Danielsen
er nýggjur
venjari hjá besta
kvinnuliðnum hjá
StÍF, og hann sigur
seg vera ógvuliga
spentan til nýggju
uppgávuna sum
venjari
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Seinastu árini hevur tað
verið Jústinus Justinus
sen, sum hevur staðið á
odda fyri besta kvinnu
liðnum hjá StÍF, men
nú tá hann hevur takkað
fyri seg, er tað ein
nýggjur maður, sum
skal standa við róðri.
Talan er um Jóhan Dan
ielsen, sum helst man
vera mest kendur fyri
at hava vart málið hjá
bæði StÍF og Kyndli.
Nýggi venjarin sigur
seg vera ógvuliga spent
an til uppgávuna sum
venjari.
Ja, hetta verður
ógvuliga spennandi. Eg
føldi meg nokk so ferd
igan sum spælara, og tí
haldi eg tað vera sera
spennandi at fara undir
eina slíka uppgávu.
Jóhan ætlar eisini at
gera sítt til fyri at styrk
ja um liðið hjá stranda
kvinnum.
Eg ætli mær at roy
na at útvikla liðið so
væl, eg klári. Hetta er
eitt spennandi lið við
nógvum góðum, ungum
leikarum, og eg fari at
gera mítt besta fyri at
fáa sum mest burtur úr
liðnum, staðfestir nýggi
venjarin at enda.
Jústinus takkar fyri seg
Ein av eldsálunum í hondbóltsfelagnum StÍF, Jústinus
Justinussen, hevur seinastu árini staðið á odda fyri besta
kvinnuliðnum hjá felagnum. Jústinus hevur alla tíðina lagt seg
eftir at spæla ungu leikararnar hjá felagnum inn á besta liðið,
og hetta hevur eydnast sera væl hjá StÍF, sum at kalla bert
hevur verið mannað av leikarum úr felagnum. Nú hevur
Jústinus tó valt at takka fyri seg hjá besta kvinnuliðnum, og tí
verður hann ikki venjari komandi kappingarár. Í staðin verður
tað Jóhan Danielsen, sum í nógv ár stóð í málinum hjá bæði
StÍf og Kyndli, sum fer at venja kvinnurnar hjá StÍF.
Eingin Adela
Eitt av sterkastu vápnunum hjá besta kvinnuliðnum hjá StÍF
seinasta árini hevur verið rumenski málmaðurin, Adela
Burcea. Hon hevur í fleiri dystum staðið fram úr væl hjá StÍF,
men komandi kappingarár verður eingin Adela í málinum.
Adela er farin at spæla við Tjaldrið, og í staðin fyri hana
hevur StÍF fingið tveir ungar málmenn úr Danmark. Talan er
um Eline Larsen og Line Pluzek, sum sostatt skulu kappast
um plássið í málinum.
Stórt sæð somu
spælarar vera við hjá
strandakvinnunum í
ár í mun til í fjør, har
einasta broytingin
tykist vera í málinum.
Ársins spælari síðsta
kappingarár, Ninna
K. Johansen, sigur,
at skjóta spælið er
styrkin hjá liðnum
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Seinastu nógvu árini hava
kvinnurnar hjá StÍF verið
partur av bestu kvinnu
deildini. Hesi árini hava tær
ongantíð ligið heilt uppi í
oddinum, men um vit sam
meta StÍF við hini liðini, so
hava tær heldur ikki havt
nakran útlending á liðnum
síðstu árini, um vit síggja
burtur frá sterka málmanni
num Adelu Burcea.
Í staðin fyri at satsa stórt
upp á útlendskar leikarar
hevur StÍF heldur valt at
geva
egnum
leikarum
møguleikan, og hetta hevur
riggað heilt væl. Umframt
Adelu var liðið seinasta
kappingarár nevniliga bert
mannað av ungum leikarum,
sum
eru
uppvaksnir
í
felagnum.
Fleiri av hesum blaðungu
leikarum megnaðu eisini at
útmerka seg ímillum sterkar
útlendskar leikarar í landi
num síðsta kappingarár,
meðan liðið eisini fekk
fleiri góð og óvæntað úrslit
ígjøgnum árið. Leggjast
kann afturat, at bert 18 ára
gamla Ninna. K. Johansen
hjá StÍF gjørdist ársins
leikari í Sunsetkappingini
síðsta kappingarár.
Sosialurin hevur tikið eitt
prát við júst Ninnu um
kappingarárið, sum liggur
fyri framman.
Fótbólturin
hevur ávirkað
fyrireikingarnar
Ninna K. Johansen sigur, at
liðið er klárt at byrja Sun
setkappingina leygardagin,
men hon leggur tó afturat,
at fótbólturin hevur forstýra
eitt sindur í uppstartinum.
Vit hava havt eitt sindur
av trupulleikum, tí at fót
bólturin hevur forstýra okk
ara uppstart í hondbólti
num. Vit hava fleiri spæl
arar, sum eisini spæla
fótbólt, og tí hava vit ikki
verið so nógvar og vant.
Men nú fótbólturin er liðug
ur, er tað blivið nógv betri,
og eg haldi, at vit eru klárar
at fara undir kappingina.
Ninna fortelur víðari, at
ætlanin hjá StÍF fyrst og
fremst er at arbeiða hart við
liðnum og at hava tað stutt
ligt á vøllinum.
Vit seta okkum ikki
nakað beinleiðis mál undan
kappingarbyrjan, men taka
tað, sum tað kemur. Vit ætla
at hugna okkum og hava
tað stuttligt á vøllinum, og
so mugu vit bara royna at
arbeiða hart við liðnum og
royna at gera tað so gott,
sum til ber, staðfestir Ninna
K. Johansen.
Skjóta spælið
er styrkin
Sjálvt um fótbólturin hevur
ávirkað
fyrireikingarnar
nakað, so er hópurin hjá
StÍF tó at kalla tann sami,
sum síðsta kappingarár.
Onkrar broytingar eru tó,
sigur Ninna.
Ja, vit hava mist Adelu í
málinum. Hon er farin til
Tjaldur at spæla hondbólt,
men vit hava fingið tveir
málmenn úr Danmark í stað
in. Tær eru báðar ungar og
passa væl inn í hópin, og
tær skulu so eisini kappast
um plássið í málinum.
Ninna heldur eisini, at
um StÍF skal fáa góð úrslit
komandi kappingarár, so
mugu tær fáa skjóta spælið
at rigga.
Skjóta spælið er styrkin
hjá okkum, og hetta mugu
vit fáa at rigga. Vit hava
fleiri skjótar spælarar á lið
num, men vit mugu tó eisini
hava yvirblikkið í ordan, tá
vit spæla skjótt, so vit ikki
gera ov nógvar feilir, heldur
Ninna.
Stjørnan og Neistin
vera sterkar
Tá vit at enda spurdu
Ninnu, hvørji lið hon metti
at vera tey sterkastu, var
hon greið á málinum.
Bæði Stjørnan og Neist
in tykjast vera rættiliga
sterkartil komandi kapp
ingarár, og tað vera helst
eisini hesi bæði, sum fara at
kappast í oddinum. VB
hevur eisini verið væl við
síðstu árini, men eg trúgvi
ikki, at VB verður eins væl
fyri í ár. Vónandi fara vit
eisini at liggja í oddinum,
men eg vænti, at tað vera
Stjørnan og Neistin, sum
kappast um gull og silvur,
og so mugu hini liðini
berjast um restina, sigur
Ninna K. Johansen at enda.
Hvussu verður og ikki
hjá strandakvinnum ber enn
bert til at gita um, men
eingin ivi er um, at StÍF hev
ur gjørt eitt sera gott arbeiða
við ungu spælarunum hjá
felagnum.
Fleiri
teljast
ímillum
bestu
føroysku
spælarar yvirhøvur, og um
spælararnir fáa teirra egna
spæl at koyra, so er ikki
óhugsandi, at StÍF kann fáa
fleiri góð úrslit ígjøgnum
árið.
Skjóta spælið er styrkin
- Skjóta spælið er styrkin hjá okkum, og hetta mugu vit fáa at rigga. Vit hava fleiri skjótar
spælarar á liðnum, men vit mugu tó eisini hava yvirblikkið í ordan, tá vit spæla skjótt, so vit ikki
gera ov nógvar feilir, heldur Ninna K. Johansen.
Mynd: Álvur Haraldsen