Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 186 - 26. september 2007 Leygardagin var eitt serstakt skeið fyri deknar hildið í Vesturkirkjuni í Havn. Endamálið var at læra hesi rættan upplestur. - Orðini hava størsta týdningin. Í teimum liggur magi'in í boðskapinum, varð sagt KirKjutænarar Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vesturkirkjan: - Hygg. Les líka hetta pettið einaferð aftrat um kærleikan, og hav so eitt gott smíl uppá. Hetta er jú gleðiboðskapurin! Ein av undirvísarunum, Kristina S. Hansen lurtar við áhuga eftir tí eina luttak- aranum, sum er í ferð við at lesa upp eitt petti úr Bíbli- uni. Frammanundan hava luttakararnir fingið ein tekst handaðan, sum tey skuldu lesa upp frammanfyri hinum. Í hesum føri var tað 13. kapittulin í 1. Korint- brævinum, tann sonevndi Kærleikskapittulin. - Hetta er ein ringur tekst- ur at lesa upp, tí her eru so nógvar myndir í. Tí er sera týdningarmikið at hesar myndirnar koma týðiliga fram, greiðir Kristina frá fyri skeiðluttakarunum. Skeiðið var skipað við undirvísing avspenning, andadrátti og við upphiting av røddini. Seinnapartin var upplestur í bæði av bund- num og óbundnum teksti, og endaði við at tey sluppu at lesa upp fyri hvørjum øðrum. Kærleikin er sterkur Luttakararnir eru helst van- ir við at standa á eini kórs- gátt, har tey lesa annaðhvørt inngangsbøn, bíbliutekstir ella eina skrivaða prædiku úr eini lestrarbók. Nú ið áhoyrarnir vóru bæði færri og vóru komnir higar í somu ørindum, var ikki lætt at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind: At lesa upp bæði sannfør- andi, týðiliga, spakuliga og greitt, hava eygnasamband við áhoyrararnar, og haraftr- at soleiðis, at áhoyrararnir ella kirkjufólkið skilja boð- skapin í tekstinum. Undir kønari leiðslu av Kristinu og systrunum Riu og Súsannu Tórgarð fingu luttakarnir nøkur amboð at brúka í tænastu teirra sum deknar í føroysku kirkju- num. - Nú las tú upp, at kær- leikin er langmóðigur, góð- viljaður, øvundar ikki og blæsur seg ikki upp. Men, her er jú talan um sera sterk- ar myndir sum Paulus brúk- ar í brævinum. - Tí er tað sera umráðandi, at tú líkasum letur hesar myndirnar hanga í luftini eitt sindur og ikki skunda tær víðari. Tá skilja fólk bet- ur, hvussu stórur hesin kær- leikin er, greiðir Kristina frá. Luttakarin lurtar væl eftir ráðunum, og roynir enn einaferð at lesa upp henda sigandi tekstin úr Nýggja Testamenti. Ikki missa boðskapin á gólvið Tað er ikki so lætt, tá hini øll sita og fylgja væl við. Tað er heitt í rúminum, tá øll sita soleiðis og konsen- trera seg 100%. "Men nú verða tey veran- di, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin", lesur hon upp eftir besta førimu- ni. - Steðga eitt lítið sindur, brýtur Kristina hana av eina- ferð aftrat. - Ansa eftir, at tú ikki fell- ur í tónalagnum í endanum av setninginum "men størst- ur av teimum er kærleikin". Um ein ger tað, so er tað eins og vit missa sjálvan boðskapin niður á gólvið. - Tað er jú kærleikIN, ið alt snýr seg um. Hann hevur jú ongan enda, og tí mugu vit eisini fáa tað sagt við tey sum lurta! Luttakarin roynir enn einaferð. Nú er líkt til, at hon fær samantvinna boð- skapin í tekstinum saman við øllum tí, sum tey hava lært fyrri um dagin. Luttakarnir sita og sam- gleðast við henni um úrslit- ið. Øll fáa tey nakað burtur- úr skeiðnum. Takk Takk til alle som møtte opp på min 80 årsdag. Hjertelig takk til mine to kjempeflotte svigerdøtre m/fam. for den store overrakselsesfesten, som ble holdt i Frelsesarméen. Takk til alle som holdt taler. Takk til M.C. Restorff for sangen han hadde diktet til meg. Takk for blomster og gaver, telegram og oppringninger. Ruth Kjeld Magi'in liggur í orðunum Spennandi samstarv um upp­ lestur Skeiðið í upplestri er ein liður í einum spennandi samstarvi millum tveir so ymiskar partar sum Felagið fyri Kirkjuráðs- limir og Tjóðpall Før- oya. Her var í øllum lagt upp til at gera deknar og prestar tilvitaðar um, hvat tað vil siga at bera fram eina prædiku ella lestur, ella við at lesa tekstir úr Bíbliuni. At standa fyri skeið- num vóru undirvísarar í serflokki, og sum øll høvdu drúgvar royndir í bæði upplestri og tí at standa á palli til ein leik. Hesi trý vóru Kristina S. Hansen, og systrarnar Ria og Súsanna Tór- garð. Dagurin var skipaður í ávís evni, har byrjað varð við ymiskum venj- ingum fyri røddina, áðrenn luttakarnir sjálvir sluppu at lesa upp tekstir fyri hvørjum øðrum. Tað skiltist á teimum, at hetta hevði verið ein góður dagur. Tey, ið enn ikki hava verið á skeið- num, fáa ein nýggjan møguleika leygardagin í næstu viku, tá tað verður tikið uppaftur. Eitt er at standa á kirkjugátt og lesa upp, og eitt annað frammanfyri øðrum, tá ein er á skeið. Deknar fingu leygardagin fleiri hent amboð at arbeiða víðari við í tænastu teirra í kirkjunum Mynd: Snorri Brend Deknar kring landið lurta við áhuga og taka ímóti tí, sum undirvísararnir - í miðjuni ein teirra, Súsanna Tórgarð - høvdu at bera fram Mynd: Snorri Brend ” Tað er jú kærleikinIN, ið alt snýr seg um. Hann hevur jú ongan enda, og tí mugu vit eisini fáa tað sagt við tey sum lurta Færri sjúkrasystrar geva hægri løn Í Noregi er slíkur eftirspurningur eftir sjúkrasystrum, at lønirnar fara at hækka rættiliga nógv í framtíðini. Fyri at nøkta tørvin mugu sjúkrahús og kommunur nevniliga hækka lønir teirra, um tað skal eydnast at lokka útbúgvið heilsustarvsfólk til sjúkrahúsini. Víst verður á, at byrjunarlønin hjá norskum sjúkrasystrum er 281.500 kr., meðan ein lektari í skúlaverkinum fær 50.000 kr. meiri um árið. Støðan í Noregi er ikki góð, tí eini 70 % av kommununum eru undirmannaðar av sjúkrasystrum. Hetta gevur meiri arbeiði til ta einstøku sjúkrasytrina, og tað eru ikki allar sum fara at orka tað í framíðini. Føroyskur samkomu­ leiðari vitjar Vikuskiftið 12. til 14. oktober verða vikuskiftisfundir í Kelduni í Skálafirði har føroyski samkomuleiðarin í Danmark, Bergur Skovgaard fer at tala. Bergur hevur virkað nógv innan samkomur í Føroyum, og hevur síðani hann flutti til Danmarkar verið millum annað samkomuleiðari í Svendborg og í Århus. Umframt møtini í samkomuni fer hann eisini at hava eitt serstakt tiltak fyri vinnulívsfólk. Hetta verður leygardagin 13. oktober kl. 17.