Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 186 - 26. september 2007 Føroyingar hava tikið sera væl ímóti íløguspælinum hjá Kaupthing og Sosialinum. Longu fyrsta dagin hava 2100 luttakarar teknað seg til spælið, har av á leið helvtin longu hevur handlað Spæl Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Íløgustjórin í Kaupthing Føroyar, Jan Otto S. Holm, er sera vælnøgdur við íløgu­ spælið, sum Kaupthing og Sosialurin skipa fyri á www.ilogur.com. Spælið fór í luftina í gjára­ morgunin klokkan 08.15, og longu áðrenn klokkan 16 høvdu yvir 2100 luttak­ arar teknað seg til spælið, har luttakarin kann keypa og selja partabrøv. Á leið helvtin av luttakarunum høvdu longu tá keypt parta­ brøv. ­ Vit eru ótrúliga vælnøgd við tann stóra áhugan, sum vit síggja her longu fyrsta dagin. Ein luttakari hevði longu vunnið 3,4 prosent, sum svarar til 34.000 krónur í vinningi fyri ein íløgu upp á eina million krónur. Tað má sigast at vera gott, sigur Jan Otto S. Holm. Hann vísir á, at til ber at tekna seg heilt fram til 5. oktober. Spælið er ókeypis, og sjálvt um tað ikki er tal­ an um verulig keyp og sølu av partabrøvum, so fer hes­ in handil fram undir nátúr­ ligum rammum og við veru­ ligun kursi. Sostatt sleppa spælararnir at merkja viðurskiftini á partabrævamarknaðunum í veruleikakendum umhvørvi uttan at átaka sær nakran peningaligan váða. Ókeypis royndirnar, sum kunnu fáast við at vera við í spælinum, kunnu tí gerast virðismiklar og síðani nýtast í veruliga lívinum, heldur Kaupthing. Nýggj skipan Umframt at keypa og selja her og nú ber til at kurs­ tryggja handilin. Um ein luttakari tildømis heldur kursin á Atlantic Petroleum á 1412 vera ov høgan, og kanska ikki vil keypa oman fyri 1390, so ber til at leggja hendan kursin inn og fáa boð, tá ella um kursurin kemur har niður. Sama er, um ein ikki vil selja fyri 1412, men kanska fyri 1430, so kann ein fáa boð, tá ella um kursurin kemur har upp og so selja tá. Tá íløguspælið hjá Kaup­ thing og Sosialinum fór í gongd fyrstu ferð, var brek á skipanini, og tí varð spælið steðgað, áðrenn tað kom í gongd. Hesin trupulleikin er nú loystur, tí Kaupthing hevur keypt eina skipan frá enska felagnum BullBearings, sum hevur ment spælið serligt til Kaup­ thing Bank. Hendan skipan­ in er roynd um allan knøttin. Millum annað hava stórfyri­ tøkurnar Barclays Bank, Yahoo og avstralski virðis­ brævamarknaðurin brúkt skipanina hjá BullBearings. Nógv er at vinna við at luttaka í íløguspælinum. Tann spælarin ið hevur stað­ ið seg best, tá íløguspælið endar 11. januar 2008, vinnur 50.000 krónur. Nummar tvey fær 25.000 krónur og nummar trý fær 10.000. Vinnararnir verða kunngjørdir í Miðlahúsinum 14. januar 2008. Umframt hesar vinningar vera eisini aðrir vinningar latnir. 2100 hava teknað seg til íløguspæl Íløguspælið hja Kaupthing og Sosialinum er í tryggum hondum. Tað er enska felagið BullBearings, sum hevur ment telduskipanina, ið millum annað stórfyritøkurnar Barclays Bank, Yahoo og avstralski virðisbrævamarknaðurin nýta til teirra spøl Grind í Grønlandi Veiðimenninir í Upernavik í Grønlandi vildu ikki trúgva sínum oyrum, tá teir í gjár fingu at vita, at ein grind var á veg suður við landinum. Fleiri bátar løgdu frá landi alt fyri eitt. Menn ætlaðu at skjóta hvalirnar, men tað vísti seg ikki at rigga, og tí bleiv avgjørt at reka grindina inn í fjøruna. Tað gekk væl. Umleið 100 hval løgdu beinini, og grindin bleiv býtt til fólkið í Upernavik og bygdunum har um vegir. Hundarnir fingu eisini part, sigur KNR. Amariel Norðoy í Galerie Focus Fríggjadagin kl 16 letur ein framsýning við verkum hjá Amariel Norðoy upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Framsýningin verður opin til 12. oktober, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18. Heiti á framsýningini er: Útróðrarbørn (lívsins sálmar). Tað, at vaksa upp í Klaksvík, millum bátar, skip og trolarar, fólk í øllum aldursbólkum, har fiskivinnan var grundarlagið, og man sum barn upplivdi, at tað var lívsgrundarlagið, bæði útróðurin og langfara fiskarí. Amariel sigur, at tá ið hann vaks upp, snúði stórur partur av tilveruni seg heima hjá teimum um deksbátin, “Norðan”, og at báturin gjørdist tekin um samanhald. At tú so at siga gróði saman við bátin. Hetta roynir Amariel at lýsa í sínum málningum á ein dramatiskan og lýriskan hátt. Vit hava frætt frá Kára við Stein, sum fylgir við hvussu tað gongst skipum við føroyskari manning í Grønlandi. Hann greiðir frá dag fyri dag 3. september Í dag er stilli. Lómur kom inn at landa í morgun. Teir hava 115 tons inni, men teir sleppa nokk ikki avstað aftur fyrr enn mikudagin. Orsøkin er, at tað er ikki nóg mikið av kørum til teirra. Teir kundu farið til Illu­ lisat eftir kørum. Hetta tekur tó einar 10 tímar í sigling og einar fimm tímar at taka kørini umborð, og síðan suður aftur í dýpið at royna. Tað tekur ov langa tíð at sigla aftur og fram. Teir bíða heldur til mikumorgun, tá skuldu teir kunnað fingið teirra egnu kør við aftur. Qaat­ siaaq er inni í Manitsoq og landar í dag. 4. september Í dag eru 0 stig. Ísur er á mínum bilrúti í morgun, og Kellingahett­ en var kavaprýdd. Hetta merkir, at nú er heystið byrjað. Ocean Tiger kom inn at landa í morgun. Teir hava um 400 tons inni henda túrin. Steffen C er inni í Manitsoq og landar í dag. 5. september Akamalik kom inn í morgun at landa, skipari er Linjohn Cristiansen úr Skálavík. 6. september Í dag er dýrdarveður. Lómur loysti í morgun til nýggjan túr. Teir eru settir at landa í Illulisat í næstu viku. Akamalik loysti á døgurða til nýggjan túr. Sum eg skilti, so ætlaði Linjohn at fara norður í myrkrið á 72 stigum at royna. Í fjør var Steffen C har uppi um hesa tíðina og rokaðist. 10. september Í dag er stilli. Polar Amaroq kom inn at landa í morgun. Teir hava fulla last inni. Manu er inni í Manitsoq og landar svartkalva. 11. september Polar Natarnaq kom inn at landa sekkjarækjur. Teir hava fulla last inni. 12. september Í dag kom Markus inn at millumlanda. Skipið var fult. Teir løgdu 400 tons upp og loystu aftur um kl 21. Teir skulla inn til Nuuk at landa og skifta fólk 25. september. 13. september Í morgun er Qujukoaq, ein kandiskur svartkalvabátur, sum roynir við gørnum komin at landa. Teir hava um 130 tons inni. Eg hugdi eina løtu eftir lossingini. Tað var yvirhøvur smátt, sum kom upp úr lastini. Tað mesta var merkt 1­2 kg, og onkur hendinga eskja var merkt 2­3 kg og onkur einstøk 3­5 kilo. Qujukoaq er fyrrverandi Micel Therry úr Tyborøn, sum bleiv seld til Íslands. Har var navnið Gissur Hvíti. Síðan er skipið selt til Kanada. Appak, fyrrverandi Eldfisk úr Noreg, nú Kanada, kom eisini inn at landa. Teir hava um 270 tons inni av svartkalva. Har var merkingin betri enn hjá hinum bátinum. Tað mesta var 2­3 kilo og 3­5 kilo, ja okkurt var størri eisini. Rækjutrolarin Atlantic Enterprice úr Kanada kom inn eftir pakningi. Teir høvdu 370 tons inni. Fiskaríið var minkað á canadiskum øki, meðan teir grønlendsku bátarnir oysa niður av rækjum inni á grønlendskum øki. Skipari henda túrin var tofta­ maðurin William Hansen, og fabriksjefur var Martin Andrea­ sen úr Havn. Atlantic Enterprice líkist akkurát Ocean Tiger, men er bæði longri og breiðari. Sum eg skilji, lastar hann knapt 700 tons av rækjum. 15. september Lómur landar í Illulisat í dag. Teir hava gott 100 tons inni eftir góðum trimum samdøgrum. 17. september Regina C er inni í Manitsoq og landar, og Nanoq Trawl kom inn higar at landa. Teir hava knapt 200 tons inni. Teir hava haft trupulleikar í maskinuni, sum hevur órógvað fiskaríið hjá teim­ um. Men nú skuldi tað fungera aftur. Teir fingu deilin í dag. Søgur siga, at teir flestu rækjutrolararnir eru heilt norð­ uri á 72 stig, og fiskaríið hevur verið óført hjá teimun. Ocean Tiger kemur inn at landa í morgin. Sum eg skilji, so er við at vera fult hjá teimum. Teir koma inn ein dag, áðrenn teir skulla landa. Til enda vil eg ynskja Lin­ john Cristiansen hjartaliga tillukku vid 50 ára degnum tann 30 september og góða veitslu. Tað sama ynskir Sosi­ alurin. Tað hevði verið stuttlig at verið við og hoyrt onkra góða søgu. Tíðindi úr Grønlandi: Framvegis rokveiða eftir rækjum Stóri canadiski rækjurtrolarin Atlantic Enperprice har toftamaðurin William Hansen er skipari