mikudagur 26. september 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 186 - 26. september 2007
Tað er reint ferðslu
kaos um morgnarnar,
tá foreldur koma við
børnunum í Hoyvíkar
skúla. Fleiri foreldur
eru so ótrygg, at tey
ivast í, um tey skulu
tora at lata børnini
fara í skúla yvirhøvur
FERÐSLUTRYGD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fríggjadagin hendi tað so.
Ein genta á veg í Hoyvíkar
skúla varð árend av einum
bili.
Tíbetur
hendi
eingin
álvarsligur skaði, men sam
bært Ninnu Dahl, mammu
at árendu gentuni, so eru
tey fleiri foreldur, sum bara
bíða eftir, at vanlukkan skal
henda.
Tað er eitt satt ferðslu
kaos uppi við skúlan í Hoy
vík um morgnarnar. Børn
og bilar hvørt um annað.
Einki parkeringspláss, har
bilarnir kunnu steðga, so
foreldrini trygt kunnu seta
børnini av, sigur Ninna
Dahl.
Hon vísir á, at tað plagdi
at vera ein gøta framvið
Hoyvíkshøllini, har børnini
trygg kundu ganga, men í
løtuni er kommunan við at
gera parkeringspláss í økin
um, og tí er gøtan burtur.
Tað er ikki bara eg, og
tað er ikki tí, at tað júst var
mín dóttir, sum varð árend
fríggjadagin. Tað eru so
ógvuliga nógv foreldur,
sum eru ótrygg við støðuna.
Fleiri ivast í, um tey skulu
lata børn síni fara í skúla
yvirhøvur,
soleiðis
sum
støðan er, sigur Ninna
Dahl.
Tað er ein rættiliga stór
ferðsla eftir Vegnum Langa,
bæði vanlig ferðsla, foreld
ur, sum koyra síni børn í
skúla og eisini arbeiðsferðsla
við tungum og stórum bil
um. Og hetta er framvið ein
um skúla, har 500 børn
ganga, umframt eini 150 í
frítíðarskúla, verður víst á.
Gøtan burtur
Nógva ferðslan og vánaligu
steðgi og parkeringsviður
skiftini gera, at leiðin í
skúla verður ótrygg hjá
børnunum. Og hetta er ikki
bert galdandi fyri tey, sum
koma í bili í skúla.
Fyrr var ein gøta fram
við ítróttarhøllini, sum børn
ini, ið komu við bussinum,
kundu nýta. Men orsakað
av arbeiðinum við at gera
parkeringspláss, er hendan
gøtan nú burtur og tað ger,
at øll børnini nú mugu
ganga millum bilarnar fyri
at koma í skúla, sigur Ninna
Dahl.
Hesi óskipaðu viðurskift
ini gera altso, at foreldur
langt frá eru trygg við at
senda børn síni í skúla. Tey
ræðast stutt sagt fyri, at van
lukkan skal henda ein dag.
Orsakað av arbeiðinum at
gera parkeringspláss, er gøtan
burtur, sum gekk framvið
ítróttarhøllini, og tí mugu
børnini ganga ímillum
bilarnar, tá tey skulu í skúla
uppi í Hoyvík
Mynd: Álvur Haraldsen
Bíða eftir vanlukkuni
39 feløg í Fútarættin
Tá Skráseting Føroya í gjárkvøldið gjørdi upp, hvussu
nógvir partafelagsroknskapir vórðu innkomnir, restaðu
framvegis 39 partafeløg, sum ikki hava sent inn
roknskapin. Hesi feløg eru í dag borin niðan í
Fútarættin við kravi um avtøku. Tá tey komu til
arbeiðis í gjár á Skráseting Føroya restaðu 250
roknskapir – so tey høvdu ein rokaligan dag á
Skrásetingini í gjár – og kl 22 vóru tey liðug at
gjøgnum ganga allar.
52 nýggj fólk í Eik
Seinasta árið eru 52 nýggj fólk sett í starv í Eik – av
teimum eru 11 nýggir bankanæmingar, sum byrjaðu í
læru í Eik fyrr í hesum mánaðinum. 1. september byrjaðu
hesi í bankalæru í Eik: Aftast f.v.: Kári Olsen, Tórshavn,
Jóhann á Stongum, Sørvágur, Ann Tordis Hellisdal,
Kollafjørður, Magnus Skoralíð, Saltangará, Randi Ward
um, Tórshavn, og Símin Louis Jacobsen, Fuglafjørður.
Fremt f.v.: Carl Herup Olsen, Tórshavn, Ysmhael Thor
geirsson, Sandur, Hansina Sigurðsson, Klaksvík, Beinir
Midjord, Tórshavn og Kristian Kristiansen, Norðskáli
Tað er sjálvandi harmiligt,
um ferðsluviðurskiftini
gera foreldur ótrygg, men
tað er júst fyri at betra
um hesi, at arbeiði fer
fram í løtuni, sigur Heðin
Mortensen
FERÐSLUTRYGD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í sambandi við ferðslukaosið við
Hoyvíkar skúla, sum er nevnt í
greinini omanfyri, hevur Sosial
urin vent sær til borgarstjóran í
Havnar Kommunu fyri at fáa
eina viðmerking.
Heðin Mortensen sigur, at tað
sjálvandi altíð er harmiligt, um
folk ikki kenna seg trygg við eini
hvørji viðurskifti, men hann vísir
í hesum førinum á, at ógvuliga
nógv virksemi hevur verið í
økinum í longri tíð.
Har er jú bæði skúli,
ítróttarhøll og frítíðarskúli bygt
seinastu árini, og stóra og økta
virksemið
krevur
nøktandi
atkomuviðurskifti. Talan er um
eina verkætlan nú, sum er í fýra
stigum, so sum víst á tekningini.
Stig eitt og tvey eru fyri so vítt
liðug, og stórur dentur verður í
løtuni lagdur á stig trý, sum júst
er ætlað at gera atkomuviðurskift
ini so góð sum tilber, sigur Heðin
Mortensen.
Borgarstjórin sigur, at hóast
partur av arbeiðinum er settur av
á fíggjarlógini fyri komandi ár,
so verður doyðurin lagdur á at
gera í hvussu er stig trý liðugt
skjótast tilber.
Tá hesin parturin er liðugur,
kann koyrast inn til skúlan eftir
einvegis gjøgnumkoyring, børn
ini kunnu setast av, og so verður
koyrt út sunnanvert.
Tá verður talan um skipað og
trygg viðurskifti, so foreldur uttan
ampa kunnu seta síni børn av, sig
ur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Hetta er ætlanin, sum komm
unan arbeiðir eftir, og tá stig trý
er liðugt, fara foreldur uttan
ampa at kunna koyra síni børn í
skúla.
Vil betra um ferðsluna
➔
Soleiðis sær ætlanin hjá kommununi út við Hoyvíkar skúla