mikudagur 26. september 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 186 - 26. september 2007
Meldaður undir
rasismu
Løgreglustjórin í Tromsø, Truls Fyhn, er skuldsettur
fyri rasismu. Ein kvinna hevur skuldsett løgreglu
stjóran fyri brot á lógina um rasismu, tí hann hevur
brúkt orðini ”nekari” um svørt fólk. Sjálv er kvinnan
gift einum svørtum manni úr Kenya. Hon heldur tað
vera púra burturvið, at ein løgreglustjóri skal brúka
tað niðurlátandi orðið. Truls Fyhn heldur haraftur
ímóti, at hann er ósekur, tí orðið ”nekari” er vanligt í
norskum talimáli, sigur hann.
Ávarar politikararnar
Fyrrverandi danski tjóðbankastjórin Erik Hoffmeyer
heldur lítið um, at teir politisku flokkarnir í Danmark
eru farnir at bjóða veljarunum nógvar og stórar batar
á vælferðarøkinum. Hoffmeyer, sum var stjóri í
danska tjóðbankanum frá 1965 til 1994, heldur, at
yvirbjóðingarpolitikkurin er vandamikil, og at sum av
tí, sum politikararnir ætla, letur seg ikki gera og fer at
elva til afturstig og verri kappingarføri, verður tað
kortini gjørt.
Politikkur
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Samráðingarnar um fíggjar
lógaruppskotið vóru sera
harðar uppundir semjuna,
sum landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum, Magni Laksá
foss, legði fram fríggjadagin.
Idyllurin í samgonguni um
semjuna vardi ikki leingi. Í
Degi & Viku sama kvøld
fanst Anfinn Kallsberg,
sum er formaður í fíggjar
nevndini
og
framvegis
sterki maðurin í Fólkaflokk
inum, sjálvt Jørgen Niclasen
nú er formaður, at uppskot
inum. Tað sama gjørdi hann
í Sosialinum mánadagin.
Tað er í góðum tíðum,
at møguleiki er fyri veruliga
at tálma á fíggjarlógini. Og
tað høvdu vit ein søguligan
møguleika til, men vit nýttu
hann ikki. Talan er um ein
vøkstur upp á fíggjarlógini
frá 2007 til 2008 upp á 250
milliónir krónur, og hetta er
minst 100 milliónir ov
nógv, segði Anfinn Kalsberg
við Sosialin mánadagin.
Viðmerkingarnar hjá fígg
jarnevndarformanninum og
fyrrverandi formaninum í
Fólkaflokkinum hava fingið
øði í landsstýrismannin í
fíggjarmálum,
Magna
Laksáfoss.
Hann kallar Anfinn Kalls
berg fyri bæði óseriøsan og
vandamiklan fyri tað polit
iska arbeiðið, sum fer
fram.
Eg kenni lótirnar hjá
Anfinni Kallsberg og Fólka
flokkinum, sum spæla eitt
skuggaspæl, ið gongur út
uppá at koma við eini smink
aðari fíggjarlóg fyri síðani
at lata sokallaðu sparingar
nar útaftur í eini eykafíggj
arlóg. Hetta er hent fleiri
ferðir og er bæði órseriøst
og vandamikið, sigur Magni
Lakasáfoss.
Landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum vísir á, at tað
fullkomiliga ómøguligt at
spara tað stóra í almenna
rakstrinum, sum Anfinn
Kallsberg eftirlýsir. Tíans
heldur tær 100 milliónirnar,
sum fíggjarnevndarformað
urin nevnir.
Hetta gerst ikki, uttan
vit steingja almennar stovn
ar ella siga eina rúgvu av
fólki upp. Er tað hetta, sum
Anfinn
Kallsberg
ætlar
sær? At stongja sjúkrahús,
skúlar ella niðurleggja al
mennar stovnar? Eg ivist,
sigur Magni Laksáfoss.
Hann vísir á, at einasta
gongda leið, um búskapurin
skal tálmast í nevniverdugan
mun, er at skerja íløgur,
økja um inntøkurmar ella
gera bæði, og tað er júst
hetta, ið verður gjørt, sigur
landsstýrismaðurin.
Hann
avvísir
sostatt
blankt, at talan ikki skal
vera um eitt tálmandi fíggj
arlógaruppskot, sum aðrir
tingmenn hava verið inni á.
Til dømis Høgni Hoydal, ið
kallar komandi fíggjarlóg
fyri størsta útreiðsluvøkstur
í søguni.
Tað passar ikki. Talan er
um ein tálming, tí metingin
sigur, at búskaparvøksturin
fer úr umleið sjey prosentum
niður í umleið fimm pro
sent, sigur Magni Laksá
foss.
Eitt sminkað lík
Samrøðan við landsstýris
mannin
í
fíggjarmálum
byggir á ein kronikk í
Sosialinum í dag, har Magni
Laksáfoss kallar reaktiónir
nar frá gomlu politikarunum
fyri spinn og politiskan
glantrileik.
Hóast gomlu politikar
arnir royna at mála øvugtu
myndina, so er tað ein sann
roynd, at fíggjarlógarupp
skotið fyri 2008 sum heild
er tálmandi í mun til ovur
hitaða búskapin og í mun til
metingarnar um vøksturin
komandi ár. Størsti vandin,
nú fíggjarlógararbeiðið er
liðugt, er viðgerðin í fíggj
arnevndini.
Áður
hevur
fíggjarnevndarformaðurin
(Anfinn Kallsberg, blm.)
verið kreativur og lækkað
lógarbundnar
útreiðslur.
Vælvitandi um, at somu
útreiðslur koma aftur sum
eykajáttanir, skrivar Magni
Laksáfoss.
Víðari skrivar landsstýris
maðurin um politiska ar
beiðsháttin
hjá
Anfinni
Kallsberg:
»Tað, sum serliga boðar
frá ringum, er, at formaðurin
í fíggjarnevndini ætlar at
fara ígjøgnum fíggjarlógar
uppskotið
”kontu
fyri
kontu”, sum hann málber
seg. Lat okkum vóna, at tað
ikki fer at hepnast honum
at fremja sonevndar ”spar
ingar”, ið seinni koma inn
aftur í almenna kassan sum
eykajáttanir.
Tað
hevur
hann gjørt áður, og tað gev
ur eina reingjandi mynd av
fíggjarlógini. Eg fari tó at
gita, at Anfinn Kallsberg
fer at gera tað, sum á van
ligum
máli
nevnist
at
”sminka” fíggjarlógina. Tað
er at lækka lógarbundar
útreiðslur væl vitandi um,
at somu útreiðslur koma aft
ur sum eykajáttanir. Eitt
dømi frá í fjør er, at fíggjar
nevndarformaðurin mink
aða kontuna “vanlig for
sorg” við fimm mió. kr.
uttan at gera nakra lógar
broyting, sum kundi greiða
frá niðurskurðinum. Seinni
vaks kontan aftur við eini
eykajáttan oman fyri fimm
mió. kr. Á leið sama manna
gongd varð brúkt til kontur
nar “stuðul til fyriskipanir
til heimleys”, “barnavernd”
og “barnaískoyti”. Bara
omanfyri nevndu dømir
merktu eina “sparing” á
uml. 13 mió. kr. á fíggjar
lógini. Tá henda kreativa
mannagongd verður fylgd,
er lætt at “sminka” eina
fíggjarlóg til eitt penari
úrslit. Og tá er eisini lætt at
standa sum tann raski, ið
dugur at spara. Hetta verður
spennandi at síggja, tá fíggj
arlógaruppskotið
kemur
aftur
úr
nevndini
hjá
Anfinn«, skrivar Magni
Laksáfoss í kronikkinum í
blaðnum í dag, sum kann
lesast í fullari longd á síðu
17.
- Tá útreiðsluvøksturin er fimm prosent og væntaði búskaparvøksturin sjey prosent, er talan um eina tálmandi fíggjarlóg, sigur
Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Savnsmynd
Laksáfoss:
Kallsberg
hóttir
búskapin
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur
tað vera nógv fyri at hoyra formannin í
fíggjarnevndini og fyrrverandi formann
í Fólkaflokkinum finnast at fíggjarlógar
uppskotinum, eftir at tað er lagt fram. Magni
Laksáfoss sigur, at Anfinn Kallsberg ikki er
komin við einum einasta ítøkiligum uppskoti
um at spara, sjálvt um hann hevur luttikið á
nógvum samráðingarfundum. Ístaðin spælir
Kallsberg eitt skuggaspæl, sum gongur út upp
á at koma við eini sminkaðari fíggjarlóg fyri
síðani at lata alt útaftur í eini eykajáttan. Hetta
er bæði órseriøst og beinleiðis vandamikið,
sigur Lakasáfoss