Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 186 - 26. september 2007 - Neyðugt er at útvega sær eitt amboð, ið verður rópt Hot-Tap. Tað eru ikki nógv amboð til av hesum slagnum í heiminum, men tað hevur eydnast okkum at fáa fatur á einum, um tað fellir okkum í lut at taka oljuna upp. Hetta er ein stór hydraulisk borimaskina. Hol verður borað inn í skipssíðuna, og síðan verður oljan pumpað upp í prám, sum eisini er útgjørdur við krana, sigur royndur kavari, ið hevur kavað fyri offshore-vinnuna í 15 ár Umhvørvi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í blaðnum í vikuni høvdu vit lítlan stubba um kin­ verska farmaskipið Fu Shan Hai, sum sakk út fyri Born­ holm fyri stívliga fýra árum síðan. Skipið, sum liggur á 69 metra dýpi, lekur framvegis olju. Í greinastubbanum, sum vit funnu í útlendskum bløð­ um, stóð lítið ítøkiligt um hesa hending. Kenna málið Í morgun ringdi ein kelda hjá blaðnum, sum er millum teirra, ið liggja fram við at geva tilboð upp á upptøkuna av oljuni í Olshanu, ið ligg­ ur við havsins botn á Tanga­ firði. ­ Okkara fyritøka hevur samstarvað við kavarar, ið fingust við at taka oljuna upp úr Fu Shan Hai, og tí kenna vit rættiliga væl hetta málið. Tá keldan hevur áhugamál í møguligari upptøku av oljuni í Olshanu, vil hon í fyrstu syfti verða ónevnd. Tað var tann 31. mai 2003, at 225 metur langa og 33 metur breiða kin­ verska skipið stoytti saman við bingjuskipið Gdynia. Skipið fekk stóran leka í bakborðssíðu og sakk nak­ rar tímar seinni á 69 metra dýpi. Hetta er soleiðis størsta skipsvrak í Norðurevropu. Hendingin fór fram stutt norður úr Hammer Odde á Bornholm. 178 kavingar Fu Shan Hai hevði eina stóra last av handilstøðum og eina stóra last av tungolju á longu leiðini til Kina. Tá skipið sakk, gjørdist trýstið í dýpinum so stórt, at oljutangar, sum lógu undir apteringini í skips­ síðuni kleimdust, og nógv olja fór út í skipið og síðan í havið. Ein stór dálkingarvan­ lukka var í eygsjón á hesum leiðum. Avgjørt varð tí sum skjót­ ast at fáa oljuna, sum eftir var í skipinum, upp. Á heimasíðuni safeair.dk lesa vit, at upptøkan hevði við sær 178 kavingar og 450 tímar í sjónum. Djúp­ asta kavingin var 69 metrar og tók 3 tímar og 15 min­ uttir. Olshana-málið Keldan, sum vit hava tosað við, hevur kavað í offshore­ vinnuni í 15 ár, og nú Olshana sigldi á Flesjarnar og endaði við havsins botn, hevur felagið hjá honum saman við øðrum ligið fram við at geva tilboð upp á upptøkuna av oljuni, sum er í skipinum. Hann sigur, at upptøkan í kinverska skipinum slett ikki kann samanberast við upptøkuna úr Olshanu. ­ Kinverska skipið hevði so nógva tungolju. Hinvegin er tann stóri parturin av oljuni, sum er í Olshanu, gassolja, sum er nógv lættari at arbeiða við. Í slíkum føri, sum hesum, tá eitt slíkt átak skal reisast á føtur, er neyðugt við sam­ starvi um fólk og útgerð. ­ Vit samstarva soleiðis við eitt hálendskt felag um prám, sum hevur krana og tangar til oljuna, sum kemur úr skipinum, og vit hava eisini samstarv við somu kavarar, ið kavaðu, tá oljan varð tikin upp úr Fu Shan Hai. Eingin forðing Keldan sigur, at tað er eingin sum helst tekniskt forðing fyri at taka oljuna upp úr Olshanu, og hann sigur seg ikki skilja, at myndugleikarnir ikki lata við seg koma, nú heystið er komið, og tað stundar móti vetri. ­ Tað er ógjørligt at meta um føroyska veðurlagið upp á longri sikt hesa tíðina av árinum, og tí er tað veðrið, sum er váðin hjá teimum, sum skulu gera hetta arbeiði – og ikki tann tekniski parturin av upp­ gávuni. Hann sigur, at tá ein slík uppgáva skal fremjast, sum tað er at taka oljuna upp úr Olshanu, er neyðugt at útvega sær eitt amboð, ið verður rópt Hot­Tap System. ­ Tað eru ikki so nógv amboð til av hesum slagnum í heiminum, men tað hevur eydnast okkum at fáa fatur á einum slíkum, ið er tøkt, um tað fellir okkum í lut at taka oljuna upp. Keldan sigur, at eitt Hot Tap System er ein serlig hydraulisk borimaskina, sum helst vigar millum hálvt annað og tvey tons. Trygg upptøka ­ Hol verður borað inn í skipssíðuna, har tangar eru, og síðan verður oljan pump­ að upp í prámin, sum eisini er útgjørdur við krana at lyfta borimaskinuna. Prám­ urin hevur tangar og rúmar allari oljuni í Olshanu. Hann sigur, at í flestu førum slepst inn gjøgnum skipssíðuna eftir oljuni, og øðrum førum kann verða neyðugt at fara umborð á skipið og seta hol á aðrastaðni í skipinum. ­ Hetta er ein sera tryggur háttur til upptøku av olju. Í mesta lagi fer ein litur í havið fyri hvørt holið, ið borað verður inn í tangarnar. Tá tangin er tómur, verður rør og proppur sett í hvørt holið sær. Keldan sigur seg hava skilt, at tað eru fleiri, sum liggja fram við at geva tilboð upp á upptøku av oljuni úr Olshanu, bæði her í Føroyum og uttanlands. ­ Men vit frætta einki, og einki røkist fyri, at myndug­ leikarnir síggja tað skila­ góða í at fáa oljuna upp nú – heldur enn at útseta »pínuna« til seinni. Eingin teknisk forðing at taka olju upp úr Olshanu Arbeiðsmegi til Grønlands Tað er ikki bara í Føroyum, at tað stendur á hjá fiska­ virkjunum og øðrum vinnuvirkjum at fáa arbeiðsfólk. Í Grønlandi er støðan tann sama, og tað hevur millum annað havt við sær, at rækjuvirkið hjá Royal Greenland í Ilulissat hevur bara arbeitt við hálvari megi í summar, og at svart­ kalvavirkið hevur bara brúkt 80 prosent av framleiðslu­ orkuni. Royal Greenland sigur, at felagnum tørvar 50 fólk, og at tað kann koma upp á tal at innflyta arbeiðsmegi. Útgávukonsert hjá Guðrið Í samband við at fløgan hjá Guðrið Hansdóttir »Love is Dead« er komin út, fer Guðrið á pall við bólki sínum í Sjónleikarhúsinum í Havn leygarkvøldið 29. sept. kl. 20.00. Heiðrik á Heygum hitar upp við nýggjum tilfari frá komandi fløgu síni. Guðrið hevur verið at síggja á teimum mongu festivalunum í summar, og eisini hevur hon luttikið í nógvum tónleikatiltøkum so sum Prix, AME og GBOB. Harafturat hevur hon longu tvær ferðir verið í uppskoti sum besta songkvinnu í Føroyum á Planet Awards. Á nýggju fløgu síni vísir Guðrið av álvara, hvat hon megnar. Hon prógvar, at hon uttan iva er ein av okkara dugnaligastu songkvinnum. Føroyskt felag hevur samstarv við kavarar, sum tóku oljuna upp úr kinverska skipinum, Fu Shan Hai, ið sakk út fyri Bornholm fyri stívliga fýra árum síðan. Hetta er størsta skipsvrak í Norðurevropu