Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 186 - 26. september 2007 11 tíðindi Føroysk líkasæla Keldur vísir á, at kring um heimin liggja alla tíðina eini 30-50 skipsvrak við havsins botn og hótta umhvørvi. Tí er eftirspurn- ingur eftir hesi »bori- maskinu« til upptøku av olju, og tí er hon heldur ikki so løtt at fáa hendur á – júst, tá tú hevur brúk fyri henni. - Eg skilji ikki føroysku líkasæluna við oljuni í Olshanu, tí kostnaðurin av at fáa hana upp er peanuts í mun til tað, sum ein komandi oljudálking kann koma at kosta okkum í mistum inntøkum. Herfryri hoyrdu vit formannin í Føroya Havbúnaðarfelag, sum segði, at alarar longu høvdu mist nógvan pening orsakað av oljuni – ikki tí, at fiskur var deyður, men tí, at fiskurin ikki kundi seljast, tí oljusmakkur var komin í fiskakjøtið. Hann vísir eisini á, at tos- að verður um eitt útflutn- ingsvirði í alivinnuni, sum táttar í eina miljard krónur um árið. - Tí dugi eg slett ikki at síggja, hvat tað er, sum heldur myndugleikunum aftur í at skipa so fyri, at oljan verður tikin upp úr Olshanu og ikki liggur sum ein umhvørvisbumba inn í framtíðina. Einki hendur Keldan sigur, at felagið, sum hann umboðar, beinan- vegin setti seg í samband við myndugleikarnar á økin- um, og soleiðis hevur fyri- reikað seg til at geva eitt tilboð upp á upptøkuna. - Men enn røkist einki fyri, at henda uppgávan verður boðin út, so myndug- leikarnir kunnu síggja, hvørjar upphæddir talan í veruleikanum er um. Spurdur, um felagið hjá honum saman við øðrum kundi gjørt hetta arbeiði fyri 10-15 miljónir krónur, sum hevur verið frammi, sigur hann, at talið helst liggur nærri teimum 10 miljónunum heldur enn teimum 15. - Tekniskt er sum nevnt eingin trupulleiki. Trupul- leikin er veðrið, tí tú skalt hava amboð higar til lands, sum kosta pening hvønn dag, eitt nú prám við krana, stóru borimaskinuna og kavarar. Búgva ikki her! Keldan sigur, at hóast neyð- ugt er hjá einum og hvørjum felag í slíkum føri at leggja nakað upp fyri møguligum seinkingum orsakað av veðurlagnum, kann hetta arbeiði avgjørt gerast fyri ein rímiligan prís. - Upp á longri sikt tænir ein upptøka av oljuni føroyska samfelagnum og skúgvar samstundis tann ótta til viks, sum lúrir og hóttir í framtíðini, bæði aling og umhvørvið um hesar leiðir, sigur hann. At enda heldur keldan, at teir serfrøðingar, sum hava mett um støðuna og siga, at vandin er lítil og eingin, avgjørt ikki búgva í Føroy- um, sum hann tekur til. Røkja London-rutu fyri SAS Nógv umrøddu Dash-flogførini hjá SAS sleppa enn ikki á flog. Millum feløgini, sum hjálpa at røkja ruturnar, er Atlantic-Airways, sum fýra ferðir skal flúgva til London. Við fýra fráferðum fyri SAS hesa vikuna er Atlantic Airways tað felagið, sum røkir næstflestu ruturnar í kreppustøðuni hjá SAS. Á www.takeoff.nu verður sagt, at Cimber Air er tað felag, sum oftast flýgur fyri SAS. Cimber hevur 13 fráferðir á styttru rutunum fyri SAS. Næst flestu fráferðirnar hevur Atlantic, sum fýra ferðir flýgur til London. Enn er ikki greitt, nær Dash-flogførini aftur sleppa á flog, men sagt verður, at verandi støðan í øllum førum stendur við hesa vikuna. Vágs kommuna nýggja heimasíðu Nýggja heimasíðan er ætlað at stytta fjarstøðuna ímillum kommununa og borgaran. Nýggja heimasíðan skal kunna borgararnar um, hvat hendir á býráðsborðinum, og tí verða fundirnir hjá býráðnum eisini lagdir út á síðuna, sigur Vágs kommuna. Herumframt fara tíðindastubbar um ymiskt, sum hendir í kommununi, at liggja á forsíðuni. Tað er blivið alsamt meira vanligt, at ein kann avgreiða síni ørindi yvir alnótina og tí er eisini ein sjálvavgreiðsla gjørd til eitt nú umsóknarbløð, umframt tað, at nógv annað tilfarð er gjørt teldutøkt fyri tey, sum vitja heimasíðuna. Tað er lýsingarfyritøkan Sansir, sum hevur sniðgivið heimasíðnuna, sum er at finna á www.vagur.fo Seinnapartin í gjár vóru vit ein túr fram við vestaru bryggju í Havn, har manningin umborð á Magnusi Heinasyni gjørdi klárt til nýggjan túr RoyndiR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Skipið hjá Fiskirannsóknar- stovuni, Magnus Heinason, hevur júst verið úti og kann- að kongafisk, og í vikuni verður aftur lagt út á hav at merkja tosk. Seinnapartin í gjár sták- aðust menn á dekkinum við at gera skipið klárt til nýggj- an túr. Á brúnni stákaðist skip- arin, Dánjal Jacob Lydersen, sum er ættaður úr Skálavík, við síni ting. Vit spurdu, um teir, sum vóru á dekkinum, vildu stilla seg upp til myndatøku, og tað var eingin trupul- eiki. Magnus Heinason ger ymiskar kanningar fyri Fiskirannsóknarstovuna gjøgnum alt árið. Leggja út á hav Fallið av kantinum og niður í túnið er einar tveir metrar, og hetta var nóg mikið til, at ein genta, sum datt út av og niður í trappuholið, fekk sjónlig mein í høvdið náttaRlív Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leygarnáttina klokkan 04.10 fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at tvey fólk vóru dottin niður í trappu- holið á horninum Tinghús- vegur/ Sverrisgøta. Vakthavandi sigur, at tá tey frættu um tilburðin, sendu tey boð eftir sjúkra- bili, sum kom á staðið og flutti ungu fólkini á skaða- stovuna. - Sum vit skiltu, var gentan uttan vit eina løtu, men tá sjúkrabilurin kom á staðið, hevði hon fingið vitið aftur. Vakthavandi sigur, at gentan hevði fingið sjónlig mein í høvdið, meðan drong- urin ongan skaða hevði fingið. - Annar teirra sat á kant- inum, tá hin boygdi seg nið- ur yvir til eitt klemm ella okkurt líknandi. Lágur jarn- garður er omanyvir betong- kantinum, og bæði endaðu tískil niðri í túninum hinu- megin. Vakthavandi sigur, at fall- ið av kantinum og niður í túnið er umleið tveir met- rar. - Gentan hevði fingið sjónlig mein í høvdið, men vit hava ikki frætt, hvussu hetta tørnaði út hjá henni, sigur vakthavandi. Teir, sum eru á dekkinum, eru f.v: Jákup Veihe, Porkeri, Júst Andrias Joensen, Hvannasund, Súni Drangá, Skopun, Andrias Johansen, Tórshavn og Heðin Hammer, Fámjin Mynd: Vilmund Jacobsen Eitt óeydnu klemm Tvey ungfólk fullu niður í hetta trappuholið leygarnáttina Mynd: Vilmund Jacobsen - Tað er eingin sum helst tekniskt forðing fyri at taka oljuna upp úr Olshanu, og eg skilji ikki, at myndugleikarnir ikki lata við seg koma, nú heystið er komið, og tað stundar móti vetri, sigur maður, ið hevur kavað í offshore-vinnuni í 15 ár Mynd: Jens Kr. Vang