Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 186 - 26. september 2007 Sosialurin Einaræði fyri falli? SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Myamar ella tað, sum einaferð æt Burma, er vorðið eitt av heimsins verstu einaræðislondum. Gamla enska hjálandið var fólkaræði í nøkur ár, men so fyri umleið seytjan árum síðan tók hervaldið ræðið í landinum. Hetta hendi eftir eitt demokratiskt val til lóggávutingið, har vinnarin var Aung San Suu Ky. Henda kvinna er dóttir eina av mætastu frælsishetjum Myanmars og hevur mikla karisma og stór politisk leiðaraevni. Hon hevur hartil fingið Friðarheiðursløn Nobels og stendur høgt í metum úti sum heima. Aung San Suu Ky hevur sitið í húsavarðhaldi í fleiri ár, men hevur kortini hóast hesar ótolandi umstøður megnað at varðveita støðuna sum sjálvt symbolið uppá friðarliga mótstøðu móti tí eirindaleysu juntu, sum stýrir landinum við harðari hond. Einki einaræði av slíkum slag kann valda uttan hernaðarliga og fíggjarliga hjálp uttaneftir. So er eisini við tí harkaliði, sum ræður í Myanmar. Hesi bølmenni fáa hjálp úr Kina og úr India. At Kina heldur hondini yvir juntuni í Myanmar er kanska ikki so løgið, tí Kina er einki fólkaræði, og Kina hevur sera stór uttanríkispolitisk áhugamál í hesum grannalandi. Verri er at skilja, at India virkar sum høvuðsstuðul hjá einaræðisharrunum. India er heimsins størsta fólkaræði og átti at sæð ein áhuga í at stuðla teimum demokratisku kreftunum í Myanmar. Men so er ikki – her viga handilspolitisk áhugamál tyngri enn fólkaræðið. Tað eru buddistiskir munkar, sum ganga á odda í demokratiska stríðnum í Myanmar. Hetta er tann stóri munurin á dagsins uppreistri og so teimum uppreistrum, sum áður hava verið í landinum. Buddisman er meginátrúnaður, og munkar hava sera stóra virðing millum manna. Tískil kann hetta fara at gera munin, soleiðis at hetta harðrenda og karráa einaræði møguliga stendur fyri falli – kanski ikki í hesum umfari, men so næstu ella triðju ferð. Meðan hetta demokratiska stríð harðnar í gøtunum í Myanmar, sita vesturlensku fólakræðini sum vant hendur í favn og líta óvirkin at, hvussu leikur fer. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Løgtingsformaðurin hevur tikið stig at mæla til at skipa Føroyar sum eitt val­ dømi. Hóast lógkønir vísa á, at tað ikki er uppgávan hjá løgtingsformanninum at taka sovorðin politisk stig, so heldur hesin fast við uppskot sítt. Hvørji eru so motiv hansara? Kanska í stríð við hansara starv sum formaður tingsins? Høvuðsstovnurin undir viðmæli av hesum uppskoti kemur úr Suðustreym. Hví millum hesi? Kvinnufylking mælir til føroyar sum eitt valdømi til frama fyri kvinnur í politikki. Hví? Føroya Arbeiðarafelag við formanni tess mælir til fíggjarligt fyrilit viðvíkj­ andi sandoyartunnli. Hví? Tosað verður um, at við einum valdømi, so fáa vit ”landspolitikkarar”. Men hvar eru teir? Oftað verða politikkarar í smærru val­ dømunum lagdir undir at fremja einans lokalpolitikk, men tá viðgerðir fara fram í løgtinginum, so er ilt at kenna mun á lokalu áhuga­ málunum hjá tingmonnum í størru og smærru val­ dømunum. Í so máta er ikki munur á monnum. Men er tað ikki uppgáva teirra? Tá løgtingsformaðurin tekur sovorðin stig, man tað so vera tí, at hann ætlar ikki at stilla upp aftur til komandi val, fyri at fáa ”landspolitikkarar” á ting, ella man hann vænta sær at fáa eyka atkvøður runt landið, fyri at tryggja sær tann politiska sessin? Hvussu langt røkkur ”ideal­ isman”? Hvat væntar kvinnusam­ skipanin sær av einum val­ dømi? Munnu tær vænta, at kvinnur í Sandoy fara at atkvøða fyri ”skilakvinn­ uni” Annitu á Fríðriks­ mørk, ið stríðist fyri, at Sandoyggin ongan undir­ sjóartunnil fær? Vit hoyra dagliga í fjøl­ miðlunum, at stórur trupul­ leiki er í skúlunum, tí børn verða happað. Ofta er her talan um friðarlig børn úr ikki múgvandi heimum, ið vísa serligt lítillætni. Vit í Sandoynni eru ein partur av landinum. Vit eru við til at byggja samlaða landið upp, og tí vilja vit ikki finna okkum í, at týdningurin av neyðugum íløgum til samferðslu­ kervið til meginøkið polit­ iskt verða skúgvaðar til viks av óbeinleiðis løgtings­ formanninum, kvinnu­ fylking ella formanninum fyri arbeiðarar í Sand­ oynni! Er kanska talan um, at politikkarar úr størru val­ dømunum ynskja at fremja eina ávísa happing móti teimum smærru? Í tann mun, eg havi ávirkan, so vil eg stríðast ímóti hesum politikki, og at virka fyri, at samlaða landið fær rímulig kor fíggjarliga sum ein partur av Føroyum! EyðUN MoHR VISdERø Føroyar eitt valdømi? Ella er talan um politiska happing? Á fundi síðst í juni boðaði landsstýrismaðurin í fíggj­ armálum Magni Laksáfoss frá uppskoti um, at mvg­ endurgjaldið til kommun­ urnar skuldi skerjast úr 75% niður á 33% til tess at tálma kommunala útreiðslu­ vøkstrinum. Kommunusamskipan Før­ oya mótmælti hesi ætlan og vísti landsstýrismann­ inum á, at kommunalu útreiðslurnar fara ikki at vaksa í 2008, og at tað tí er ikki neyðugt við serligum tálmandi inntrivum móti kommunala búskapinum. Landsstýrismaðurin boðaði eftir fundin alment frá eini gentleman’s agree­ ment, ið hann og kommun­ urnar høvdu gjørt um, at kommunurnar ikki hækka útreiðslurnar í 2008 í mun til 2007. Avgerandi fortreyt hjá KSF fyri hesum lógva­ taki var tó, at landsstýris­ maðurin ikki skerdi fígg­ ingargrundarlagið hjá kommununum eitt nú gjøg­ num mvg­endurgjaldið. Hugstoytt er nú at frætta, at landsstýrismaðurin longu í august fyri lands­ stýrinum – og aftan fyri bakið á kommununum – hevur talað fyri uppskoti um at skerja mvg­endur­ gjaldið ikki bara niður á 33%, men at taka tað burtur alt sum tað er. So skjótt breyt Magni Laksáfoss sína egnu gentle­ man´s agreement, tí uttan himpr vildi hann nú kortini taka uml. 110 mió kr. frá kommununum niður í landskassan. Vorðið sum politiskt skuggaspæl. Eingin ivi er um, at hjá kommununum er hetta nógvur peningur. Hetta er næstan 10% av inntøku­ num, og tað sigur tí seg sjálvt, at skulu kommun­ urnar megna bara at veita borgarunum somu tænastu og vælferð sum nú, so hevði einasti møguleikin verið at hækka kommunu­ skattaprosentið munandi – eini 3% í miðal, kanska meir. Hesum vilja kommun­ urnar sera gjarna sleppa frá, ikki minst tá lands­ kassin leggur doyðin á at veita skattalættar, ið tá høvdu verið uttan nyttu. Sum skilst hevur lands­ stýrissamgongan víst upp­ skotinum aftur. Tað er sera skilagott, tí øllum er púra greitt, at so ógvislig inntriv í fíggingargrundarlagið hjá kommununum, sum Magni Laksáfoss er fortalari fyri, fara at raka kommunala tænastustøðið sera meint, og tað gongur fyrst og fremst út yvir borgararnar. Og tað kann ikki vera meiningin. Magni Laksáfoss spælir skuggaspæl formaður, Kommunu­ samskipan Føroya www.ksf.fo HEðIN MoRtENSEN