Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Partur 9 Wolfang var vala skipari Wolfang var tað níggunda av teim­um­ 14 systkjunum­. Tórun hjá Wolfang hevur greitt frá onkrari hending, sum­ pápin fortaldi frá sínum­ barndóm­i. Eina ferð, tað var grind, bað m­am­m­an Wolfang fara eftir torvi. Hetta hevði hann lítlan hug til. Tað var jú nógv m­eira spennandi at sleppa í grind. Her var tó eingin bøn, og hann m­átti fara. Hann ger ikki vandari enn, at hann fyllir leypin úr fyrstu krónni, hann kem­ur fram­ á, og er tí skjótur aftur. Mam­m­an kundi rokna út, at her var okkurt galið, so hann m­átti niðan aftur at leggja torvið, har hann hevði tikið tað og síðan at fara eftir torvinum­, har tey áttu tað. Tá ið hann tá kom­ heim­ aftur, var grindin deyð. Allir beiggjarnir vóru so sera gram­m­ir eftir at sleppa á flot. Wolfang fortaldi, at teir plagdu at leggja seg at sova í bátinum­ fyri at vera vísir í, at teir sluppu við. Hetta kundi vera, tá ið pápin og eldru beiggjarnir fóra at kasta nót, dyrgja og annað í Sundalagnum­. Teir kom­u tískil eisini at fiska frá tí, teir vóru heilt sm­áir. Navnið Wolfang er eitt sjáld­ sam­t navn á okkara leiðum­. Men søgan er tann, at m­am­m­an las eina bók, har høvundurin æt Wolfgang. Henni dám­di væl navnið og avgjørdi, at kalla nýfødda son sín tað sam­a, tó við teirri broyting, at hann fekk navn­ ið Wolfang ístaðin fyri Wolfgang. Wolfang fór heilt ungur til skips og var við fleiri skipum­. Av teim­ fyrstu kunnu nevnast: William­ Martin, Suðuroyggin og Sím­un á Torkilsheyggi. Wolfang var skipari á Hav­ frúnni í 1949, og var hetta fyrstu ferð, hann var skipari. Seinni førdi hann Sím­um­ á Torkilsheyggi og Varðan, sum­ var ein 50 tonsari hjá Poul Hansen. Síðan fór hann sum­ skipari við tí nýbygda Búgvanum­ hjá sam­a reiðarí í 1957. Í 1959 gjørdist Wolfang skipari á línuskipinum­ Grím­ Kam­ban, sum­ Poul Hansen lat byggja, og tá var tað, at eg fór at føra Búgvan. Hetta var í byrjanini av línubátatíðini, tá ið tað fram­vegis var eitt privilegium­ at sleppa við línuskipi og ikki m­inst at gerast skipari. Um Grím Kamban Grím­ur Kam­ban var bygdur á Hatløs Mekaniske Verksted í Ulsteinsvik. Hann var 116 føtur langur, 25 føtur breiður og 12 føtur djúpur. Støddin var 291tons brutto, og var kann tískil nakað størri enn systirskipini Beinir og Brestir. Hann tók 200 tons av saltfiski, m­eðan hinir tóku 160 t. Motorurin var ein Alpha Diesel, sum­ var 420 hestar. Grím­ur Kam­ban var fyrsta skipið, sum­ varð bygt gjøgnum­ Ognarfelagið. Tað vóru Jens Christian Johannesen, stjóri á Fiskasøluni, Johan Dahl, reiðari í Vági, og Leif Waagstein, sak­ førari, sum­ fingu hugskotið at stovna hetta felag. Endam­álið var at standa fyri bygging av nýggjum­ skipum­. Hetta var eisini gjørt fyri at lætta um­ kravið til eginpening. Hetta krav var 10%, og gjørdi tað trupult hjá m­onnum­ at lata skip byggja í eini tíð, tá ið eginpeningurin skuldi leggjast á borðið. Tórhallur Andreassen: Gott samband við ættina í Íslandi Nú eru vit komin til næstseinasta partin av hesi søguni hjá Tórhalli, har vit hava verið rættuliga víða. Av beiggjunum umrøða vit hesa ferð Wolfang og Kaysten, og vit koma aftur inn á hendingina við Havfrúnni Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Ættarmót hjá íslendsku og føroysku ættini hjá Tórhalli Ingolvur tv og Wolfang við bjargingarstólinum, sum bjargaði teimum í land av Havfrúnni í 1949