Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 90 - 11. mai 2001 gult10 cyan10 magenta10 svart10 gult11 cyan11 magenta11 svart11 C M Y K FISKIVINNUTÍÐINDI Eitt umboð fyri bretsku sendistovuna í Oslo varð mánadagin boðað til fundar í norska uttan- ríkisráðnum, fyri at hoyra um hvat Noreg heldur um oktu geisla- virknu lekarnar á endur- vinningarverkinum Sell- afield í Onglandi. Síðan 1994 eru økt virði av geislavirkna evninum Technetium-99 funnið í tang, tara og hummara framvið nor- sku strendurnar, sigur norska uttanríkisráðið. Fleiri feløg innan fiskivinnu, aling og um- hvørvi hava mótmælt harðliga móti geisla- virknu lekunum á Sella field. Norðmenn óttast Sellafield Í einum yvirliti yvir hvørjir íslendskir bátar fáa loyvi at royna eftir norðhavssild stendur, at sjey íslendskir trolarar hava fingið loyvi at trola eftir sild. Hetta er ikki so vanligt á okkara leiðum, men er vanligt, eitt nú í Norðsjónum. Fimm av hesum trol- arum hava møguleikan at skera sildafløk um- borð, ein kann heilfrysta sildina og eina kann ísa umborð. Sjey íslendskir trolarar sildaloyvi Seinasta fríggjadag varð minstiprísurin á rækjum avtikin í Noregi og nú vónar norski rækjuídnað- urin at íslendskar rækju- verksmiðjur vilja bjóða so góðan prís, at tað loysir seg at fiska rækjur. Formaðurin fyri Reiðara- felagnum í Norður-Noregi spáar, Jens Petter Kraknes, spaar , at bátar heldur liggja enn at fara til fiskiskap við halli. Hetta heldur hann verða avleiðingina av, at Norgen Råfiskelag hevur avtikið minstaprísin og vil heldur at prísurin skal stýrast av uppboðssølu. -Eg síggi svart upp á tað í løtuni. Men vit vilja bíða og hyggja at hvussu leikur fer. Kaltvatnsrækjurnar, sum í løtuni verða oystar upp úr millum annað Hop- en djúpinum í Barentshavi- num er vorðin ein altjóða vøra. Tað er bara Ísland, sum hevur ov lítið av rækj- um og í fjør var tað júst út- flutningurin av rækjum til Íslands sum helt norksa rækjuprísinum uppi. Ein mótleikur er at keypa bílig- ar rækjur í Kanada, sigur Jens Petter Kraknes. Ongin minstiprísur á rækjum Hvalaveiðan byrjar í Norðsjónum Íslendsku myndugleikarnir hava givið 63 skipum loyvi at veiða norðhavssild í summar. Verktíðin byrjan nú leygardagin, men einki skip fer út. Fiskimannaverkfallið í Íslandi leggur framvegis fiski- vinnuna lamna og øll skip liggja. Nótabáturin Hólmaborg hevur fingið størstu kvotuna, hendan nótabátin kenna vit væl í Føroyum, hann landar onkuntíð her og er eisini á Skipasmiðjuni í Havn. Hann hevur fingið 4164 tons. Teir sum hava fingið minstu kvotuna eru trolararnir Jon Vidalin og Brettingur sum hava fingið 537 tons í part. Í hesi viku er loyvt hjá norðmonn- um at veiða hval í Norðsjónum og komandi mánadag verður loyvi at veiða hval í Norðurnoregi. Ein av teimum sum ger seg til at skjóta hval í Norðsjónum er Óli Mindor Myklebust úr Sandoy í Sunnmøre. Hann eigur hvalabátin "Kate" og hann hevur loyvi at skjóta 40 hval. -Vónirnar eru tær somu sum undanfarin ár. Vit kunnu altíð vóna, men tað er Vár harra sum ræður. Veður og vindur hevur eis- ini nógv at siga. Tað var munandi lættari fyrr, tá kundu vit leita á størri øki. Fáa vit ruskveður nú, so stendur illa til, sigur Myklebust. 63 skip á sild Í gjáramorgunin kom norski línubáturin "Fiske- nes" á Havnina. Hann legði at bryggju við Tórshavnar Skipasmiðji. "Fiskenes" roynir undir Føroyum og okkurt var galið við eini pumpu, tí varð neyðugt at bróta túr av. Norsku línubátarnir hava enn góðan fiskiskap undir Føroyum. Í apríl veiddu teir 366 tons av longu. 304 tons av brosmu, 124 tons av toski og 80 tons av hýsu. Galið við eini pumpu "Fiskenes" á Havnini fyri at umvæla eina pumpu. Mynd: John Johannesen Norðmenn og russar fiska nógvar ídnaðarrækjur í Barentshavinum í løtuni og prísurin er so lágur, at tað næstan ikki loysir seg. Myndin er av russum í Nólsóyarfirði VERKFALL Áki Bertholdsen Verkfallið, sum nú hevur lagt stóran part av landi- num lamið, rakar ikki bara arbeiðsgevarar og vinnulív. Viðhvørt raka verkfall eis- ini tey, sum tað ikki varð ætlað at raka. Uttan at taka støðu til verkfallið annars, hava hvalbingar nú eisini verið noyddir at ásanna, at tað longu hevur fingið avleið- ingar fyri Bóltfelagið Royn. Hvalbingar ætlaðu at hava bygdarstevnu hetta viku- skiftið, men tað hava teir nú verið noyddur at avlýsa. Tað er ikk loyvt a flyta farm suður og ongar vørur verða útflýggjaðar og bar ikki til at fáa ein stóran part av tí tilfarið og útgerð, sum skuldi brúkast á stevnuni. Tí var onki at gera, uttan at avlýsa stevnuna. Men kortini er ætlanin at hava dansin, sum ætlað. Sostatt fer v e s t m a n n a b ó l k u r i n Moonshots at spæla til dans í Roynhøllini bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið Bara dansurin eftir í Hvalba Verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar arbeiðskvinnufelag hevur fingið avleiðingar fyri Bóltfelagið Royn í Nr. 90 • fríggjadagur/leygardagur • 11./12. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Hagtølini eru í parti við HB, tá oddadystur verður í Gundadali fríggjadagin UPPTAKT Jákup Mørk Seinastu fimm ferðirnar GÍ hevur vitjað HB í lands- kappingardysti, hevur heimaliðið vunnið sær trý stig. Stendur tað til HB leikararnar, er einki at ivast í, at hetta eisini er ætlanin hesa ferð. Allan Mørkøre, sum ikki var við móti KÍ fyri viku síðani, ivast í øllum førum ikki, tá vit spyrja hann um týdningin av dystinum. Eis - Hetta verður eitt hart vikuskifti, men vit taka fríggjadagin fyrst, og her er kravið ein sigur. Á heimavølli skal mann fáa trý stig hvørja ferð, um mann ætlar sær at verða føroyameistari, er ivaleysa svarið, sum vit fáa upp á spurningin. Við einum hørðum viku- skifti meinar Allan við, at HB longu sunnudagin skal royna seg móti grannunum úr B36, og strævna skráin var eisini orsøkin til, at Allan varð spardur seinast. - Eg hevði helst kunnað spælt, men í longdini er tað helst betri, at eg varð spardur. Hesa vikuna havi eg so vant við fullari ferð, og eg merki einki til skaðan, sum hevur argað seinastu vikurnar, sigur Allan, sum annars sigur seg halda, at allir leikarar hjá HB eru tøkir til dystin. Hugsa ikki um hagtølini Hóast hagtølini, sum nevnt, eru í parti við HB, so tykist hetta tó ikki vera nakað, sum nervar gøtumenninar undan ferðini til høvuðs- staðin. Magni Jarnskor, liðskip- ari hjá GÍ, heldur í øllum førum ikki, at hetta er nakað, sum teir kunnu nýta til nakað sum helst. - Vit mugu hugsa um uppgávuna, sum vit hava fríggjadagin. Hinar dystir- nar fáa vit einki gjørt við, so tað kann gera tað sama, heldur hann. Einasta ivamálið hjá gøtumonnum er, hvørt pólverski miðvallarin, Zdzislaw Janik, verður tøkur til dystin. Hann varð spardur móti EB/Streymi sunnudagin, og hevur síð- ani fingið viðgerð fyri ein smávegis skaða í tjúkk- anum. Um vónirnar fyri dystin heldur Magni, at tað hjá teimum fyrst og fremst ræður um ikki at fara tóm- hentir til húsa. - Vit hava eitt stig við okkum á vøllin, og tað ætla vit at halda. Kunnu vit so taka øll trý, hevði tað verið ótrúliga gott, men tað verður so undir øllum um- støðum ein sera trupul upp- gáva, sigur Magni Jarnskor at enda. Fyri bæði liðini kann dysturin sunnudagin vera sera avgerandi fyri restina av kappingarárinum UPPTAKT Jákup Mørk Undan kappingin varð spátt, at niðurflytingin fór at standa millum FS Vágar, EB/Streym og B71, og í so máta kann týdningurin av dystinum fríggjadagin neyvan undirmetast. Tað eru tó ikki nervar, sum seta dám á prátið, tá vit mikukvøldið fingu orð á Eli Hentze hjá B71. - Nú er eingin dystur hin sami, men eg haldi, at vit fingu nógv positivt við okkum frá seinasta dysti, hóat tapið fyri B36 gjørdist heldur stórt. Tað, sum serliga er gleðiligt við dystinum, er at vit sýndu ein vilja til at vinna. Vit fóru á vøllin við trimum áleyparum, og royndu at skapa nakað tað ferðina, og helst fara vit eisini at royna tað sama sunnudagin, sigur Eli. Hann sigur annars, at allir mans í hópinum eru tøkir til dystin, og verður tað tí helst eitt sandoyarlið í sterkastu uppstilling, sum Kári Reynheim sendir á vøllin fríggjadagin. Vágamenn vóru ikki í dysti seinasta vikuskifti, so har eru sum so eingir skaðar at taka atlit til. Hinvegin er Birgir Joensen nú aftur klárur at spæla, so burtursæð frá langtíðar- skadda John Johansen, eru allir mans tøkir. Tað verður helst eisini neyðugt, tí vágamenn rokna við einum torførum dysti, sum teir tó kortini ætla sær at fáa okkurt burturúr. - Vit ætla okkum í øllum førum ikki at tapa. Í niðaru hálvu av stigatalvuni er hetta avgjørt ein sera týdningarmikil dystur fyri okkum, so vit mugu geva alt vit eiga. Soleiðis sigur Hannus Olsen hjá FS Vágum, og undirstrikar har við týdn- ingin, sum dysturin hevur fyri felagsliðið. Venjarin hjá EB/ Streymi tykist ikki nervaður av, at hann nú skal royna seg móti fyrrver- andi felag sínum UPPTAKT Jákup Mørk Tað verður ein stór upp- gáva, tá EB/Streymur fyri fyrstu ferð í ár hevur heimadyst í landskapp- ingini. B36 er av mong- um mett sum heitur FM- kanditatur, men hetta tykist tó ikki at nerva venjaran hjá samansetta liðnum. - Sjálvandi er tað ein stór uppgáva, men tað haldi eg allar dystirnar hjá okkum vera, so vit mugu bara gera okkara besta, sigur Bergur Magnussen. Bondini nerva ikki Sum spælari átti Bergur annars sínar bestu løtur hjá B36, har hann í nøkur ár var vandamesti álopsleikari í landinum, men heldur ikki hetta tykist at taka beinini undan honum. - Tað er somikið langt síðani, at tað so als ikki nakað, sum eg hugsi um. Eg haldi, at av tí liðnum, er tað bara Jens Kristian, sum framvegis spælir fótbólt. Annars sigur Bergur, at tá sæð verður burtur frá leikbannaða Anghel Sorin, eru allir mans tøkir til dystin. Jákup Martin Joensen lesur í Danmark, og var ikki við seinast, men tey vóna, at hann fær komið heim til dystin fríggja- dagin. Skal vinnast Í B36 eru at kalla allir mans tøkir til dystin fríggjadagin. Onkrir smáskaðar hava verið seinastu tíðina, men hesa vikuna hava allir mans verið til venjing. John Petersen, liðskip- ari hjá B36, roknar við, at bæði Kenneth Jacob- sen og Magni á Lakjuni vera førir fyri at spæla, meðan tað kanska er meira ivasamt við Ronnie Samuelsen, sum hevur havt ein longri skaðasteðg. Hinvegin er hann als ikki í iva um, hvat kravið til B36 er undan dystin- um. - Tá talan er um ein dyst á útivølli, er tað ongan tíð nøkur løtt uppgáva, men skulu vit gera okkum galdandi í oddinum, er kravið ein sigur. Ikki minst, tá talan er um ein uppflytara, sigur altso John Peter- sen. EB/Streymur-B36: Bergur móti sínum fyrrverandi HB-GÍ: Oddadystur í Havn Allan Mørkøre varð spardur fyri viku síðani, men fríggjadagin verður hann uttan iva á liðnum, tá HB tekur móti GÍ B71-FS Vágar: Týdningarmikið hjá báðum