Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 90 - 11. mai 2001 gult12 cyan12 magenta12 svart12 C M Y K UPPTAKT Jóannes Hansen Tað er grannauppgerð við Løkin í Runavík í triðja leikumfarinum. B68 vitjar, og tað er upplagt, at toftamenn eru kroystir. Teir hava undan kappingarbyrjan verið roknaðir ímillum bestu boðini upp á oddasessirnar, men teir heilkiksðu bæði í Gundadali ímóti HB og á heimavølli ímóti VB. Í vikuni hava teir arbeitt við málinum. Teir hava so at siga vaskað talvuna reina, og í Runavík fara teir so at siga ar byrja av nýggjum. Teir rokna avgjørt ikki við nøkrum løttum dysti. NSÍ hevur havt takið á B68 tey seinnu árini, men tað skal telvast um stigini, áðrenn tað verður greitt, at B68 eisini hevur kiksað í triðju royndini í ár. Oleif Joensen fekk reytt kort ímói VB, og hann er leikbannaður. Marcello Marcellino er framvegis skaddur. Hann er so smátt farin at renna fyri seg sjálvan. Teir rokna við, at hann kanska fer at venja saman við hinum í kom- andi viku. Fremstu B68 álopsmenninir eru í løtuni Súni Fríði Johannesen og Mortan Hansen. Teir eru báðir uppvaksnir í NSÍ. Nú fæst at síggja, hvussu teir fara at standa seg ímóti gomlu liðfeløgunum. Allar kanónirnar tøkar Í NSÍ eru teir svangir. Eftir javnleikin í fyrsta umfari- num vóru teir ikki á vøllinum í øðrum umfari, tí dysturin í Miðvági varð útsettur til mitt í komandi viku. Tá NSÍ skuldi í Vágarnar var Jónstein Petersen so mikið illa fyri, at tað ikki varð roknað við, at hann fór at verða førur fyri at spæla. Mikukvøldið var hann til venjingar aftur, og tá varð roknað við, at hann fór at verða førur fyri at spæla ímóti B68. Seinastu vikuskifti spældu onkrir av yngru monnu- num, sum ætlanin hevði verið at hava við vestur í Vágar, við í 2. deild. Teir fóru á vøllin ímóti HB, tá tað vaar greitt, at dysturin í Miðvági varð útsettur. NSÍ-B68: Í NSÍ eru teir svangir Toftamenn hava vaskað talvuna reina og ætla at byrja av nýggjum, tá teir vitja grannarnar innanfyri SUPERLIGA Jóannes Hansen Mikukvøldið var síðsti dysturin í 27. umfarinum í superliguni á skránni. Í fínum summarveðri var Herfølge á Lyngby stadion. Prísurin á atgongumerkj- unum var settur niður í helvt, og tað mundi vera ein av orsøkunum til, at 2.140 áskoðarar møttu upp. Lið- ini eru tey bæði í super- liguni, sum hava minst tekki millum áskoðararnar, so tað var ikki so galið. Úrslitið var 1–1. Lyngby kom á odda, tá tríggjar minuttir vóru farnir. Mikk- el Bo Jensen royndi seg við fløtum skoti úr eitt sindur til vinstru í brotsteiginum, Jákup Mikkelsen tveitti seg og fekk hondina á, men bólturin fór í handara síðu- netið. Herfølge var ágangandi, og teir høvdu bóltin nógv. Men tað eydnaðist teimum bara at fáa eitt mál. Tað restaðu fimm minuttir av fyrra umfarinum, tá Dennis Conteh javnaði. Síðstu løtuna vóru teir í Lyngby bara tíggju, tí ein av teirra monnum, Ulrich Vinzents, fekk reytt kort fyri sera ófantaliga takling. John Faxe Jensen iðraði seg um, at Herfølge ikki fekk øll stigini, sum hann helt, at teir kanska høvdu havt uppiborið at fingið. Men hann segði seg frøðast um, at hugburðurin hjá hansara monnum tóktist vera tann rætti. Teir høvdu góðan íblástur, og stírðs- viljin lýsti av teimum. Hetta helt venjarin kann bera við sær, at teir fara at megna at lyfta seg upp um strikuna. Todi vitjar Komandi sunnudag verður talan um torføra uppgávu hjá Herfølge. Jákup Mikk- elsen skal gera sítt ítarsta fyri at halda tætt ímóti Toda Jónsson og FCK. Kanska ein eitt sindur undarlig støða fyri Herfølge mál- verjan. Um tað verður til tað, at hann seinni í summ- ar flytir til FCK, so kann tað vera, at hann ikki kem- ur til eitt meistaralið, tí hann nú sunnudagin verður orsøk til, at FCK ikki vinn- ur í Herfølge! Dysturin ímillum Her- følge og FCK verður spældur sunnudagin klokk- an 16 føroyska tíð, og hann verður at síggja á TV3+ sjónvarpsrásini. Herfølge er á næstaftasta plássinum trý stig aftanfyri AB. Akademikararnir hava á pappírinum eina nógv lættari uppgávu sunnudag- in, enn teir í Herfølge hava. AB skal spæla ímóti HFK Sønderjylland, sum langt síðani er fokið úr bestu deildini. UPPTAKT Jóannes Hansen Hóskvøldið fóru KÍ spæl- ararnir um Suðuroyar- fjørð við Norrønu. Ì dag skulu teir á vøllin vesturi á Eiðinum í Vági, og tað stendur nógv á. KÍ hevur tapt báðar teir fyrstu dyst- irnar, og tey seinnu árini hava teir ikki havt nøkur serlig úrslit at vísa á, tá teir hava spælt í Vági. – Vit taka ein dyst í senn. Ímóti HB sýndu spælararnir góðan hug- burð, og vit hava álit á, at tað fer at eydnast at fáa mál og stig. Men vit eru greiðir yvir, at tað verður strevið ímóti føroya- meistarunum í Vági, sigur Karl Birgir Isaksen, sum er formaður í fót- bóltsdeildin hjá KÍ. Hjá klaksvíkingum er veteranurin Jan Joensen við aftur. Hann var leik- bannaður ímóti HB. Sím- un Waag Høgnesen hevur trupulleikar við liðbandi í knænum, hann hevur ikki vant seinastu tíðina, og hann verður ikki við í dag. Allir tøkir Í Vági er lagið gott eftir góða sigurin á Svanga- skarði. Allir spælararnir eru tøkir, og sjálvsálitið er í toppi. VB hevur ikki tapt í landskappingini á heimavølli í meiri enn eitt ár. – Síðsta tapið var í 2. umfari í fjør, tá B71 vann 1–0 her suðuri. Ta ferðina hevði VB so at siga alt spælið, men B71 vann. Hetta vísir, hvussu týdn- ingarmikið tað er at uppgávurnar verða tiknar í álvara hvørja ferð, og at konsentratiónin verður varðveitt alla tíðina, held- ur Óli Holm, formaður í VB. – VB er føroyameistari, og á Vágs eiði spælir VB altíð sítt spæl. Men tað er týdningarmikið, at okk- ara spælarar ikki undir- meta KÍ, sjálvt um klaks- víkingar hava tapt teir báðar fyrstu dystirnar. Okkara spælarar hava hava nógvar royndir, og eg havi tað álit á teimum, at teir taka uppgávuna í tí álvara, sum skal til. Sambært hagtølunum, skulu áskoðarar ikki vænta sær nakrar javnleikir, tá dystirnir í fyrstu deild verða leiktir fríggjadagin. Niðanfyri síggjast hagtølini fyri fimm tey seinastu árini, og sambært hesum eru eingir av innanhýsis dystunum millum mót- støðulini endaðir javnir hesi árini '00 '99 '98 '97 '96 HB-GÍ 5-0 2-0 3-0 2-0 3-2 5-0-0 15-2 VB-KÍ 1-0 2-1 0-4 1-0 0-2 3-0-2 4-7 NSÍ-B68 3-0 4-1 4-1 2-1 - 4-0-0 13-3 B71-FSV 3-0 - - 1-0 2-1 3-0-0 6-1 EB/S-B36 - - - - - 0-0-0 0-0 Í alt Saman við álopsfelaganum í B68, Mortani Hansen, er Súni Fríði Johannesen uppvaksin í felagnum, sum hann nú skal royna seg ímóti Klaksvíkingar eru kroystir Vágbingar, sum hava vunnið tvær ferðir, hava alt fólkið tókt, og hjá KÍ, sum hevur tapt tvær ferðir, er Jan Joensen við aftur HÁLVFINALUR Jóannes Hansen Hjá fótbóltsspælarunum er tað nógv at takast við og hugsa um í hesum døgum. Triðja umfarið í landskappingini er á skránni dýra biðjudag, og longu sunnudagin eru dystirnir í fyrru semifin- aluni í kappingini um løgmanssteypið á skránni. B36 og HB tørna sam- an í Gundadali, og KÍ og NSÍ skulu spæla í Klaks- vík. Seinnu dystirnir í semifinaluni skulu sam- bært skránni spælast Kristi himmalsferðardag, sum er hósdagin 24. mai. Tá skulu havnafeløgini aftur spæla í Gundadali, meðan NSÍ og KÍ skulu spæla í Runavík. Reglurnar siga, at um tað stendur á jøvnum eftir báðar dystirnar í hálv- finaluni, so telja málini, ið eru skorað á útivølli. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er eitt betri úrslit fyri HB enn fyri B36, um dysturin teirra millum endar t. d. 1–1, sum báðar uppgerðirnar endaðu við í bólkaum- farinum. Okkum kunnugt var undan triðja umfarinum í landskappingini eingin spælari leikbannaður í fyrru semifinaluni. Um nakar verður leikbannað- ur veldst um reyðu kortini í landskappingini. Regl- urnar siga, at um spælari fær reytt kort í einum dysti, so er hann leik- bannaður í næsta dysti- num, uttan mun til um talan er um steypadyst ella landskappingardyst. Finalan í steypakapp- ingini verður sambært skipanini spæld ólav- søkudag, og hon verður spæld á Tórsvølli. Spennandi steypadystir Dystirnir dýra biðjudag verða avgerandi fyri, hvussu liðini í hálvfinaluni vera fyri sunnudagin Herfølge hongur í Sunnudagin skal Jákup Mikkelsen syrgja fyri, at Todi Jónsson og hinir í FCK ikki fáa mál og vinna í Herfølge Eingin javnleikur VB-KÍ: gult13 cyan13 magenta13 svart13 Frá fríggjadegi 11. mai til hósdagin 17. mai FM í svimjing Fríggjakvøldið kl. 19.00 Skadestuen Basalt Bruce Willis hevur høvuðsleiklutin sum tann kendi yvirgangsmaðurin, Sjakalurin. Hann fær ta uppgávu at taka lívið av einum persóni í amerikansku stjørnini, men ikki er greitt, hvør hesin er. Avtalan er, at Sjakalurin fær 70 milliónir dollarar fyri hesa uppgávuna. Helmingin áðrenn og hin helmingin aftaná. Sjakalurin kundi tikið helmingin og sloppið sær burtur, men honum dámar væl at jagstra sítt offur og drepa tað. Viðgerðin av eini rúgvu av málum í løgtinginum, áðrenn tinglimirnir fáa summarfrí, hevur sett sín dám á tíðinda- flutningin alla vikuna. Kjakið frá løgtinginum verður sent beinleiðis í SVF, tá sendingar ikki eru á skránni. Hetta er sera áhugavert at fylgja, ja hesa vikuna er tað her, eg havi fingið mest burturúr SVF. Fríggjadagin, tá tingsetan endaði vildi eg fegin havt, at tað vóru myndir eisini, tá mentamálaráðharrin aftur tók munnin ov fullan. Í arbeiðstíð fáa vit bestu bitarnar borð- reiddar í ÚF á miðdegi. Eg havi hoyrt um fleiri, sum fingu breyðbitan í rangastrúp- an, tá ÚF endurtók brot úr røðuni hjá mentamálaráðharr- anum. Nógv kann sigast um hann, men farvuleysur er hann ikki. At kalla ein høgt- standandi embætismann fyri gemenan, um tað so er bók- haldari ella okkurt annað, kann skapa so nógvan mót- vind, at tað helst verður ringt at fóta sær hjá skiparanum, hóast hann er í góðari venj- ing. Frískar kreftir Nú uppskotið til kringvarps- lóg varð tikið aftur, hevur Mentamálastýrið boðað frá, at søkt verður eftir nýggjum stjóra til SVF. Tað er uppá tíð- ina, tí SVF trongir so hjarta- liga til nýggjar, raskar kreftir, sum kunnu lyfta støðið upp- aftur úr tí aldudali, sum tað eftir mínum tykki er í beint nú. Senditíðin við føroyskum tilfari seinastu vikuna var bert 11,5 % av samlaðu senditíð- ini, tá endursendingarnar, Globus og Grannar Okkara eru roknaðar frá. 5 tímar og 35 minuttir við tilfari, sum SVF hevur gjørt. 1 t.20 m. guðstænasta og andakt, 1 t. 20 m. Gekkur, 1 t. Dagur og Vika, 40 m. Svf um Svf, 30 m. mentanarsending, 30 m. barnasending og 15 m. tíðind- ir fyri deyv. Sum Victoria drotning segði á sinni: We are not amused! Eg havi sagt tað fyrr, men má siga tað aftur: Tað líkist ongum at senda Gekkin hvørt einasta fríggja- kvøld í bestu senditíð. Onki undirhaldsvirði er í sending- ini, sum einans hevur til enda- máls at skaffa pengar til SVF. Mín áheitan á komandi sjón- varpsstjóran er at fáa eina góða undirhaldssending aft- aná Dag og Viku fríggja- kvøld, fáa eina langa tíðinda- sending sunnukvøld og tíð- inda- ella kjaksendingar hvørt gerandiskvøld. Røkkur ver- andi játtan ikki, so spar onkr- ar útlendskar sendingar burt- ur, ger eina betri innsavning- arsending ella bið um hægri játtan frá Løgtinginum. Havnin skal frelsast Tá eg hevði lisið greinina hjá hampamanninum Ívari Iver- sen í Sosialinum leygardagin um Lindina, setti eg mær fyri at royna at lurta eftir eini heil- ari sending, fyri at vita, um tað veruliga er so livandi gal- ið, sum hann sigur frá. Tíverri má eg siga, at Ívar hevur púra rætt. Týskvøldið var sending við heitinum Spyr Harran fyrst. Áðrenn sjálv sendingin byrjaði, manaði ein ungur um, at Havnin má frelsast, at vit skulu biðja fyri Havnini o.s.f. Hárini reistust á nakk- anum, men eg beit tennirnar saman og setti meg at lurta. Endamálið við sendingini, har tríggir prædikantar vóru í útvarpsstovuni, var at svara spurningum frá lurtarum. Skiftivís prædikaðu teir um devulin, sum hevur skyldina av sjúku og sjálvmorðum. Teir undirbygdu við skrift- staði eftir skriftstaði, sum var tað juridiskur tekstur teir sótu við. Aftanfyri var murran, sum ljóðaði sum: amen, halleluja, ja, jesus. Har sótu vaksnir menn og søgdu, at tað er devulin, sum ger at fólk verða sjúk og fáa sjálvmorðs- tankar, ja ein er enntá lækni. Slíkt fái eg ikki tikið í álv- ara. Eg kann sjálvandi gera, sum eg havi gjørt higartil, lata verða við at lurta eftir Lindini. Hinvegin so kann eg ikki lata verða við at hugsa um, at tað uttan iva eru nógv fólk, sum taka slíkt í fullum álvara. Hvussu ber tað til, at vit kunnu hava so ymiska fat- an av innihaldinum í somu bók. Hjá mær nyttar í øllum førum ikki at spyrja teir á Lindini, hóast teir beinleiðis søgdu at: “Ogur hava svarið” Urtagarðurin dregur Farna vikan hevur ikki verið nakað stórt upplivilsi, tá eg renni ígjøgnum skránna fyri útvarp og sjónvarp. Kanska er tað árstíðin, sum ávirkar miðlarnar. Ella eri tað eg, sum ikki havi bindindi til at verða inni, tá sólin so smátt er farin at hita moldina uttanfyri. Eg brúki flestu fríløturnar í urta- garðinum, ella urtapottinum uttanfyri, sum onkur skemtil- iga tók til um stykkið hjá okkum. Tað var kanska eitt hugskot til sending ella til tema í morgunsendingini at tosa við plantukøn fólk um, hvat eigur at verða hugsað um og gjørt í urtagørðunum beint nú. Eitt innslag hvørja viku um nær tað skal sáast, sláast, veltast o.s.f. SVF kann enntá fara aftur í bandasavnið og finna fram eina røð av send- ingum um urtagarðar, sum var gjørd fyri nøkrum árum síðani við Siggu Rasmussen og Birgit Arge. Tað hevði ver- ið nakað, ivaleyst mong við mær vildu sæð og hoyrt. Um ikki, so skal eg nokk fáa nóg mikið av rabarbum til greyt og súltutoy kortini. We are not amused! Sjakalurin Sunnukvøldið kl. 20.00 Fanget i Amazonas Leygarkvøldið kl. 20.00 Annika Sølvará ummælir: Sunnukvøldið kl. 20.00 Týskvøldið kl. 19.00