mikudagur 26. september 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 186 - 26. september 2007
viðmerkingar
Nú byrjar árið 2007 at
halla og ein situr bæði
spyrjandi og undrandi, hvat
er hetta fyri eitt samfelag,
ið ein er partur av?
Ígjøgnum talu og skrift
fáa vit at vita, at okkara
samfelag er so bundið av
hvat vit fáa og vinna úr
havinum, politikkarar
standa so at siga í kø, at
lovprísa okkara siglandi
fólki.
Er alt hetta einans føgur
orð, sum onki verunligt
innihald hava í sær, er tað
skamrós? Halda okkara
politikkarar, at tað eru
manssømilig kor okkara
sjófólk fær, tá vanlagnan
rakar - og skaðin er ein
veruleiki og arbeiðsfør-
leikin ikki er til at taka
arbeiði uppaftur.
Kann Føroya Fiskimanna-
felag framhaldandi liva við
at limir teirra í áravís
mugu bíða eftir eini
avkláran av skaðum, kann
Føroya Fiskimannafelag
framhaldandi liva við at
limir teirra verða drignir
ígjøgnum ein labyrint av
stovnum, læknum,
advokatum, saks-
behandlarum, eg kundi
hildið á fram at nevnt allar
teir skrankar ein stendur
við, tá vanlagnan rakar ein
á sjónum.
Eg vil her í styttari
útgávu varpa ljós á og
greiða frá mínari upplivan,
at koma til skaða á sjónum
og harvið blíva sendur út
av arbeiðsmarknaðinum.
Eg eri onga løtu í iva
um, at tað eru aðrir sjó-
menn, sum hava fingið
álvarsligari løst enn eg
havi, eg vil kortini greiða
frá mínum upplivilsi.
Árið er 2004
Dagurin er hósdagur 17.
juni kl. 5.20, vit eru um-
borð á rækjutrolaranum m/
tr Sólborg, túrurin er
komin at enda, vit hava
fiska við Canada, vit eru á
veg inn til Bay Robert at
leggja veiðuna upp og
nýggj manning kemur
umborð, tí byrjast skal ein
nýggjur túrur.
Tað er dýrdarveður, eitt
sindur av toku, tó onki fyri
eitt skip við nógvari naut-
iskari útgerð og tveimum
radarum og fólk á brúnni.
Við fullari ferð blívur
»Sólborg« sigld inn í
ísfjalli, ongin, sum var á
brúnni, varnaðist ísfjalli
fyrr enn tað brast.
Eg var kokkur umborð,
var við at baka og gera
klárt til morgunmat, tá
stoyturin hendur, eg blívi
slongdur aftur yvir, og fái
tí ikki tikið hondina fyri
meg, eg komi í borðkantin
og í jarnpálegsmaskinuna,
og blívi liggjandi á dúrki-
num.
Tað er ongin møguleiki
at reisa seg aftur og anda-
trupulleikar eru, tveir av
manningini hjálpa mær inn
á bonkin at liggja, pínan er
ikki til at halda út.
Skiparin, sum var vakn-
aður av stoytinum, setti seg
í samband við land, um at
fáa læknar umborð.
Sama dag, 17. juni, blívi
eg kannaður av lækna í
Canada og í røntgen, hesin
vil siga mær, at tað var
onki at síggja, bað meg
bara fara umborð aftur, alt
var í lagi.
Tann 18. juni byrjar
heimferðin úr Canada við
flogfari, tað er ein túrur
uppá 6 tímar, hetta er tann
ringasti flúgvitúrur eg
nakrantíð havi uppliva,
stórar andatrupulleikar
allan túrin.
Komin til Danmark,
komi eg undir læknahond,
hesin læknin staðfestur at
eg havi brotið trý rivjabein
og annað lunga hevur
fingið skaða av stoytinum.
Tann 28. juni 2004 eri eg
aftur í Føroyum, tá havi eg
ligið á sjúkrahúsi í Dan-
mark, hjá lungaspesialist-
um.
Nú byrjar tann veruligi
mótburður
Hevur tað verið strævið við
sjálvari sjúkuni, so blívur
tað ikki betur, tá ein fer at
kanna møguleikan viðvíkj-
andi sjúkratryggjan, eg eri
tá 59 ára gamal.
At byrja við, sær út til at
alt riggar, sum tað skal,
Tryggingarfelagið Føroyar
útgjalda mær fyrstu ferð
tann 11.11.2004. Tann 1.
sept. 2005 kemur seinasta
gjald.
Kommunulæknin hjá
mær skrivar til Tryggingar-
felagið Føroyar 9. sept.
2005. Sitat: Livimátin í
dag er onki broyttur til tað
betra, sammett við støð-
una, tá seinasta meting
varð gjørd við ársbyrjan,
vegna hetta verður hann
sostatt sjúkrameldaður til
31.12.2005.
Í sama brævi skrivar
kommunulæknin hjá mær
hetta. Sitat: Hvørvítt
aktuelli trupulleikin er
vegna skaðatilburðin ella
hjartasjúku eina, kann
metingin á R. H. vónandi
avdúka.
Hetta sum kommunu-
lækni mín skrivaði, bleiv
ein beinleiðis orsøk til at
Tryggingarfelagið Føroyar
støðgaðu útgjalding til
mín.
Nú byrjar aftur ein jong-
leran frá lækna til lækna, ja
tað endar við, at eg blívi
sendur til Danmarkar til
hjartakanningar fyri for-
snevringar.
Á Ríkissjúkrahúsinum
verður staðfest, at tað er
ongin forsnevringur í blóð-
æðrunum til hjarta, og at
trongheitin eg havi, stavar
frá mínum skadda lunga.
Eg forklári fyri Trygg-
ingarfelag Føroyar, hvat
niðurstøðan er frá kann-
ingini í Danmark.
Her er ongin hjálp at
heinta, tá ert tú so út-
maktaður, at tú orkar
nærum ikki meir, tá skaðin
er so hendur, so hevur tú
kensluna av at vera vrak-
aður, tú hevur als onki
virði meir í samfelagnum
og hetta er ein ring kensla.
Nú vendi eg mær til
Føroya Fiskimannafelag og
biði um hjálp, eg fái at vita
frá felagnum at eg sjálvur
skal venda mær til advokat
teirra.
Advokaturin biður meg
skaffa allar relivantar upp-
lýsingar um sjúkragongd-
ina, frá læknum, sjúkra-
húsi, bæði í Føroyum og
Danmark.
Alt hettar bleiv skaffa í
ár 2004/2005 síðani er far-
ið eitt samskifti fram mill-
um advokatin hjá Føroya
Fiskimannafelag og Føroya
Vanlukkutryggingarráð og
har er snøkt sakt onki hent,
nú rennur skjótt ár 2007 út
og støða mín er óbroytt,
kann ikki taka arbeiði upp-
aftur við fullari arbeiðs-
megi, eg eri munandi niður-
settur í arbeiðsførleika,
blívi viðgjørdur av Føroya
Vanlukkutryggingarráð,
sum um tað próvtilfar sum
fyriliggur, ikki er nóg gott
til at avgera sakina.
Seinasta skrivi eg havi
móttikið frá advokatinum
hjá Føroya Fiskimanna-
felag er 21.12.2006, har
hann skrivar so. Sitat:
Vísandi til samrøðu tína
við skrivara mín skal eg
við hesum boða frá, at eg
enn ikki havi frætt frá
Føroya Vanlukkutrygg-
ingarráð. Eg havi tí sent
teimum enn eina áminning.
Sitat slutt.
Nú skriva vit skjótt
desember 2007, tá er aftur
eitt ár gingið síðan henda
áminning er farin til Van-
lukkutryggingarráðið, tað
er onki hent, ein kann
spyrja er hetta ein verdigur
háttur at viðgera manna-
lagnur á henda hátt.
Í sama skrivi dagfest
21.12.2006 frá advokati-
num hjá Føroya Fiski-
mannafelag er hendan upp-
lýsing til mín. Sitat: Eg
havi samstundis kannað
møguleikan fyri at seta
fram krav um endurgjald
móti reiðaranum í samband
við skaðan, sum tú fekst
umborð, men sambært
teimum dómum og tí løg-
frøðilesnaði sum eg havi
kannað, so er niðurstøðan
tann, at ein tílíkur tilburður
har skip siglur á ísfjall,
ikki gevur rætt til at krevja
endurgjald frá reiðarínum.
Kann tað virkuliga vera
soleiðis fyri Palleba og
Marsannu og okkum onn-
ur, man stendur meira og
meira undrandi.
Hvat umfatar so tann
tryggingin tá ein mynstrar?
Eru ísfjøllini lúkaði burtur
úr hesum tryggingum, fyri
mannskapi, men ikki fyri
skipið, tí tryggingin tók
við tá talan varð um materi-
ellan skaða á Sólborg »ein
nýggjur bakki bleiv gjørd-
ur«, ein tryggingarskaði,
bleiv sagt.
Eg standi í somu støðu,
sum eg stóð 17. juni 2004
sum 59 ára gamal, í skriv-
andi løtu í september ár
2007 sum 63 ára gamal,
onki er hent í form av
skaðahjálp frá Føroya
Vanlukkuráð og ikki eitt
pip av hoyra frá advokati-
num hjá Føroya Fiski-
mannafelag.
At tað skal taka so mong
ár at fáa eina avkláring av
slíkum málum, er óskilj-
andi.
Hetta er eitt upplagt evni
hjá fjølmiðlunum at byrja
at bora og kanna fyri okk-
um meinigu borgarar, tað
kann ikki passa, at tað skal
vera deyðin, sum avsluttar
sakina, tá kann tað gera tað
sama, at koma við eini
niðurstøðu.
Trygdarskeiðið sløkti
allar vónir mínar
Eg hevði torført við at
góðtaka at eg ikki skuldi
kunna fara umborð á skip
at kokkast aftur, mær
dámdi væl at sigla, eg
hevði hýrir uppá hondina,
men kravið var at
trygdarskeiðið mátti fáast
uppá pláss.
Eg fór norð til Klaks-
víkar at royna, sera torført
gekk, eg tók tað nærum í
stigum, eg var tvær ferðir,
men eg kláraði ikki tað
seinasta, at koma uppá
botnin á gummibátinum og
hálva hann, tá manglaði
kreftir, lunga megnaði ikki.
Teir, sum arbeiða við
trygdarskeiðið, vildu fegnir
hjálpa mær, stóra tøkk
skulu tit hava, har norðuri
slóknaðu allar vónir mínar
at koma á sjógvin aftur.
Varpað ljós á
Við hesi grein míni vil eg
vera við at varpa ljós á
hvat sum hendir og hvat
ein kann seta sær í útsikt tá
vanlagnan rakar tann, sum
arbeiðir á sjónum og ein
spyr, hvar er hjálp at fáa?
Tá skaðin er hendur, sum
sendur teg út av arbeiðs-
marknaðinum, ja so byrjar
ein røð av spurningum at
melda seg, umframt tær
menniskjaligu líðingarnar,
tú kemur at uppliva, hetta
sum tú upplivir, er eitt slag
av eini kreppu tú upplivur,
tú kennur teg maktasleysan
í hesum.
Tú situr við eini røð av
spurningum, hvat við
tryggingarspurningum,
hvat við vanlukkutrygg-
ingarspurninginum, hvat
við sjúkrapengum, hvat við
mistari inntøku í øll hesi
árini, eg havi gingið uttan
arbeiði.
Ásannast má, tá ein
hevur fingið ein skaða á
sjónum, er tað mín erfaring
at langur er vegurin til at
fáa hjálp av einhvørjum
slag, tú blívur útgjørdur á
ein so óverdugan og niður-
gerandi hátt, at tú missur
mótið, ja alt er vónleyst.
Føroya Fiskimannafelag
eigur at kanna og gerast
limur í donskum trygg-
ingarfelag, eins og Hand-
verkarafelagið hevur
tryggja limum sínum eina
góða trygging sum arbeiðir
skjótt.
Føroya Fiskimannafelag
eigur at arbeiða ella kanna
at fáa sín egna saksviðgera
við advokatútbúgving, sum
kann hjálpa limunum til
eina skjóta viðgerð av
málum av ymiskum slagi.
Føroya Fiskimannafelag
eigur at fara at arbeiða
málrætta at fáa sett á stovn
grunn til óarbeiðsførar
fiskimenn, eg veit at tankin
hevur verið borin fram,
men hann vann ikki frama,
tí undrar tað ein, at hann
ikki er komin fyri fleiri
árum síðan?
Hetta er ikki ætla sum
ábreiðsla á Føroya Fiski-
mannafelagsleiðsluna, men
meira meint sum eitt hjarta-
suff. Við hesari lýsing av
mínum upplivilsum at
koma til skaða á sjónum,
so siti eg líka undrandi og
spyrjandi í dag, hvat tað er
fyri eitt Føroya Vanlukku-
tryggingarráð vit hava, nú
3 ára eftir skaðin umborð á
m/tr Sólborg hendi.
Sum áður sagt í hesi
grein, so kundi tað verið
áhugavert, um Kringvarpið
kundi hugt uppá hví tað
skal taka øll hesi ár til ein
avkláran liggur í einum
máli.
Fyri okkum meinigu er
her talan um eitt lukka
land, eg havi í øllum førum
spurt, men onki svar.
Tí trúgvi eg, at ein
journalistur kundi fingið
greiði á hví so mong ár
skulu ganga.
Í minsta lagi átti ein blað-
maður, útvarpsmaður, sum
eina avbjóðan at kanna
hatta.
Tá vanlagnan rakar tann siglandi – hvar er tá hjálpin?
Thomas J.
askham
ST-handikappsáttmálin
fevna um Føroyar
POLITIKKUR
Landsstýrið vil, at nýggi ST-handikappsáttmálin frá
byrjan av eisini skal fevna um Føroyar. Tí hevur
løgmaður, sum eitt fyrsta stig, sett nevnd til at fyrireika
okkum til sáttmálan.
Lógir, sum gera at brekað eru fyri mismuni, skulu
strikast, og nýggjar lógir, sum tryggja, at brekað ikki
verða sett til síðis, skulu setast í gildi.
Hetta verður nakað av tí nevndin skal arbeiða við.
Nevndin skal finna fram til, hvussu Føroyar eiga at
fyrihalda seg til sáttmálan, og hvat skal til, fyri at seta
ST-handikappsáttmálan í gildi.
Sáttmálin snýr seg um rættindi teirra brekaðu til
javnstøðu, atgongd í breiðum høpi, rættin til lívið,
persónligt frælsi, møguleikan at taka lut í ment-
anarlívið, frítíð, ítrótti, rætt til heilsutænastur osfr.
Sáttmálin á føroyskum
Arbeiðið at umseta sáttmálan til føroyskt er farið í
gongd. “Tað er umráðandi, at fólk sum bera brek,
kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur í okkara
samfelag. Og eg fegnist um, at vit um stutta tíð hava
sáttmálan á okkara egna máli, soleiðis at øll fáa
atgongd til innihaldið og vitan um viðurskifti teirra
brekaðu”.
Soleiðis sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, nú
nevndin er sett.
Í nevndini eru: Gunnar Holm-Jacobsen, ráðgevi,
Barbara á Tjaldrafløtti, ráðgevi, Herálvur Joensen,
sendimaður, Eyðbjørn Larsen, deildarstjóri, Hallbera
F. West, fulltrúi, Leila Solmunde, forkvinna, og Heðin
D. Poulsen, deildarleiðari.
15