mikudagur 26. september 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 186 - 26. september 2007
Andlát og jarðarferðir
Esther Bertholdsen, Vágur andaðist á Suðuroyar
ellis- & røktarheimi 86 ára gomul í gjár 25 sept.
Farið verður úr kappellinum fríggjakvøldið kl.
17.30 Jarðarferðin verður úr Bethel leygardagin
13.00. Tey, ið vilja minnast Esther, kunnu lata eina
peingagávu til Akurin.
Kistan við Marthu Joensen kemur í kirkjuna í
kvøld kl. 19. Bønarhald verður. Jarðarferðin verður
úr Miðvágs kirkju í morgin kl 14. Tey, ið vilja
minnast Marthu kunnu lata Missónshúsinum eina
gávu.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Esther Bertholdsen
Vágur
andaðist týsdagin 25. september, 86 ára gomul.
Farið verður úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi
fríggjakvøldið kl. 17.30.
Jarðarferðin verður úr Bethel leygardagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Kristian, Dánjal og Ann
Tey, ið vilja minnast Esther, kunnu lata ein gávu til Akurin.
18. desember er vanliga ein myrkur
dagur á árinum. Bert fýra nætur frá
at tað fer at ganga ímóti ljósari tíðum,
sum vit øll jú gleða okkum til. Men
hesin dagur stendur eftir í minni
okkara sum ein sorgardagur. Hendan
átjanda dagin í desember 2006, hendi
tað, sum man vanliga heldur bert
rakar onnur.
Ferðsluóhappið, sum hendi um 5
tíðina seinnapartin hendan dagin, og
sum lítli Hjarnar var við í saman við
foreldrum sínum og systur sínari, var
so ógvusligt, at hetta kravdi lív hans-
ara. Okkara lítli og elskaði Hjarnar
Johannesen bleiv tikin frá okkum
bert 4 ára gamal. Órímiligt, óskiljandi
og so stutt undan jólum. Men Harrans
vegir eru ikki okkara vegir, sigur
halgabók, sum kann vera sera torfør
at skilja í løtum sum henda.
Elskaði Hjarnar
Tað er ógvuliga svárt hjá okkum at
skriva minningarorð um teg. Ógvu-
liga tungt kennist tað hjá okkum, at
vit ikki kunnu gleðast saman við tær
á tínum 5 ára føðingardegi í dag, 26.
september. Vit sakna teg. Minnini
um teg goyma vit í hjørtum okkara.
Í jólavikuni bleivst tú brádliga tikin
frá okkum. Tað var tungt at fáa boð-
ini, at tú ikki vart ímillum okkum
longur. Tá tílíkt hendir, gerst alt ann-
að líkamikið. Tað kenst, sum tíðin
hon steðgar upp, sjálvt um hon onk-
ursvegna tó gongur skjótt. Aftan á 9
mánaðir er saknurin enn líka stórur,
og tú ert í okkara tonkum hvønn dag.
Tú fylti so nógv í okkara lívi, vart
ein so glaður og lívligur drongur.
Í august mánaði vóru tit og ferðað-
ust á Rhodos. Har svam tú dagin
langan og væl dámdi tær eisini at
flúgva. Hesin túrur var eitt satt upp-
livilsi hjá tær. At hetta skuldi vera tín
seinasta feria vardi okkum ikki.
Væl dámdi tær at tekna og skriva,
og nakað áðrenn tú bleivst 4 ár, lærdi
tú teg at skriva 4 talið. Tú vart so upp-
tikin av teimum, og tey vendu allar
vegir. Væl dámdi tær eisini at baka,
og dagin fyri vanlukkuna, bakaðu tú
og mamma tín køkufigurar til jóla.
Tú slapst eisini at pynta jólatræið í
skúlanum fyrst í desembur, og tað
vart tú so glaður fyri.
Jólini 2006 vóru sorgarbundin við
nógvum tungum løtum og gráti. Tað
er ikki lætt at finna gleðina fram, tá
ið deyðin so brádliga í einari »gleðis-
tíð« krevur sítt.
Góðu tit. Kirstin, Sofus, Rókur og
Ronja. Ógvuliga tung er henda sorg
at bera, men tá á stendur fáa vit aðra
styrki at koma víðari við. Jesu pápi
styrki tykkum.
»Tann ið verður sum hetta lítla barnið,
eyðmjúkt og álitisfult, skal gerast tann
størsti í Himmiríkis ríki«
Matt.18,4
Við hesum orðum vilja vit lýsa vit
frið yvir minnini um okkara lítla fitta
Hjarnar.
Omma, mostrar og
mammubeiggjar
Minningarorð
um Hjarnar
Johannesen
f.26.09.2002 • d.18.12.2006
Tíðindaskriv
Kendi amerikanski gospel-
sangarin Larry Ford kemur
til Føroya 1. oktober og
syngur á stórari sangløtu í
Ebenezer
um
kvøldið
saman við Dupultkvartettini
og Ebenezerkórinum. Dag-
arnar frammanundan hevur
hann sungið í Svøríki, Nor-
egi og Danmark. Á konsert-
unum í Hirtshals 27. og í
Keypmannahavn 30. sep-
tember syngur Dupultkvar-
tettin í Ebenezer eisini.
Dupultkvartettin í Eben-
ezer er boðin til Danmarkar
síðst í hesum mánaðinum at
syngja á tveimum konsertum
saman við kenda amer-
ikanska gospelsangaranum
Larry Ford. Tann fyrra verður
í Hirtshals hóskvøldið 27.
september kl. 19 í Nord-
sømuseet, Multihallen, Wille-
mosevej 2, og tann seinna
sunnukvøldið 3. september
kl. 19 í Keypmannahavn í
“Templet”, salinum hjá Frels-
unarherinum á Frederiksberg
Allé 9. Dupultkvartettin kem-
ur at hita upp, áðrenn Larry
Ford kemur á pallin, men
kemur eisini at syngja nakrar
sangir saman við honum.
Á Danmarkarferðini kem-
ur Dupultkvartettin eisini at
syngja í Kristnastovu í
Birmavej 36 á Amager. Tað
verður á fundinum fríggja-
kvøldið 28. september kl. 20
(sí heimasíðuna hjá Kristna-
stovu: www.kristnastova.
dk).
Sunnumorgunin
30.
september kl. 10.30 syngur
Dupultkvartettin á fundinum
hjá
Kristent
Fællesskab,
Højnæsvej 60, Rødovre.
Mánamorgunin 1. oktober
kemur Dupultkvartettin aftur
til Føroya, og tá er Larry
Ford við í ferðalagnum.
Sama kvøldið kl. 20 verður
stór sangløta í Ebenezer, har
Larry Ford kemur at syngja.
Umframt
Larry
koma
Ebenezerkórið og Dupult-
kvartettin at luttaka, og eisini
verður
felagssangur
á
skránni. Øll eru hjartaliga
vælkomin til sangløtuna,
sum verður ókeypis, og vóna
vit, at Ebenezer verður fult
tað kvøldið.
Larry var her í 2004
Larry Ford hevur verið
einaferð áður í Føroyum.
Tað var í mai 2004, tá ið
hann sang á konsert í eini
fulsettari ítróttarhøll á Eiði.
Larry Ford er ein av kend-
astu
gospelsangarum
í
USA. Hann hevur sungið
southern gospel tónleik í
mong ár bæði sum solistur
og í so kendum kvartettum
sum The Blackwood Broth-
ers. Eisini hevur hann sung-
ið nógv við í bólkinum
Homecoming Friends hjá
Bill Gaither, sum telur nógv-
ar av bestu southern gospel
sangarum og tónleikarum.
Nógvir føroyingar kenna
tey frá fløgum og video-
bondum, har tey syngja
nógvar av kendu ensku og
amerikansku
sálmunum.
Meira um Larry Ford á
heimasíðu hansara: www.
larryford.com.
Ikki er neyðugt at siga so
nógv um Dupultkvartettina
í Ebenezer. Teir hava sungið
at kalla uttan íhald síðan
1978 og eru kendir av øllum
føroyingum fyri sín vakra
sang, sum oftast framførdur
acapella, tvs. uttan ljóðføri.
Teir hava eisini sungið uttan-
fyri landoddarnar og hava
givið plátur, bond og fløgur
út.
Dupultkvartettin syngur saman við Larry Ford
Larry Ford
Dupultkvartettin í Ebenezer
Dagurin
27. september. Kosmus (eisini skrivaður Cosmas), deyður umleið ár 300. Tikin av døgum undir
Diocletianus keisara
nøvnw