Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 186 - 26. september 2007 17 KroniKKur Magni Laksáfoss landsstýrismaður í fíggjarmálum Hóast gomlu politikararnir royna at mála øvugtu myndina, so er tað ein sannroynd, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 sum heild er tálmandi í mun til ovurhitaða búskapin og í mun til metingarnar um vøksturin komandi ár. Størsti vandin, nú fíggjarlógararbeiðið er liðugt, er viðgerðin í fíggjarnevndini. Áður hevur fíggjarnevndar­ formaðurin verið kreativur og lækkað lógarbundar útreiðslur væl vitandi um, at somu útreiðslur koma aftur sum eykajáttanir Tøl og roknistykkir kunnu bend­ ast bæði hendan og handan veg­ in. Tað munnu tey flestu, sum fáast við búskaparfrøði, kenna. Kortini hevur tað verið eitt eina­ standandi upplivilsi og eitt studi­ um vert at sæð og hoyrt, hvussu tøl eru toygd, eftir at uppskotið til fíggjarlóg fyri 2007 er gjørt. Gomlu politikararnir – bæði úr samgongu og andstøðu – hava seinastu dagarnar roynt seg sum talmeistarar. Høvuðsmál teirra hevur í stuttum verið at greiða fólki frá, at fíggjarlógaruppskotið IKKI er tálmandi. ”Onki er broytt við skattalættanum”. ”Raksturin er eksploderaður”. ”Bardunin er slitnað”. ”Laksáfoss er bukaður upp á pláss”. Og so framvegis. Fleiri av fjølmiðlunum hava eisini roynt síni kynstur. Men heldur enn at eftirkanna pástand­ ir og seta spurnartekin við keldur og innihald, hava ”samfelagsins vaktarhundar” í roynd og veru kritikkleyst borið reingjandi sjónarmið hjá gomlu politikar­ unum víðari. Á nýmótans máli nevnist hetta ”spinn”. At undirritaði hevur staðið fyri skotum, hevur ikki tann stóra týdningin. Hinvegin munnu fólk flest vera ørkymlað eftir politiska gruggið og spinnið seinastu dag­ arnar. Veruliga myndin av fíggjar­ lógaruppskotinum skal fram í ljósið – og tí hesa kronikk frá mínari síðu. Og fyri at siga tað týðiliga og við búskaparfrøðiligari undir­ bygging: Fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 ER tálmandi. Vanlig konjunkturstýring Hetta, at tálma tí ovurhitaða búskapinum, var setningurin, tá fíggjarlógararbeiðið byrjaði. Tá búskapurin skal tálmast, er neyðugt at nýta røttu amboðini. Ein fíggjarlóg hevur tríggjar síður: Inntøkur, rakstur og íløgur. Vanliga verður sagt, at rættast er at stýra umvegis íløgurnar og inntøkusíðuna ­ ikki við rakstri­ num. Orsøkin er, at tað er rætti­ liga skjótt at broyta íløgur og inntøkur, meðan tað er munandi drúgvari og verri at gera stór intriv í raksturin. Tí er størsti denturin lagdur á at tálma við “amboðum” á íløgu­ og inntøku­ síðuni á hesi fíggjarlógini. Sjálvsagt skal eisini ansast væl eftir, at raksturin ikki veksur ov nógv. Tað er eisini gjørt í hesum fíggjarlógararbeiðinum. Tó skal gongdin á rakstrinum fyrst og fremst síggjast í mun til, hvat tað er fyri vælferðarsamfelag, vit ynskja, og hvat vit hava ráð til. Meting av konjunkturinum Áðrenn farið verður undir fíggj­ arlógina, er neyðugt at hava eina meting av búskapinum komandi árið. Metingin hjá Fíggjarmála­ ráðnum er, at búskaparvøksturin fer at minka nakað í 2008, m.a. orsakað av sonevndum fløsku­ hálsum í búskapinum. Metingin sigur, at búskaparvøksturin fer úr uml. 7 prosentum niður í uml. 5 prosent. Út frá metta búskaparvøkstri­ num ber til at máta, um eitt fíggj­ arlógaruppskot er tálmandi ella stimbrandi. Um t.d. íløgurnar vaksa meira enn 5 prosent, virka tær stimbrandi, meðan ein vøkst­ ur, ið er minni enn 5 prosent, vil virka tálmandi. Íløgurnar eru lækkaðar Taka vit íløgurnar í 2007, so vóru tær 305 mió. kr. Tí høvdu tær kunnað vaksið við 5 prosent­ um til 320 mió. í 2008 uttan at virka stimbrandi fyri búskapin. Her valdu vit tó at halda aftur. Hví? Jú, fyri at tálma. Samlaði íløgukarmurin fyri 2008 er uml. 270 mió. kr. – í roynd og veru ein lækking á uml. 50 mió. kr. Her er byggingin av flogvølli­ num íroknað, hóast hon ikki var partur av samráðingunum um fíggjarlógina. Byggingin ávirkar búskapin í 2008, og tí eigur hon at teljast við. Sandoyartunnilin munandi dríggjaður Tann nógv umrøddi Sandoyar­ tunnilin var partur av samráðing­ unum, og hóast fleiri pástanda tað øvugta, so hava vit nú trýst á ”pausu­knøttin”, tá tað snýr seg um henda tunnil. Upprunaliga ætlaði landsstýrið at leggja tunnilin í eitt partafelag, tvs. uttan fyri fíggjarlógina. Hev­ ði tunnilin ligið uttan fyri fíggjar­ lógina, høvdu vit mist stýringina við verkætlanini. Politiskt er nú eydnast at broyta upprunaligu ætlanina, so Sandoyartunnilin er vorðin partur av fíggjarlógini. Á fíggjarlógaruppskotinum eru 7 mió. kr. settar av til hesa verk­ ætlan í 2008. Til samanberingar kostar tunnilin heilar 700 mió. kr. Sostatt er íløgan í Sandoyar­ tunnilin dríggjað rættiliga væl í mun til tað, ið partar av samgong­ uni ætlaðu, nevniliga at byrja tunnilsarbeiðið næsta ár. Hví? Jú, fyri at tálma ein ovurhitaðan búskap. Inntøkurnar Inntøkusíðan á fíggjarlógini hev­ ði frammanundan ein skattalætta, sum var roknaður til 104 mió. kr. í 2008. Harumframt koma 14 mió. kr. í skattalætta hjá kommu­ nunum. Tilsamans gav hetta 104 mió. kr. í ætlaðum skattalætta. Ein so stórur skattalætti hevði virkað sera stimbrandi fyri okk­ ara ovurhitaða búskap. Tí var brá­ neyðugt at taka stig, sum kundu minkað um árinini hjá skatta­ lættanum. Eftir harðar samráðingar, eydnaðist at minka skattalættan við einum triðingi. Hann fór úr 104 mió. kr. niður í 70 mió. kr. Eisini kom ein semja um at hækka nøkur avgjøld við 50 mió. kr. Soleiðis kom avleiðingin ella effektin av skattalættanum niður í 20 mió. kr. Hetta er ein tálming við uml. 85 mió. kr. í mun til tað, sum lá í kortunum frammanundan. Tálmaður skattalætti er at liva við Mong hava spurt, hví undirritaði gekk við til semjuna um skatta­ lættan. Her er svarið sera einfalt. Fyri meg er tað ikki ein spurningur um at ”vinna” men um at finna eina optimala loysn fyri búskap­ in. Eg havi ikki sama – nærmast religiøsa – forhold til skattalætt­ ar, sum fleiri av gomlu politikaru­ num hava. Nú endaðu vit við einari loysn, har toppurin verður tikin av skattalættanum, og restin verður lagt um til avgjøld. Hetta var ikki tann besta loysnin men kortini ein loysn, sum livast kann við. Hví? Tí hon er tálmandi. Raksturin hvørki tálmandi ella stimbrandi Mong tøl eru flogin gjøgnum luft­ ina um vøksturin í rakstrinum. Rættast og rímiligast er at sam­ anbera vøksturin í útreiðslunum frá einum fíggjarári til tað næsta. Í hesum førinum vil tað siga, at vit eiga at samanbera fíggjarlóg­ ina 2007 og eykajáttarnirnar fyri 2007 við fíggjarlógina 2008 og eykajáttarnirnar 2008. Her er vøksturin umleið 160 mió. + mettar eykajáttarnir fyri uml. 50 mió. kr. Samanlagt er talan um uml. góðar 200 mió. kr. Ein vøkstur á 200 mió. kr svarar til 5 prosent. Hetta er á leið tað, sum Fíggjarmálaráðið metur, at vøksturin í búskapinum verður í 2008. Sostatt verður raksturin hvørki tálmandi ella stimbrandi í 2008. Vanliga verður eisini sagt, at raksturin skal ikki nýtast til konj­ unkturstýring. Tað merkir, at hann hvørki eigur at vera stim­ brandi ella tálmandi. Hann skal einans hava eina javna gongd. Hetta er júst tað, sum hevur verið ætlanin í hesi fíggjarlógini. Formaðurin í fíggjarnevndini ein vandi Út frá tí, sum er nevnt omanfyri, sæst, at fíggjarlógaruppskotið sum heild er tálmandi í mun til tann ovurhitaða búskapin og í mun til metingarnar um vøkst­ urin komandi ár. Eitt, sum vit serliga hava lagt okkum eftir, er at fáa so neyv tøl fyri raksturin, sum gjørligt er. Nógvar útreiðslur eru jú lógar­ bundnar, og tí ber til at fáa eina greiða mynd av júst teimum útreiðslunum. Ein tann størsti vandin, eftir at fíggjarlógaruppskotið nú er lið­ ugt, er ætlanin hjá formanninum í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg. Hann hevur boðað frá, at búskapurin er ov heitur til útreiðsluvøksturin. Hetta er fantastiskt at hoyra frá sterka manninum í Fólkaflokkinum. Flokkurin hevur jú so dúgliga tosað um, at Sandoyartunnilin skal byggjast sum skjótast. Vit skulu hava tveir flogvøllir. Og vit skulu yvirtaka málsøki eftir málsøki. Hetta eru ikki júst tálmandi ætlanir. Persónliga havi eg ringt við at taka fíggjarnevndarformannin í álvara. At ”sminka” líkið Tað, sum serliga boðar frá ring­ um, er, at formaðurin í fíggjar­ nevndini ætlar at fara ígjøgnum fíggjarlógaruppskotið ”kontu fyri kontu”, sum hann málber seg. Lat okkum vóna, at tað ikki fer at hepnast honum at fremja sonevndar ”sparingar”, ið seinni koma inn aftur í almenna kassan sum eykajáttanir. Tað hevur hann gjørt áður, og tað gevur eina reingjandi mynd av fíggjarlógini. Eg fari tó at gita, at Anfinn Kallsberg fer at gera tað, sum á vanligum máli nevnist at ”sminka” fíggjarlógina. Tað er at lækka lógarbundar útreiðslur væl vitandi um, at somu útreiðslur koma aftur sum eykajáttanir. Eitt dømi frá í fjør er, at fíggjar­ nevndarformaðurin minkaða kontuna “Vanlig forsorg” við 5 mió. kr. uttan at gera nakra lógarbroyting, sum kundi greiða frá niðurskurðinum. Seinni vaks kontan aftur við eini eykajáttan oman fyri 5 mió. kr. Á leið sama mannagongd varð brúkt til konturnar “Stuðul til fyriskipanir til heimleys”, “Barnavernd” og “Barnaískoyti”. Bara omanfyri nevndu dømir merktu eina “sparing” á uml. 13 mió. kr. á fíggjarlógini. Tá henda kreativa mannagongd verður fylgd, er lætt at “sminka” eina fíggjarlóg til eitt penari úrs­ lit. Og tá er eisini lætt at standa sum tann raski, ið dugur at spara. Hetta verður spennandi at síggja, tá fíggjarlógaruppskotið kemur aftur úr nevndini hjá Anfinn. Eg vóni veruliga, at hesi orð míni verða gjørd til skammar. Tað hevði verið best fyri búskap­ in og helst eisini fyri seriøsitetin í arbeiðinum hjá fíggjarnevndini. Nøgdsemi valdast Spurningurin, sum situr eftir, nú samráðingarnar um fíggjarlógar­ uppskotið eru liðnar, er: Kunnu vit vera nøgd við úrslitið? Um vit hyggja at støðuni fyri bert fáum mánaðum síðani, var hørð mótstøða í politisku skipan­ ini ímóti yvirhøvur at nevna, at búskapurin er ovurhitaður. Nú er vend komin í. Fólk og politikarar tosa opið um ein hitaðan búskap. Tað er gott. Vit kunnu eisini staðfesta, at íløgukarmurin er minkaður mun­ andi. Sandoyartunnilin er útsettur fyri at geva rúm fyri øðrum íløgum. Skattalættin er minkaður. Og samlaða fíggjarlógin er tálmandi. Sæð við fakligum brillum átti fíggjarlógin at verið meiri tálm­ andi – kanska við einum 50­70 mió. kr. afturat. Sæð út frá tí realistiska sjónar­ horninum kunnu vit tó vera nøgd við úrslitið. Fóturin er tikin av speedaranum – enntá í einum valári. Tað er neyvan hent áður í Føroya søgu, at ein tálmandi fíggjarlóg verður løgd fyri tingið í einum valári. So langt komu vit áðrenn valið. Hvussu langt munnu vit koma eftir valið? Uppi yvir tálmandi fíggjarlógini, spinni og politiskum glantrileiki viðmerkingar