Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 186 - 26. september 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Bronsumerkið, sum føroyska U19- liðið vann NM- kappingini í Noreg, er helst besta altjóða flogbóltsúrslitið hjá Føroyum yvirhøvur Flogbóltur Magnus Tausen Føroysku flogbóltsgentur­ nar framdu satt bragd í Nevza­kappingini í Randa­ berg í Noregi um viku­ skiftið. Ongantíð áður hev­ ur eydnast okkum at vinna heiðursmerki í hesi sterku kapping, men gongdin seinastu árini hevur bent á, at okkurt gott var í væntu Vildu vaska tapið av sær Fyrsti dysturin í kappingini gjørdist stórt vónbrot. Vit høvdu sett okkum fyri at vinna á Noregi, men tann ætlanin brast so ruddiliga. Tá ið so møguleikin var aftur í bronsudystinum skuldi einki koma í vegin. Eftir fyrsta settið vóru venjararnir báðir heldur ivasamir, um hetta mundi fara at eydnast, tí hóast føroysku genturnar høvdu fleiri settbóltar, so megnaðu tær ikki at binda fyri, og taptu tí settið. Venjararnir vóru vónbrotnir, men gent­ urnar hildu høvdið kalt og fóru undir truplu uppgáv­ una at venda dystinum, og tað eydnaðist til fulnar. Ótrúligt liðavrik Tá ið hugt verður at liðunum spælara fyri spælara, so skuldi verið ómøguligt hjá Føroyum at vunnið. Norska liðið man hava eina miðal­ hædd sum er um 10 cm. hægri enn okkara leikarar, men tá er neyðugt at aðrar dygdir koma fram, og tær dygdirnar hava okkara gentur. Føroyska liðið var alla kappingina ómetaliga væl samansveisað. Tær stríddust hvør fyri aðra, og fingu nógvar ómøguligar bóltar aftur í spæl. Tá ið so bit kom í álopini, og blokkurin rættiliga kom fyri seg, misti norska liðið mótið. Tað var líka mikið hvat tær gjørdu, so svaraðu føroysku gent­ urnar aftur, og sum dysturin leið, var eingin ivi. Vit fóru at vinna! Nógv rós Føroysku genturnar spældu og sungu seg inn í hjørtuni á øllum í Noregi. Góða lagið hjá teimum smittaði av, og bussførari okkara hoyrdi góðan sang á hvørj­ um túri. Hann helt røðu fyri gentunum seinasta dagin og takkaði fyri hesar dagarnar. ”Eg gloymi tykkum aldri. Tykkara góða sang og fittu smíl”. Flogbólturin hjá okkara gentum fekk eisini nógv rósandi orð. Norski venjar­ in, sum er úr Japan, kom eftir dystin og bað um at kunna siga nøkur orð. ”Tit eru óførar. Tit spæla góðan flogbólt, men einki er sum góða samanhaldið og góða lagið hjá tykkum”. Hóast hann var vónbrotin um egna tapið, var hann glaður um føroyska sigurin. Eisini venjarin hjá enska dreingjaliðnum hevði nógv rósandi orð. ”Tær eru sera væl fyri tekniskt. Tað er sum um, at tær spæla saman hvønn dag. Tær hava prógv­ að, at flogbóltur er annað enn hædd og styrki. They where an inspiration to watch!” Besta úrslitið nakrantíð Sosialurin mannar Formula-liðið við teimum spælarum, sum stóðu seg best í 23. umfarinum av Formula-deildini Einki er at siga til, at fagnaðurin á liðnum var stórur, tá tær við sannførandi sigri á Noreg høvdu vissað sær bronsumerkið