Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 186 - 26. september 2007 ] KÍF hevði eitt sera gott kappingarár í fjør, tá teir endaðu á einum triðja plássi. Liðskiparin og ársins verjuspælari í fjør, Rógvi Weyhe, dylur heldur ikki fyri, at vónirnar hjá liðnum eru góðar aftur í ár. – Tað gekk sera væl síðsta kappingarár, og vónandi kunnu vit byggja víðari á góða úrslitið í fjør, og kanska fáa eitt enn betri úrslit í ár, sigur hann HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo KÍF kann ikki metast at vera eitt av mest vinnandi hond­ bóltsfeløgunum í landinum. Liðið hevur ongantíð vunnið føroyameistaraheitið í frem­ stu deildini, men allíkavæl hevur KÍF at kalla altíð ver­ ið at funnið í bestu deildini. Úrslitini seinastu nógvu árini hava heldur ikki verið serliga góð. Eftir eitt annað pláss í 1992 hevur liðið sum oftast ligið í tyngra endanum av bestu deildini, og eitt skifti vóru teir eisini í næst­ bestu deildini. Síðstu trý ella fýra árini hevur liðið tó víst framstig at kalla hvørt ár, og hetta fingu føroyingar eisini at síggja síðsta kappingarár, tá KÍF fekk sítt fyrsta heið­ ursmerki síðani 1992. Tað bleiv til eitt bronsuheiðurs­ merki, men kollfirðingar fingu rættiliga víst, at liðið er á rættari leið. Eyðkennið hjá kollfirð­ ingum hevur altíð verið tann stóri viljin, og tað var eisini hesin, sum, saman við eini krútsterkari verju, vísti vegin til fyrsta heiðurs­ merkið í 15 ár. Viljin og sterka verjan verða helst aft­ ur í ár vørumerkið hjá koll­ firðingum, sum ætla at byggja víðari á góðu úrslit­ ini, sum liðið fekk síðsta kappingarár. Sosialurin hevur tikið eitt prát við liðskiparan og árs­ ins verjuspælara síðsta kappingarár, Rógva Weyhe, um kappingarárið, sum liggur fyri framman. Spælararnir eru klárir Sum flestu av hinum liðu­ num í landinum, so byrjaði KÍF at venja tíðliga í ár. Eftir lokið kappingarár í mars mánaði byrjaðu fleiri av spælarunum at venja eina ferð um vikuna bein­ anvegin, men síðani fyrst í august byrjaði liðið at venja regluliga aftur. Liðskiparin, Rógvi Wey­ he, metir, at liðið er so væl fyri, sum til ber undan kappingarbyrjan. ­ Hetta er helst besti upp­ startur vit hava havt í KÍF í nógv ár. Spælararnar hava vant leingi, og fyri eina ferð skyld hevur uppmøtingin eisini verið rættiliga góð. Tað tykist eisini, sum spæl­ ararnir eru rættiliga væl fyri í ár, og tí eru vit rætti­ liga spentur a koma í gongd við kappingina, sum byrjar longu leygardagin, sigur Rógvi. KÍF hevur nógv av tí sama fólkinum, sum tryggj­ aði felagnum eitt bronsu­ heiðursmerki í fjør. Onkrar smávegis broytingar eru tó, sigur Rógvi. ­ Vit hava tíverri mist Daniel Rapa, sum er farin at venja kvinnurnar hjá VÍF. Hinvegin hava vit fingið ein sterkan strikuspælara úr Serbia aftu at hópinum, og hesin sær út til at blíva ein stórur styrkur. Fleiri av ungu spælarunum hjá fel­ agnum eru eisini byrjaðir at venja seriøst við besta liðnum, og hesir fara heilt sikkurt at styrkja nógv um liðið – um ikki í ár, so kom­ andi árini, staðfestir Rógvi Weyhe. Fótbólturin hevur ávirkað Undanfarin ár hevur KÍF havt ein trupulleika við, at fótbóltsspælararnir ikki eru slopnir at spæla við í hondbóltinum fyrstu umfør­ ini. Hetta hevur gjørt, at týd­ ningarmikli strikuspælarin hjá KÍF, Gert Hansen, ikki hevur kunnað spælt fyrstu dystirnar, men í ár er tó líkt til, at Gert kann vera við frá byrjan av. ­ Gert er spakuliga byrj­ aður at venja hondbólt, og sum skilst, so hevur hann fingið loyvi at spæla hond­ bólt frá byrjan av, og hetta hevur alstóran týdning fyri okkum. Júst nú hevur hann tó onkran smávegis skaða at dragast við, men vit vóna, at hann verður klárur til leygardagin, sigur Rógvi. Skulu byggja víðari á síðsta kappingarár Vit spurdu síðani Rógva, hvørjar vónirnar hjá koll­ firðingum vóru til komandi kappingarár. ­ Vit hava sjálvandi góðar vónir, serliga aftan á góða úrslitið, vit fingu í fjør. Men tað hevur tó sera stór­ an týdning at fáa eina góða byrjan upp á kappingina. Kiksar alt frá byrjan av, so gerst tað beinanvegin trup­ ult. Tí mugu vit syrgja fyri at koma væl í gongd, og vónandi kunnu vit so fáa eitt líka gott úrslit sum í fjør, sigur Rógvi Weyhe. Hann leggur tó afturat, at tað hevur stóran týdning, at KÍF fær verjuna at rigga, tí hetta var sterka síðan hjá liðnum síðsta kappingarár. ­ Verjan og sterki viljin hevur altíð verið okkara vørumerki, og sjálvandi skulu vit aftur í ár fáa hetta at rigga, um vit skulu halda okkum í oddinum. Ein lítil trupulleiki í fjør var, at vit til tíðir ikki vóru nóg neyvir í avgerandi løtum, og hetta kostaði eisini okkurt stigið. Um vit klára at rætta hetta til í ár, so ivist eg ikki í, at vit kunnu røkka langt, sigur Rógvi Weyhe at enda. Og eingin ivi er um, at Rógvi Weyhe hevur okkurt at vera spentur til. Tí megn­ ar KÍF at vísa sama spæl, sum teir vístu í endaspæli­ num síðsta kappingarár, so kann tað fara at ganga heilt væl hjá viljasterku koll­ firðingunum. Viljin og verjan vísa vegin - Verjan og sterki viljin hevur altíð verið okkara vørumerki, og sjálvandi skulu vit aftur í ár fáa hetta at rigga, um vit skulu halda okkum í oddinum, sigur liðskiparin hjá KÍF, Rógvi Weyhe Mynd: Álvur Haraldsen Kári heldur fram KÍF hevði helst tað besta kappingarárið í eini 15 ár, tá ið teir síðsta kappingarár endaðu á einum triðja plássi í bestu deildini. Hetta var ikki minst takka verið venjara­ num, Kára Mortensen, sum koyrdi á liðið alt árið. Og tað verður aftur Kári Mortensen, sum skal standa á odda fyri kollfirðingum komandi kappingarár. Hvussu fer at ganga hjá teimum ber sjálvandi bert til at gita um, men vísa teir sama spæl, sum teir vístu í fjør, so kann tað røkka til enn eitt gott úrslit. Nýggjur serbi í KÍF Eitt sindur av útskifting hevur verið í KÍF fram ímóti komandi kappingarár. Daniel Rapa, sum spældi sera væl fyri KÍF síðsta kappingarár, verður ikki við í ár, tí hann er farin at venja kvinnurnar hjá VÍF. Í staðin fyri hann hevur KÍF fingið ein nýggjan spælara úr Serbia. Talan er um strikuspælaran, Dejan Jankovic, sum m.a. hevur roynt seg í bestu deildini í Serbia. Við nýggja spælaranum í hópinum er líkt til, at sterki strikuspælarin hjá kollfirðingum, Gert Hansen, skal longur út á vøllin at spæla.