mikudagur 26. september 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 186 - 26. september 2007 ]
Strandingar ætla
sær at vera við heilt
frammi í oddinum í
ár, og sjálvandi ætla
teir sær eisini allan
vegin í steypakapping
ini. Breiddin á liðnum
kann tó gerast ein
trupulleiki. – Um hóp
urin ikki gerst breið
ari, enn hann er júst
nú, so fara vit ikki at
tola nógvar skaðar,
sigur stórskjúttin,
Sveinur Justinussen
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Besta mansliðið hjá strand
ingum man helst teljast
ímillum eitt av mest sigurs
vandu liðunum í manshond
bólti seinnu árini. Hetta er
tó als ikki tí, at liðið altíð
hevur klárað seg so væl í
landskappingini, tí meistara
heitini eru ikki nógv í tali.
Hinvegin er StÍF steypaliðið
yvir øllum hinum liðunum,
og teir hava mest sum ognað
sær monopol upp á sigurin
í steypafinaluni.
Farna kappingarár var
heldur einki undantak í so
máta fyri menninar hjá StÍF.
Sum ikki einaferð tryggjaðu
teir sær sigurin í steypa
kappingini longu í februar
mánaði, og eftir hetta tók
tust teir kanska dovna eitt
sindur í landskappingini. Á
síðsta leikdegi høvdu teir tó
møguleikan at tryggja sær
bronsuheiðursmerkini,
tá
teir tóku ímóti KÍF á heima
vølli, men eitt tap gjørdi í
staðin, at tað vóru kollfirð
ingar, sum fóru avstað við
triðja plássinum.
Nú stendur eitt nýtt kapp
ingarár so fyri framman, og
enn einaferð verður væntað
nógv av liðnum hjá StÍF.
Tað hava tó verið fleiri út
skiftingar í hópinum, og lið
ið hevur m.a. mist bæði
toppskjúttan og spælandi
venjaran frá síðsta kapping
arári. Í staðin fyri Jakob
Jónson hevur felagið fingið
fyrrverandi neistavenjaran,
Claus Rasmussen, at standa
á odda fyri liðnum, og tí
verður tað hann, sum skal
føra liðið upp í oddin.
Sosialurin hevur tikið eitt
prát við stórskjúttan hjá
strandingum, Svein Justin
ussen, um vónirnar hjá lið
num til komandi kapping
ina, sum fer í gongd um
tríggjar dagar.
Tunt við fólki
Í ár stendur ein nýggjur
aður við róðri hjá Neista
num. Venjarin frá farna
kappingarári, Jakob Jónson,
er farin at venja kvinnurnar
hjá Neistanum, og tí er tað í
staðin Claus Rasmussen,
sum nú stendur við stýris
vølin hjá StÍF.
Og spælararnir hjá strand
ingum tykjast vera væl
nøgdir við nýggja venjaran.
Ja, eg haldi, at menn eru
væl nøgdir við Claus sum
venjara. Hann hevur sera
góðar venjingar, og so haldi
eg eisini, at har er nógvur
futtur í venjingunum, og
hetta dámar mær í øllum
førum væl, sigur Sveinur
Justinussen.
Sveinur heldur tó, at hóp
urin tykist vera heldur tunn
ur til komandi kappingarár,
um ikki fleiri spælarar
koma til venjing.
Menn tykjast vera væl
fyri til komandi kappingarár,
og tað síðsta er við at koma
ordiliga upp á pláss. Fleiri
av teimum, sum vóru við á
liðnum í fjør, hava tó slett
ikki vant enn, og tí kann
hópurin í løtuni tykjast vera
heldur tunnur. Hvørki Mort
an, Bent ella Borgar hava
vant enn, men vit vóna, at
teir vera við í ár allíkavæl,
sigur Sveinur.
Fara eftir greipuni
Strandingar hava tey síðstu
nógvu árini verið mest sum
einaráðandi í steypakapp
ingini, men Sveinur sigur,
at hetta er ikki tað einasta,
sum teir ætla at vinna í ár.
Vit ætla okkum inn á vøll
in fyri at vinna hvønn dyst, og
tí má málið sjálvandi vera at
vinna bæði landskappingina
og steypakappingina.
Sveinur ásannar tó, at
smali hópurin kann gerast
ein trupulleiki.
Ja, tað er eingin ivi um,
at smali hópurin hjá okkum
kann gerast ein trupulleiki.
Um fleiri spælarar ikki
koma afturat hópinum, so
fara vit ikki at hava ráð til
serliga nógvar skaðar á lið
num, og hetta kann sostatt
gerast ein trupulleiki.
Tá vit síðani spurdu
Svein, hvørjum liðum hann
væntaði sær harðast kapp
ing frá, ivaðist ungi skála
maðurin eitt sindur.
Eg havi ikki serliga
nógv at døma út frá, men
hyggja vit til dømis eftir
kappingina, sum var í Havn
síðsta vikuskiftið, so tykist
KÍF at hava eitt rættiliga
gott lið. Eg vænti eisini, at
bæði Kyndil og Neistin vera
væl við í ár, men sum heild
vænti eg eina rættiliga javna
og spennandi kapping, har
øll liðini kunnu taka stig frá
øllum, sigur Sveinur.
Verjan hevur
nógv at siga
At enda spurdu vit Svein,
hvørjir
týdningarmestu
eginleikarnir vóru hjá StÍF
á vøllinum.
Verjan hjá okkum hevur
altíð verið rættiliga stinn,
og hon verður sjálvandi eis
ini týdningarmikil til kom
andi kappingarár saman við
Marian í málinum. Haraftur
at hevur eitt av eyðkennu
num hjá StÍF altíð verið
skjóti hondbólturin, men
síðstu árini hevur hetta hal
ta eitt sindur. Ætlanin hjá
okkum er tó at fáa skjóta
spælið fram aftur á liðnum,
sigur Sveinur.
Hinvegin má smali hóp
urin metast at vera ein av
veikleikunum hjá liðnum, tí
sum nú er fara vit slett ikki
at hava ráð til skaðar, stað
festir Sveinur at enda.
Tað verður spennandi at
fylgja við gongdini hjá stra
ndingum komandi kapping
arár, og serliga spennandi
verður at vita, um tað aftur
í ár fer a eydnast StÍF at
vinna steypakappingina –
ella kanska bæði steypa
kapping og landskapping.
Strandingar miða høgt
- Fleiri av teimum, sum vóru við á liðnum í fjør, hava slett ikki vant enn í ár, og tí kann hópurin í løtuni tykjast vera heldur
tunnur, sigur stórskjúttin hjá strandingum, Sveinur Justinussen.
Mynd: Álvur Haraldsen
Claus skal venja strandingar
Jakob Jónson, sum var venjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF
síðsta kappingarár, er ikki longur knýttur at felagnum. Hann er
blivin venjari hjá besta kvinnuliðnum í Neistanum, og tí var
neyðugt hjá StÍF at finna ein nýggjan venjara. Og hetta tók
teimum ikki langa tíð. Stutt eftir farna kappingarár bleiv kunn
gjørt, at fyrrverandi neistavenjarin, Claus Rasmussen, og StÍF
vóru blivin samd um eina avtalu, sum ger, at Claus skal venja
standingar komandi kappingarár.
Nýggjur dani í StÍF
Ávísar broytingar eru hendar í hópinum hjá StÍF í mun til
síðsta kappingarár. Spælandi venjarin, Jakob Jónson, er ikki
í felagnum longur, tí hann er farin at venja kvinnurnar hjá
Neistanum. Heldur ikki íslendski stórskjúttin, Finnur Hans
son, er at finna í StÍF longur. Hann er farin til meistararnar
úr Kyndli, og m.a. av hesi orsøk hava strandingar fingið ein
nýggjan dana afturat hópinum. Talan er um 31 ára gamla
Danny Syhler, sum m.a. skal styrkja um bakketuna hjá
strandingum.