mikudagur 26. september 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 186 - 26. september 2007
Hernaðarstýrið í
Myanmar valdi at
steðga mótmælisgong
unum við makt
Hóast útgongubann vóru
fleiri túsund mótmælisfólk
í gøtunum í størsta býnum í
Myanmar, Yangon, í morg
un. Men har vóru eisini væl
vápnað løgreglulið, sum
vóru komin inn í býin um
náttina.
Tað varð skjótt týðiligt,
at løgreglumenninir høvdu
fingið boð um at steðga
mótmælisgongunum. Teir
tveittu fleiri granatir við
táragassi eftir teimum mót
mælandi, og tá tað ikki var
nóg mikið, vórðu fleiri fólk
tikin. Eygnavitni siga, at
minst 80 munkar vóru mill
um tey tiknu, og at teir blivu
bukaðir og drignir eftir veg
num.
Aðrar keldur vistu at siga,
at fleiri andstøðufólk vórðu
tikin seinastu nátt, og at
Aung San Suu Kyi, and
støðuleiðari, varð flutt úr
húsavarðhaldinum til eitt
fongsul.
Fleiri lond hava ávarað
hernaðarstýrið í Myanmar
ímóti at steðga mótmælun
um við harðskapi. ES hevur
sagt, at tað fer at seta revsi
tiltøk í gildi alt fyri eitt, um
stýrið nýtir harðskap og
George W. Bush, forseti,
segði í gjár, at USA hevur
longu hert síni tiltøk ímóti
hernaðarstýrinum.
Stutt Sagt
Óvæntað
gos
Jarðfrøðingarnir í Ný Sæ
landi stóði sum Kánus, tá
gosfjallið Mount Ruapehu
brádliga fór at goysa í gjár
kvøldið. Nógv fólk vóru í
fjøllunum og stóðu á skíð,
og tey máttu fáast oman í
skundi. Gosið vardi sjey
minuttir, men nú vænta
jarðfrøðingarnir, at fjallið
fer at goysa aftur hvørja
løtu. Mount Ruapehu er
mitt ímillum teir stóru
býirnar Wellington og
Auckland, og tað kom eis
ini púra óvart á fólk og
myndugleikar har, at fjall
ið fór at goysa í gjárkvøld
ið.
Ikki til
Myanmar
Fleiri danskar ferðaskriv
stovur hava valt at strika
Myanmar av ferðaskránni
orsakað av teirri spentu
støðuni har. René Ander
sen, stjóri á ferðaskrivstov
uni Hannibal & Marco
Polo, sigur við Ritzau, at
tey hava eingi ferðafólk í
Myanmar nú, og at allar
ætlaðar ferðir í heyst eru
avlýstar. Síðani 1998 hev
ur danska stjórnin mælt
ferðaskrivstovum frá at
senda fólk til Myanmar, tí
tað kann tulkast sum stuð
ul til hernaðarstýrið her,
men skrivstovurnar hava
ikki gjørt eftir áheitanini.
Svii sendast
til USA
Í Kekkia hava myndug
leikarnir gjørt av at eftir
líka einari amerikanskari
áheitan um at útflýggja
Oussana Abdullah Kassir,
sum sambært amerikanska
ákæruvaldinum
hevði
eina yvirgangsvenjingar
legu í statinum Oregon í
1999. Tann 40 ára gamli
Kassir er svenskur ríkis
borgari, og amerikanarar
nir hava lovað, at hann
kann
fáa
løgfrøðiliga
hjálp úr Svøríki og Týsk
landi, tá hann kemur fyri
rættin. Verður hann funnin
sekur, kann hann fáa lív
langt fongsul.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Eg fekk gásarhold, tá eg kom at hugsa um, at eg
kanska hevði sæð Madeleine McCann
(Clara Torres)
útlond
Ein sponsk kvinna, sum var
og ferðaðist í Marokko,
fekk eyga á eina ljóhærda
smágentu og tók mynd av
henni. Er tað Madeleine
McCann?
– Eg hvakk við, tá eg
skilti, at hetta kundi vera
Madeleine McCann, sigur
Clara Torres við spanska
útvarpið.
Herfyri var hon saman
við einum ferðalagi í Ma
rokko. Ein dagin tey komu
koyrandi í bussi, varnaðist
Clara Torres eina ljóshærda
smágentu á bakinum á ein
ari marokkanskari kvinnu.
Eg og drongur mín sóu
gentuna. Eg tók eina mynd
út ígjøgnum vindeygað á
bussinum. Vit tosaðu um, at
hetta kundi vera Madeleine
McCann, sum var horvin í
Portugal, men vit skúgvaðu
tankan
frá
okkum
og
gloymdu myndina, sigur
Clara Torres við spanska út
varpið.
Nú hevur honm framkall
að filmin og víst sponsku
løgregluni myndina. Ein
talsmaður hjá løgregluni
sigur, at málið verður tikið í
størsta álvara.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at fólk siga seg hava sæð
Madeleine
McCann
í
Marokko. Fyrr hava tvær
kvinnur úr Bretlandi og
Noregi boðað frá, at tær
hildu seg síggja ta horvnu
gentuna í býnum Marrakesh
í summar. Tær báðar kvinn
urnar hava einki við hvør
aðra at gera.
Hetta
kann vera
Madeleine
Munkar tiknir og bukaðir
Ein ljóshærd genta í Marokko. Kann tað vera Madeleine?
Alvápnað løgreglulið royndu at
forða mótmælistiltøkunum, og fleiri
fólk vórðu tikin
Ísraelski forsetin,
Shimon Peres, heldur
lítið um, at iranski
forsetin, Mahmoud
Ahmadinejad,
fekk orðið á einum
lærdum háskúla í
New York
Eg skilji ikki, at ein so
høgt mettur lærdur háskúli
sum Colombia University
skal bjóða einum lygnara at
halda røðu fyri teimum
lesandi. Maðurin heldur jú
uppá, at nazistarnir gjørdu
ikki jødunum nakað. Hetta
endurtók hann eisini fleiri
ferðir á lærda háskúlanum
hendan dagin. Maðurin er
staðfestur sum lygnari, sig
ur Shimon Peres við Reut
ers.
Ísraelski forsetin heldur,
at tað, sum hendir við Mah
moud Ahmadinejad og Iran
minnir ikki sørt um tað,
sum hendi Adolfi Hitler og
Týsklandi í árunum undan
seinna heimsbardaga.
Men valdu at tingast við
Hitler. Chamberlain fór at
tosa við hann. Men hvat
kom burturúr? Jú, tað eydn
aðist Hitler at fjala, at hann
var í ferð við at byggja týn
ingarlegur til jødarnar og
onnur, sigur Shimon Peres.
Júst sum við Hitler
Shimon Peres er sera
misnøgdur við, at
iranski forsetin slapp á
røðarapallin á Colombia
University í New York