mikudagur 26. september 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 186 - 26. september 2007
Vit sita øll spent
og bíða, tá Ma Sita
tekur orðið. Hon er
klødd í appilsingul
klæðir og situr í lotus-
støðu á einum borði
framman fyri okkum.
Vit eru til Joga-tiltak í
Miðlahúsinum..
TilTak
Sonja Dalsgaard Nolsøe
Annika Hedegaard Isfeldt
Hóskvøld. Pinnarnir á stóru
klokkuni á Havnar Kirkju
vísa, at klokkan júst er farin
av hálvgum sjey. Vit koma
stressaðar oman í miðbýin,
har kvøldsins fyrilestur um
joga akkurát er byrjaður.
Innkomnar í forhøllini á
Miðlahúsinum síggja vit, at
her longu er við at vera
rættiliga nógv fólk savnaði.
Hóast meginparturin av
teimum uppmøttu eru kvinn
ur, eru eisini einstakir
menn, ið hava valt at brúka
hetta hóskvøld til at læra
meira
um
fyribrigdið
“joga”, ið mangan hevur
verið tosað um í fjølmiðlu
num seinastu árini.
Meditativ sangløta
Vit sita øll spent og bíða, tá
Ma Sita tekur orðið. Hon er
klødd í appilsingul klæðir
og situr í lotusstøðu á ein
um borði framman fyri okk
um. Ma Sita byrjar at greiða
frá, hvussu sangurin skal
skipast. Hon syngur orðini
nakrar ferðir fyrst, og tá vit
hava hug, kunnu vit fylgja
henni. Vit byrja við einum
sangi hjá upprunafólkinum
í New Zealandi. Hesin sang
ur snýr seg um at vera “eitt
við óendaligheitina”. Vit
stemma øll í og fylgja Ma
Situ tá hon broytir sangin,
syngur veikari ella skjótari.
Vit
syngja
tilsamans
tríggjar sangir. Allir verða
sungnir í einum djúpum
tónalagi og heilin vibrerar.
Onkur hevur hug at sovna,
meðan onkur annar fær ilt í
hálsin. Men tá sangløtan er
at enda komin, sita vit báðar
við einari heitari kenslu av
vælveru í kroppinum.
Og hettar var bara byrj
anin.
Var hyperaktivur
Swami Janakananda trínur
innar og setur seg til rættis
á borðinum. Hann byrjar at
fortelja um sínar egnu upp
livingar við joga. Hann fekk
sum átta ára gamal, nervøs
ur (hyperaktivur) drongur,
boð frá læknanum um at
leggja seg á stovugólvið í
15 min. um dagin við aft
urlatnum
eygum.
Hetta
hjálpti honum sera nógv, og
sum tannáringur hevði hann
hug at læra meira. Síðani
fór hann til India við joga
lærara sínum. Tað var ikki
ætlan hansara, men í India
gjørdist hann jogalærari og
sá hetta sum sítt kall. Tá
hann kom aftur til Danmark
ar, setti hann ein joga skúla
á stovn og hevur síðani
víðkað virksemið sítt. Í dag
hevur hann, saman við Ma
Situ, ein skeiðsdepil í Svø
ríki, umframt at hann ferð
ast kring allan heim og held
ur skeið.
Hjálpir móti strongd
Swami Janakananda undir
vísir í upprunaligari joga.
Nógv hava roynt at uppfinna
nýggjar greinir innanfyri
joga, eftir at Jane Fonda
gjørdi joga moderna í 80un
um. Vit kenna powerjoga,
joga í upphitaðum rúmi og
joga
í
fitnesscentrum.
Swami Janakanda heldur at
hetta er í ordan, um folk fáa
nakað burtur úr hesum. Men
hetta heldur hann ikki kann
nevnast joga.
Í nútíðar samfelagnum er
strongd vorðin ein fólka
sjúka. Swami Janakananda
metir, at joga og meditatión
er eitt tað besta amboðið
ímóti strongd. Við medita
tiónini fert tú niður í ein
djúpari støðu, har heila
impulsirnar minka. Hetta
fær heilan at slappa av. Tað
er eisini prógvað, at tá tú
stendur í einari jogastøðu,
minka spenningarnir í vødd
unum og tú slappar av í
kroppinum.
Átta stig
Joga og meditatión kann
nýtast til at hjálpa fólki við
nógvum ymiskum trupul
leikum. Meditatiónsteknikk
irnir kunnu nýtast til at
samla tankarnar og slappa
av áðrenn eina próvtøku,
hjá tannlæknanum ella tá
ein kona skal eiga. Eisini
fólk við trupulleikum sum
t.d. tinitus, astma og dia
betes kunnu heinta hjálp í
læruni um joga og medita
tión.
Í joga eru 8 stig, ein kann
fara ígjøgnum. Raðfylgjan
er sum so tilvildarlig. Trin
ini fevna um reinsilisis
mannagongdir, andadrátts
venjingar, meditation og
joga støður. Ímeðan Swami
Janakananda greiddi frá,
vísti Ma Sita okkum nakrar
av hesum støðum.
Fyrilesturin varð avrund
aður við, at folk kundu seta
spurningar og siga frá egn
um royndum og uppliving
um við joga.
Meditatión
At enda skal Swami Jana
kananda vegleiða okkum
ígjøgnum eina meditatión.
Ljósið verður dempað, tí
myrkur fær kroppin at
slappa av. Vit lata eyguni
aftur og Swami Janakananda
fer undir at vegleiða okkum.
Vit skulu lurta eftir øllum
ljóðunum í rúminum og
gera okkum eina heildar
mynd av tí vit hoyra. Um
tankar treingja seg uppá,
skulu vit bara góðkenna teir
og skúgva teir til viks.
Síðani skulu vit hugsa um
andadrátt okkara og beina
tankar okkara burtur beinan
vegin. Vit skulu føla okkum
til staðar í nú’inum. Hetta
kendist ótrúligt! Tað er tor
ført at lýsa, men kroppurin
slappaði fullkomiliga av og
gjørdist tungur sum blýggj.
Tað kendist, eins og tað
bleiv meira pláss í heilanum.
Alt eg (Sonja)sansaði var
inni í rúminum eg sat í.
Swami Janakananda tosaði
og rødd hansara var inni í
høvdi mínum. Eg kendi
meg veruliga til staðar og
upplivdi tankarnar og sinn
ið.
At enda vórðu vit biðin
um at lata eyguni upp og
líta íkring í rúminum. So
leiðis endaði hetta serliga
hóskvøldið niðri í Miðla
húsinum.
Joga
er balsam
fyri likam
og sál
Eftir at hava tosað við Swami Janakananda og Ma Situ mikukvøldið og hava verið til fyrileysturin um joga hóskvøldið, hava vit
fingið eitt nógv størri innlit í, hvat joga veruliga er. Og tað kann væl hugsast, at vit einaferð fara á jogaskeið í Svøríki…