Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 186 • 26. september 2007 MIÐvIkaN 27 Nú kann tað vera, at Vesturhavið Blíða ikki sigur teimum ungu í dag nakað serligt. Men soleiðis var tað ikki fyri 50 árum síðani, og skal her verða tikið aftur í henda týdningarmikla partin av okkara fiskiveiðusøgu. “Vesturhavið Blíða” var fyrsta stállínuskipið, og kom tað til Før­ oya seinast í 1956, og var hetta ein søgulig hending í nútíðar fiskiveiðusøgu. Tað, sum varð sagt í seinasta parti um søguna hjá línubátunum, er eisini galdandi fyri Vesturhavið Blíða. Men hetta skip hevur ta serstøðu, at tað var fyrsta stál­ línuskipið. Tað byrjaði fiskiskap í 1957, fyri 50 árum síðani, og er tí vert eina serliga umrøðu. Fyrst er at siga, at skiparin var Jákup Andreas Vang, ættaður úr Kálvhúsinum á Glyvrum, er ein “legenda” í føroyskari skipasøgu. Hann var ein úrmælingur á mang­ an hátt. Fiskiklógv var hann, og hann var ein pressari sum fáur. Hann hevði verið skipari á gamla Columbus, har Tórhallur eisini sigldi við í fleiri ár, sum longu er greitt frá fyrr í hesi greinarøð. Jákup Andreas var roknaður at vera sjálvskrivaður til Vesturhavið Blíða. Tá so Højgaard­fyritøkan nøkur ár seinni fekk ein nýggjan fransktbygdan Columbus, gjørdist Jákup Andreas skipari á honum. Vesturhavið Blíða fekk eina sera dramatiska byrjan bæði á ein og annan hátt. Ein tann fyrsta ferðin hjá skipinum var at fara til Havnar at fáa útgerð og at fáa manningina tuberklakannaða. Hetta var beint undan nýggjárinum í 1957. Meðan manningin er uppi í Hoyd­ ølum, brestur eitt slíkt illveður á, at Vesturhavið Blíða ikki hevði annan møguleika enn at fara av Havnini aftur. Tískil kom mann­ ingin at liggja veðurføst í Havn nýggjárið av. Tá ljóskastarin bjargaði lív Tann 3. januar 1957 siglir íslend­ ski trolarin Goðanes á Flesjarnar. Tá var boð eftir Vesturhavið Blíða, og tóku teir eisini lut í bjarg­ ingararbeiðinum, har tað eydn­ aðist at bjarga allari manningini uttan skiparanum, sum fórst. Tað, sum kom at hava ein ser­ ligan týdning, var, at Vesturhavið Blíða hevði ljóskastarar, sum ikki var so vanligt tá. Tá bjargingin fór fram í myrkri, hevði tað av­ gerandi týdning, at Vesturhavið Blíða hevði hendan møguleikan at kunna seta ljós á, har tørvur var fyri tí. Tað var gamli Rókur hjá Skipafelagnum, sum stjóraði manningini av skipinum, sum øll kom umborð á Vesturhavið Blíða. Hesum hava vit greitt frá í sam­ band við 50 ára minningarhaldið fyri hesa hending fyrr í ár. Fyrsti túrur kundi verið tann seinasti Síðan verður farið til Íslands fyrsta túr. Og hetta kundi eins væl gjørst tann einasti túrur hjá skipinum. Aftanfyri hetta liggur ein sera dramatisk søga, sum bert hevur verið á prenti í FF­blaðnum. Illveður var, tá ið teir koma undir jøkulin í Breiðaflógvanum at fiska. Tá hendir tað óhapp, at eina ferð teir eru lidnir at seta, fáa teir ein enda um skrúvuna, og maskinan steðgar við brestin. Hetta var tað allarringasta, sum kundi henda. Teir vóru nær við land, og tað var pálandsvindur. Tískil var tað bert ein spurningur um tíð, nær teir róku á land. Hetta vildi ikki verið gamansleikur, sum veðrið var. Roynt varð at fáa endan av aftur, men hetta bar als ikki til. Roynt varð eisini at sleppa út frá við seglum, men hetta gekk ikki heldur. Tað var slíkt illveður, at ís­ lendski flotin lá inni. Tó var ein íslendskur trolari á ísfiskaveiðu nærindis. Hann bjóðaði sær til at veita hjálp. Trupulleikin var bert tann, at hann, fyri at seta fast, kravdi eina millión føroyskar krónur fyri ómakin. Hetta var ríkiliga tað, sum skipið var vert. Teir á Vesturhavinum Blíða høvdu ikki nógv forstáilsi fyri hes­ um kravi. Beint frammanundan hevði teirra skip verið við til at bjarga eini heili íslendskari manning uttan at krevja nakað afturfyri. Og nú skuldi ein íslend­ skur trolari gera sær dælt av støðuni, nú teir vóru komnir so illa fyri, sum talan var um her. Støðan var hættislig, og allir skiltu álvaran í støðuni. Teir sóðu brimið við klettin, sum nærkaðist í hvørjum. Jákup Andreas hevði skipsráð á brúnni. Hann greiddi frá, at støðan var hættislig. Men varð kravið hjá íslendska trolaranum eftirlíkað, merkti hetta, at teir mistu hetta nýggja skipið, áðrenn tað var byrjað. Skuldi skipið kortini fara, skul­ du teir fyrst á ein annan hátt gera eina dramatiska roynd at sleppa úr trongdini, teir vóru í. Avrátt varð við maskinmeist­ aran, sum var Hallgrim Poulsen av Strondum, at maskinan skuldi fyrst fáast at koyra við fullari ferð í tómgongd. So skuldi koblast í. Tá kundi væl henda, at maskinan fór í knús, og tá var so einki at gera. Men tað kundi eisini henda tað undur, at hetta kundi fáa loyst endan so frægt, at skrúvan fór í gongd aftur. Og lukkuvís var tað júst hetta, sum hendi. Skrúvan fór at mala, og skipið fekk ferð aftur. Víst ikki so nógva, men so mikið, at tað bar til at sigla út frá landi aftur. Uttanfyri lá íslendski trolarin og bíðaði eftir sínum “fongi”, sum nú fór av húkinum aftur! Men teir á Vesturhavinum Blíða sigldu runt trolaran og floytaðu! Síðan varð kósin sett á Reykjavík. Maskinmegin var lítil, so teir nýttu eisini segl. Kortini gekk so mikið seint, at hesin túrur, sum vanliga skuldi tikið fýra tímar, tók 28 tímar. Tað skal eisini sigast, at mask­ inan slapp ikki óskalað. Árið eftir fingu teir ein ein stóran maskin­ skaða. Móttiknir sum hetjur í Reykjavík Á Reykjavík vórðu teir móttiknir sum hetjur, sum teir, ið høvdu verið við til at bjarga manningini á Goðanes beint frammanundan. Teir fingu nógva umrøðu í íslend­ sku bløðunum. Hesin fyrsti túrur gav ikki tað stóra í fiski, eini 600 skippund (á 160 kg.) Síðan fóru teir ein túr við gørnum. Men tá frættist, at Brestir við Júst í Túni var farin at fáa fisk á Flemish Cap, so næsta túrin aftur varð lagt vestur um hav. Fyrst varð tó farið til Grønlands, men her var nógvur ísur, og tí var lítið at fáa. Kundi fingið somu lagnu sum Titanic So varð farið til Ný Foundlands. Hetta vóru heilt aðrar leiðir. Eisini tí, at her var neyðugt at duga enskt fyri at samskifta við land. Og tað var bert hendinga maður, sum kláraði tað. Trupulleikarnir vóru eisini aðrir, enn teir vóru vanir við. Einaferð lógu teir heilar fýra dagar inni í St. John, tí teir ikki høvdu syrgt fyri at hava rottu­ sertifikat. Sama trupulleika høvdu onnur føroysk skip eisini. Á veg til Ný Foundlands kundi aftur verið galið. Teir høvdu, eins og Titanic á sinni, ikki varnast, at ísur var á leiðini. So eina náttina sigla teir við fullari ferð beint á eina ísbrúgv. Tað var, sum rímiligt er, ein rættiligur hvøkkur, og teir vaknaðu allir umborð sum við kaldan dreym. Men tíbetur hendi eingin skaði. Teir sigldu soleiðis á ísbrúnna, at gronin fór undan upp á ísin heldur enn at brotna. Men fiskurin var nógvur. Teir gjørdu tveir túrar hetta árið, og hvørgan av teimum høvdu teir 30 setur. Serliga minnist teir eina setu, har línan flotnaði upp av ov­ vaksnum toski. Teir hildu, at bert hendan setan gav útimóti 100 skippund ella ein tíggundapart av lastini. Hørð drift Flemish Cap verður roknað fyri at vera eitt illveðurshol. Men tað varð nærum altíð fiskað. Har­ garð Tvørfoss minnist bert eina ferð, at teir ikki settu. Tá var so nógvar vindur, at línan feyk úr línurennuni, so tað bar snøgt sagt ikki til at seta hana. Jákup Andreas var ein pressari. Men sagt verður eisini, at hann legði nú ikki meira á hinar enn seg sjálvan. Annars er ein onnur søga um, at einaferð Brestir og Beinir komu inn á Skálafjørðin fyri illveður, fór Vesturhavið Blíða út til fiskiskap. Tá skuldi Eiler siga: “Ja, nú liggur fyri, tit hava alt havið fyri tykkum sjálvar”. Men hvussu var og ikki. Tá ið Brestir og Beinir hildu, Vesturhavið Blíða – eitt 50 ára minni Jákup Andreas Vang var føddur 21. juli 1914. Hann fór til skips í 1929 við William Martin. Krígsárini var hann við Líttlu Emmu og Lizzie, men róði út meginpartin av krígárunum. Veturin 1945/46 gekk hann á skiparaskúla, og í 1946 gjørdist hann skipari á Galatheu hjá Símun á Høgabóli. Síðan fór hann við gamla Columbus, sum longu er greitt frá. Kona Jákup Andreas var Sanna, ættað úr Hoygarðinum á Toftum. Hon var eisini roknað fyri at vera eitt stak skilafólk og konubrot. Tey átti dótrina Lenu (Mørk) og synirnar Martin og Sunvar Her liggur Vesturhavið sum so ofta tungt í sjónum