mikudagur 26. september 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
28
at nú viðraði at fara út aftur,
var Vesturhavið Blíða á veg til
markna.
Annars minnist Hargarð ein
tilburð, tá tað eisini kundi gingið
galið. Teir stóðu vanliga 10 mans
og egndu í øðrum skúrinum.
Einaferð allir 10 vóru til kaffi, kom
eitt slíkt óløgi, sum sendi fremru
hurðina í egningarskúrinum
aftur gjøgnum allan skúrin. Her
hevur nógv staðið á. Hevði nakar
verið har tá, var ikki lætt at vita,
hvussu endin hevði verið.
Menn komu undan
Inntøkurnar vóru ikki framúr í
mun til arbeiðið, men tó góðar í
mun til, hvat ið kundi fáast við
slupp. Vanliga varð roknað við,
at ein “normal” ársinntøka við
línuskipi lá um kr. 12.000. Tað var
nógv umtalað, tá ið manningin á
Columbus nakað inni í 60-unum
hevði havt eina ársinntøku uppá
heilar kr. 17.000! Hetta var fyri at
vera hvønn túr við.
Teir flestu av manningini á
Vesturhavinum Blíða vóru ungir
menn. Og hesir fingu ein annan
fyrimun vegna tess, at reiðaríið
eisini hevði timburhandil. Tá
kundi manningin keypa byggitilfar
frá reiðarínum og gjalda tað av
hýruni, so hvørt hon varð forvunn-
in. Tá kundi tað bera til skjótt at
gerast skuldarleysur, og hevði
hetta sjálvsagt eisini sín stóra
týdning.
Jákup Andreas -
framúr sum skipari
og menniskja
Ein sum kom at sigla nógv saman
við Jákup Andreasi, og sum kom
at kenna hann sera væl, er Sámal
Knudsen av Glyvrum.
Sámal byrjaði sum kokkadrong-
ur við Vesturhavinum Blíða.
Seinni gjørdist hann dekkari.
Hann var av inn í millum, men
kom so eisini at sigla saman við
Jákup Andreasi við Columbus,
har hann eisini hevur verið
maskinmaður. Teir komu eisini at
hava nógv saman, eftir at Sámal
var givin at sigla, og lagnan vildi
tað so, at Sámal helt í hondini á
Jákup Andreasi, tá ið hann doyði
í 1980 bert 65 ára gamal.
Sámal hevur bert alt tað besta
at bera sínum gamla skipara
- bæði sum skipara og menniskja.
Eitt serkenni fyri hann var, at
hann føldi eina serliga ábyrgd
fyri teimum ungu. Hann bæði
vildi verja teir, samstundis sum
hann vildi venja teir til menn.
Hansara umsorgan kom ikki minst
til sjóndar, tá komið var inn í
fremmanda havn, har freistingar
kundu lúra. Tá hevði hann serligt
eyga við teimum, so teir skuldu
koma heilskapaðir umborð aftur.
Tað var dømi um, at hann stóð á
brúnni alla tíðina skipið lá inni av
umsorgan fyri manningini.
Jákup Andreas var rokskipari,
men hann hugsaði ikki bert um
rúgvuna, sum annars onkuntíð
hevur verið eyðkenni fyri føroy-
ingar. Hann fylgdi væl við
arbeiðinum umborð. Hann fór í
lastina at tryggja sær, at alt var í
lagi við hagreiðingini av fiskinum.
Hetta gjørdi hann serliga fyrst
á túrinum. Tí, sum hann segði,
“grundarlagið skuldi jú vera í
ordan”. Og tað var tað eisini. Tað
var ikki fyri einki, at hann fleiri
ár uppí slag fekk heiðursmerki
frá landsstýrinum ikki bert fyri
stóra veiðu, men eisini fyri væl
hagreidda veiðu.
Royndi eisini nýggjar
møguleikar
Jákup Andreas hevði eisini
hugflog og vildi royna nýggjar
møguleikar. Hesum greiðir
Herman Mørkøre frá. Herman
var annars við á sjálvari ferðini
hjá Vesturhavinum Blíða heim
til Føroya í 1956. Hann hevði
siglt við norðmonnum í fleiri ár
og gekk á skiparaskúla í Noregi.
Hann kom tískil heim til Føroya í
jólaferiu við nýggja skipinum.
Herman greiðir frá, at Jákup
Andreas á heysti 1958 tók tað tá
óhoyrda stig at fara til Grønlands
á saltfiskaveiðu. Teir fóru avstað
2. oktober. Hetta varð roknað at
vera slíkur ørskapur, at stórur
partur av manningini ikki hættaði
sær við. Teir fiskaðu út fyri Arsuk
í Suðurgrønlandi, og seks vikur
seinni komu teir heim við fullari
last. Seinni gjørdist hetta ein av
møguleikunum hjá línuskipunum.
Í seinnu árum keypti hann
Vørðuna, sum fekk navnið
Vesturhavið. Hetta var seinasta
skip yvirhøvur, sum hevur verið
í sjálvdrátti. T.v.s. at hvør maður
fekk løn í mun til fiskatalið, hann
dróg á dekkið. Hesin túrur var
23.5.-15.9 1975 ella 114 dagar.
Og lønin pr. fisk var kr. 2,13.
Næstu ferð
Í komandi og seinasta parti
verður verður drigið saman um,
og tað verða fleiri frásagnir frá
Tórhalli. Millum annað um, tá ið
hann bað ein mann ikki doyggja,
fyrr enn teir høvdu lagt skipið at!
Manningin 1. túrin hjá “Vesturhavinum Blíða”
5.1.-15.3 1957
Skipari
Jacob Andreas Vang
Glyvrar
1. bestim.
Joen Jacob Johannesen
Søldafjørð
2. bestim.
Sjúrður Nielsen
Saltangará
1. motorp.
Hallgrim Poulsen
Strendur
2.-
Theodor Højgaard
Toftir
kokkur
Ivan Gaardbo
Toftir
dekkari
Oluf Vang
Glyvrar
-
Jógvan Weihe
Søldafjørð
-
Martin Magnussen
Glyvrar
-
Hermod Magnussen
-
-
Karl Jacobsen
-
-
Amon Djurhuus
Søldafjørð
-
Viljormur Nielsen
Saltangará
-
Hans Marius Nielsen
-
-
Hilmar Jacobsen
Syðrugøtu
-
Hans David Gregersen
-
-
Asbjørn Olsen
-
-
Hanus Olsen
Oyrabakki
-
Edvard Johannesen
-
-
Reinhard Rasmussen
Norðskáli
-
Petur Ellingsgaard
Eiði
-
Jacob Høj
Strendur
-
Óli Finnson
Lamba
Her liggja teir við bryggju í New Foundlandi og taka útgerð
Her er lagið gott umborð. Frá vinstru eru: Tórur Arge, Jákup Høj,
sum sigldi nógv ár við Jákup Andrias, og sum var fastur avhøvdari,
Sámal Knudsen og Eilif Jacobsen
Her eru teir inni. Uttast til vinstru er Oluf Vang, beiggi Jákup
Andreas. Uttast til høgru Dagfinn Petersen. Maðurin í keppi man
vera Jákup Høj. Honum sigldi Tórhallur eisini saman við
Hesa myndina frá 1957 fingu vit beint nú frá Johan Kass. Hon
stavar frá, at Atlantsfarið og Austerlitz eru inn í Bonavista í New
Foundlandi. Uttast til høgru er Johan sjálvur og uttast til vinstru
Eiler Jacobsen. Tað er bert ein dagur millum teir. Teir eru føddir
ávikavist 29. og 30. juli 1930. Undir liðini á Johan situr pápi hansara
Bartal, ein av okkara sera kendu skiparum. Í aftara rað er annars ein
prestur, og frammanfyri umboðsmaður fyri Russel, sum var agentur
hjá skipunum, saman við húshaldirsku
nr. 186 • 26. september 2007