hósdagur 27. september 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 27. september 2007
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Martha Joensen fer til gravar úr Miðvágs kirkju í
dag kl. 14. Tey, ið vilja minnast Marthu kunnu lata
Missónshúsinum eina gávu.“
Hans Andrias Olsen, úr Árnafirði, andaðist miku
dagin á Sambýlinum á Heygnum, 80 ára gamal.
Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi
heim í Christianskirkjuna, leygardagin kl 18.00.
Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni sunnu
dagin kl.13.30. Tey, ið vilja minnast Hans Andrias,
kunnu lata eina peningagávu til kirkjuna í Árnafirði,
konta í Norðoya Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
Fyri 40 árum síðan:
Realskúlaflokkur í 1967
Dagurin
28. september. Vencelaus, deyður í 935. Sonur hertogan
Vratislav í Bøhmerlandi. Av øvund læt heidni bróðirin
Boleslav hann myrða. Gjørdist verndarhalgimenni hjá
Bøhmen og er jarðaður í Sankta Vensils Kapelli í Vitus
kirkjuni í Prag, sum er bygd oman á toftunum av tí rot
undu, hann sjálvur læt byggja
Her er ein av myndunum
frá stóru realskúlaframsýn
ingini,
sum
Jórunn
Dánjalsdóttir skipaði fyri í
Kommunuskúlanum í Havn
í summar. Myndin er tikin
uttan fyri Realskúlan av
realskúlanæmingunum í 3.
C í 1967.
Dreingirnir f.v.: Jóhann
Mortensen, Jóan Hendrik
Johannesen, Jóanes Lindar
stein, Sólbjørn Mortensen,
Kári Øster, Ingolf Johanne
sen, Ingi Helmsdal, Bjarki
Johannesen, Jákup Persson
og Helgi á Fløtti
Genturnar f.v.: Eydna
Nielsen, Solveig Egholm,
Lilja Jensen, Birgit Michel
sen, Jórun Borgarlíð, Bjørg
Simonsen, Turið Hansen,
Maria Mørkøre, Vilbjørg
Tórsheim, Elinborg Hansen,
Rannvá
Poulsen,
Anna
Maria Petersen, Bette Ras
mussen,
lærarinna,
og
Sussie Petersen
Myndaeigari: Helgi á Fløtti
Eg havi lovað mær sjálvari, at eg skal
skriva minningarorð um høgt elskaða
sonin hjá systur míni, Dánjal Jákup
Nielsen, ið andaðist, bert 6 ára
gamal.
Eg var til arbeiðis, tá ið eg fekk
tey tungu boðini um, at Dánjal
Jákup var druknaður á Tvøroyri,
saman við bestu vinkonu síni Báru
einans 7 ára gomul.
Dánjal Jákup var altíð í góðum
lag og fúsur til hjálpar, har tørvur
var á. Um summarið var hann altíð
og hjálpti teimum í Fámjin at
hoyggja, eins og at koyra traktor við
Niels Jákupi.
Hvørja ferð, hann skuldi til
Havnar, ringdi hann til mín og segði:
Fínamostur! Nú komi eg til Havnar
í boblubað hjá tær, og so fari eg í
SMS at eta í Burger King og BR at
keypa dinosaurar.....
Tá ið eg seinast eg var í Suðri, áðr
enn tú fórt til Várharra, prátaði tú so
nógv um, hvussu nógv tú gleddi teg
at fara í skúla í summar í Fámjin
sum einasti 1. floksnæmingur.
Eisini prátaði tú nógv um, at tú og
systkini Margit og Petra skuldu niður
til ZOO í Danmark.
Harmiligt at vita, at tú slapst ikki
at uppliva hetta, ið tú hevði glett teg
so nógv til.
Góðu tit, Evona, Arni, Margit og
Petra; sárt er tað hjá tykkum, at ein so
vøkur blóma er rykt upp við rót, og
bert eitt tómi (tómleiki) er eftir. Harrin
hjálpi okkum at varðveita tey kæru,
mongu og góðu minnini vit eiga eftir.
Má Harrin eisini hjálpa tykkum,
Eileen, Fróða og Teiti, at koma víðari
í hesi sváru neyð; men vit kunnu bert
gleðast um, at ein dag skulu tit síggjast
aftur í tað himalska stað.
Í Bíbliuni stendur skrivað, at vit
hava lænt hesi børnini, og hesi kæru
børn skulu vit ikki so hava so leingi.
Fríðbjørg Jensen syngur hesi orð í
einum vøkrum sangi hjá sær: “Sonur
mín, fyri mær liggur ein fjald lívsleið
tín.”
Tað er kanska gott at onki at vita
frammanu dan, so vit ikki stúra, og
lívið má halda fram hjá øllum, hóast
saknurin er stórur eisini hjá tykkum,
ommuni og abbanum og langommuni
í Froðba, ommuni í Fámjin, mostrum,
fastrum, og vinum hjá okkara kæra
Dánjal Jákupi.
Eg biði Várharra um at styrkja
tykkum, at tit skulu fáa ta hjálp og
tann styrk, ið tit hava brúlk fyri.
Hvíl í friði.
Emmely mostur, Svend Erik
gubbi, Sanna Katrin og Kamilla
Minningarorð um
Dánjal Jákup Arnason Nielsen
f.23.02.2000 d. 13.02.2007