hósdagur 27. september 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 187 - 27. september 2007
- viðmerking til
eina oddagrein í
Dimmalætting
Dimmulingarnir hjá Sam
bandsflokkinum hava hev
jað uggafjarðarnar, eftir at
hava líkst meiningsleysa
manninum mitt í eini mein
ing síðani 1. apríl. Dimma
hevur onga støðu havt til
nakað mál yvirhøvur síðani
blaðstýraraskiftið í vár,
undantakið er kanska konk
urrerandi festivalurin í
Klaksvík, hóast Árni Greg
ersen gjørdi greitt frá byrj
an, at oddagreinin framveg
is var propagandakvørnin
hjá Kaj Leo, Lisbeth,
Marjus & Co.
Hevur tú einaferð valt, at
gerast partur av heimsins
skitnasta handverki, so
mást tú rokna við at dálka
tær fingrarnar so av og á.
Soleiðis tók Finnbogi eina
ferð til, táið vit hugleiddu
um hetta merkiliga fyribrig
dið, sum politikkur er. Sum
sjálvvald skotskiva, eigur
ein at vera fyrireikaður til
teir fúlastu tøðleyparnar,
sum kunnu verða syftir úr
ymsum heraðshornum, til
eina og hvørja tíð, áðrenn
tú varir tað.
Eftir øllum at døma
byrjaði valstríðið á Dimmu
ígjárkvøldið. Árni hevur
hvest sær skutilin á fyrsta
sinni, og roynir sum frægast
at flensa hvøljuna upp á
eysturoyartingmanninum
hjá Tjóðveldinum. Tað er
hann hjartaliga vælkomin
til, men tó skal meira megi
til, enn hasin dukkufreturin,
at skala armeringini, eftir
tíggju baldrut ár í hesum
meldrinum. Ivaleyst fer
Árni einaferð at ásanna orð
ini um, at vøddarnir styrkna
og herðast mest í mótráki,
táið róð verður til miðis.
Nú kann hendan greinin
lesast við ymsum glareyg
um. Somikið kann sigast,
men táið bara ein politikk
ari er nevndur í greinini, so
halda tey flestu, sum hava
gjørt vart við seg, í hvussu
er, at eg eigi alla bukku
spannuna í oddagreinini. Er
tað so, lat meg so staðfesta
við sjeytummaseymi, at eg
ongantíð havi skírt
Dimmalætting fyri at vera
eina gøluelskandi brølapu,
ongantíð havi skírt hana at
vera ótrúverduga, tí hon
hevur dittað sær at grava í
málum, við úrsliti, sum ikki
er vorðið júst tað, sum
onkur upprunaliga hevði
væntað, at eg ongantíð,
ongantíð, havi vent mær til
Dimmalætting fyri at vera
spurdur um nakað sum
helst, hvørki lítið ella stórt,
heldur aldri havi eg sett
krav fram um at rudda
forsíðuna á blaðnum og
heldur ongantíð havi eg
skírt hesa gomlu tantuna
fyri at vera í lummanum á
ávísum áhugamálum. Rok
ni við at blaðstýrarin er so
mikið at sær komin, at hann
kann vátta hesa sannroynd.
Síðani hevur Árni Greger
sen fingið ilt í afturpartin
av einum fyrispurningi, ið
eg loyvdi mær at seta lands
stýrismanninum í menta
málum, í spurnartímanum á
tingi, í dag. Hetta verður
sagt í somu øðini og ferðini
sum alt hitt omanfyri nevn
da. Lat meg beinanvegin
vegin staðfesta, einaferð
fyri allar, at Árni Gregersen
kemur ongantíð, aldri, at
taka avgerðir um, tíansheld
ur at ávirka, hvat ið undirrit
aði skal taka sær fyri, so
leingi eg eri ein partur av
politisku skipanini. Líka so
lítið sum eg ætli mær at
vera redaktiónsovasti ella at
pilka við hvørt einstakt val
í tíðindaflutninginum hjá
úrvalda liði hansara, honum
og Dimmu.
Nú setir hann fyrispurn
ingin upp ímóti fíggjarlóg
ini. Og metir, at hesin í
mun til hana er óviðkom
andi, og ikki átti at verið
settur, ikki nú, men eina
ferð táið tað hóskar betri í
krammið hjá dimmulingu
num hjá Sambandinum.
Teir sita jú við valdinum,
oddagreinin er hvassi
ørvurin á politiska hermóti
Sambandsins, tí ræður um
at verja borg sum longst og
frægast. Eitt stjórnarblað
hevur serligar skyldur at
røkja í valdssferuni.
Fíggjarlógaruppskotið
fær ongin viðgjørt í løtuni,
tí tað verður ikki lagt fram
á ting, fyrrenn fríggjadagin
í vikuni. Viðgerðin verður
at fara fram í komandi
viku. Tó ómakaðu vit báðir
Høgni okkum at fara til
tíðindafundin úti í Albert
Hall seinasta fríggjadag, og
eru higartil teir einastu í
skipanini, sum í greinum
hava gjørt vart við okkara
støðu, um tað sindrið sum
higartil er likið út um hetta
stóra mál. Tí kennist eisini
tann ákæran rættiliga órími
lig. Helst hava vit verið ov
bersøgnir um fatalu meta
morfosuna hjá sambands
manninum Magna Laksá
foss í fíggjar og búskapar
politikkinum, tí kennir
Árni seg kallaðan at flyta
focus, í hesi tungu tíð, táið
tað byrjar at ríða undan
retorikkinum síðani 15.
mai, og lekin ímillum
teori og praksis hjá fíggjar
málaráðharranum setir øll
føroysk met.
Síðani er bara málið
viðvíkjandi Pálli Ismarssyni
eftir. Tað er rætt at málið var
frammi fyri tveimum árum
síðani, men málið tekur seg
uppaftur í almenninginum
nú um dagarnar, táið hann
sum borgari sáar iva um
føroyska fyrisiting í einum
rættiliga hvassorðaðum
lesarabrævi. Málið snýr seg
millum annað um, at Jógvan
á Lakjuni hevur biðið Páll
um at koma til fundar um
eitt mál, sum liggur í Menta
málaráðnum honum við
víkjandi. Har verður málið
viðgjørt, og innan fyri Var
makeldueiðið lesur lands
stýrismaðurin enntá upp úr
skjølum í málinum, á privat
ari grund, og ongi embætis
fólk er hjástødd. Nakað
eftir tað verður kallað inn
til fundar – ein sokallaður
non existing fundur, í
Mentamálaráðnum, har
Jógvan á Lakjuni, Eyð
bjørn Poulsen, Hans Johan
nes á Brúgv og Páll sjálvur
taka lut. Fyrsta aktin á
fundinum er ein fráboðan
um, at táið fundurin er
lokin hevur hann ongantíð
verið hildin. Ongi notatir,
ongi skjøl, onki nakað.
Fundurin er ein nonfund
ur. Um Dimmalætting
heldur, at hetta er røtt
mannagongd samsvarandi
fyrisitingarreglum og sið
venjum, so hevur onkur
ella fleiri drukkið eddike á
hasi redaktiónini. Sleppur
útinnandi valdið avstað við
hesum arbeiðslagnum, so
verða heldur ongi skjøl at
fáa alment innlit í, í tíðini
sum kemur. Heldur ikki
hjá Dimmu. Hvør skal tá
vera eftiransari og
røktingarmaður í føroyska
fólkaræðinum?
Eg kenni ikki Páll
Ismarsson, men eg kenni
fleiri av hansara næming
um, ígjøgnum mong ár.
Allir geva honum hitt besta
skotsmálið. Sera gløggur,
óvanliga arbeiðssamur og
hann mundi eiga størsta
heiðurin av, at tað í heila
taki varð farið undir víð
kaða maskinmeistarapróg
við í Føroyum.
Páll hevur sjálvur gjørt
málið alment aftur. Mín
áhugi er ikki persónligur.
Fyrispurningurin varð
settur, tí at mangt bendir á,
at fyrisitingin í Mentamála
ráðnum hevur klokkað so
gevaldiga í tí. Og er ein
møguligur órættur gjørdur
ímóti einum borgara í ein
um demokratiskum sam
felag, so skal órætturin
rættast aftur til rætt. Kunna
aðrar skipanir ikki gera
tað, fjølmiðlar sum eitt nú
Dimma millum annað, so
eigur onkur tingmaður at
gera tað. Hetta snýr seg
eittans um at verja demo
kratiið og fólkaræðisligu
rættindini hjá øllum, uttan
undantak. At Dimmalætt
ing so er farin í part við
politiska valdinum í landi
num, ja, tað er so tykkara
val, men lítið virðiligt fyri
eitt blað, sum heldur so
nógv um seg standa. Ann
ars er tað heldur ikki rætt,
sum Árni skrivar í odda
greinini, at málið er tvey
ára gamalt. Sambært Pálli
er tað ongantíð avgreitt
endaliga, og nú fer hann at
lata løgmanni málið.
Samstundis var tað latið
landsstýrismálanevndini á
tingfundinum í dag.
Havi ikki runnið upp á
dyrnar hjá Dimmalætting,
ætli mær tað heldur ikki.
Havi ongantíð tosað í
telefon við Dimmalætting,
uttan so, at hon ella tey
hava ringt til mín. Einasta
samskiftið eg havi havt við
hetta nú so sjónliga
sambandsorganið er, at eg
so hissini havi telduvarpað
teimum okkurt lesarabræv
ið, og so hevur tað verið
upp til blaðstýraran, um
hann hevur prentað tað í
blaðnum ella ikki. Er hetta
somikið lítið áhugaverdur
lestur, og verða innsendar
greinar mettar sum eitt slag
av hóttan mótvegis blað
num og blaðstýraranum, at
tit velja at sortera tað frá,
at lúka burturúr, so gjarna
fyri mína skuld. Sosialurin,
Norðlýsið og Oyggjatíð
indir liva enn sítt fríska og
sáliga lív, og tey bløðini
plaga nú ikki at vera pírin,
táið tað ræður um at røkja
demokratiska orðaskiftið í
landinum. So frægir demo
kratar eru Jan, Oliver, John
William og Dan hóast alt.
Annars, Árni, halt bara
fram í sama stíli. Hvøljan
er tjúkk, og eg missi á
ongan hátt náttarsvøvnin
av hesi bukkuspannini. Til
tað skal tøðrúgvan vera
væl størri í vavi. Vælsign
að allíkavæl, at tit so tíð
liga í valstríðnum gjørdu
okkum varug við, at tykk
ara lodd eru løgd í vágskál
ina hjá valdinum, samgong
uni og Sambandinum.
Geispandi neandertalarar
valdast!
Geispandi neandertalarar valdast!
Tórbjørn
jacobsen
Forlagið Fróðskapur hevur
givið út bók um fornfrøð
iliga útgrevsturin undir
Argisbrekku við Eiðisvatn í
árunum 198587
Ditlev L. Mahler hevur skriv
að, og bókin nevnist “Sæter
en ved Argisbrekka. Økono
miske forandringer på Færø
erne i vikingetid og tidlig
middelalder”.
Útgrevsturin undir Argis
brekku var eitt samstarv
millum elfelagið SEV og
Føroya Fornminnissavn fyri
at tryggja tær fornfrøðiligu
leivdirnar í økinum, sum
fóru undir vatn í sambandi
við vatnorkuútbyggingina
hjá SEV. Fornfrøðingarnir
funnu í minsta lagi 19 húsa
toftir eystaru megin Eiðis
vatn niðanfyri Argisbrekku,
og í ritgerðini leggur høvund
urin, sum leiddi útgrevstur
in, nágreiniliga fornfrøðiligu
úrslitini og ber fram próv
grundir fyri, at talan er um
eitt ærgi.
Einaferð í 800árunum
stovnaði ein garður á Eiði eitt
útbúgv ella ærgi við Eiðis
vatn. Har hildu tey húsdýr
síni um summarið, og tey av
húsfólkunum, sum búðu á
ærginum, mjólkaðu dýrunum
og gjørdu mjólkina til. Ærgið
undir Argisbrekku er útbygt í
fleiri stigum, og í 1000áru
num ella kanska eitt sindur
seinni verður tað frágingið.
Við egnum kanningum og
kanningum hjá øðrum vísur
Ditlev Mahler, at ærgi vóru
vanlig í Føroyum í víkingatíð
og tíðliga í miðøld. Eisini
verða gjørdar samanberingar
við onnur lond í Norðurat
lantshavi og víst, at ærgisbú
skapur var rættiliga útbreidd
ur. Í Føroyum hvørvur ærgis
búskapurin í 1100 ella 1200
árunum, og ístaðin kemur tað
slagið av seyðahaldi í hag
anum, sum vit enn kenna.
Við stórum nærlagni
gjøgnumgongur høvundurin
ymisk viðurskifti, sum
kunnu hava givið orsøk til
hesa gongd. Bókin er eitt
gott dømi um hugvísindaliga
grundgransking og fornfrøði
liga nyttugransking. Hand
ritið til bókina varð í 1993
vart sum Ph.D ritgerð við
lærda háskúlan í Keyp
mannahavn. Bókin er 525
síður og kostar kr. 328.
Bók um útgrevsturin við Eiðisvatn
Forlagið Fróðskapur
FornFrøÐI
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu
okkum samkenslu, tá ið mamma, vermamma,
omma og langomma okkara
Margretha Elmelund Petersen
Margretha hjá Hjalmar
Tórshavn
Fødd 24. juni 1922 • deyð 19. sept. 2007
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Hera Joensen, prest, Ann Hansen og
Poul Johan Djurhuus.
Tøkk øll, sum hjálptu so væl við jarðarferðina
og ervið.
Eisini ein tøkk til Nærverkið.
Familjunnar vegna
Hjalmar, Michala, Brynhild, Elsa Maria
og Ingibjørg