hósdagur 27. september 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 27. september 2007
13
viðmerkingar
Nú samráðingarnar millum
Kommunala Arbeiðsgev
arafelagið og Pedagog
felagið skulu fara í gongd,
tykist sum um, at næstfor
maðurin í Pedagogfelag
num hevur fingið sum ser
liga uppgávu at tosa um
vantandi fakliga virðing
fyri pedagogum.
Maud Wang Hansen
vísir í grein á, at borgar
stjórin í Havn og formað
urin í Kommunusamskipan
Føroya, KSF, rennur undan
ábyrgd og slakar á góðsk
uni á dagstovnum kring
landið, tí at nú skulu
dagstovnar ikki longur
leiðast av fakfólki, t.e.
pedagogum.
Í greinini vísir hon eisini
á tað stóra arbeiðið, ið
pedagogarnir gera, men alt
hetta leggur borgarstjórin,
ið eisini er formaður fyri
kommunalu arbeiðsgev
arunum, sambært næstfor
manninum einki í.
Lat meg gera púra greitt,
at einki rennur formaðurin
í KSF ella kommunurnar
undan nakrari ábyrgd, og
heldur ikki hava komm
unurnar nakrar ætlanir um
at slaka upp á dygdina,
tvørturímóti.
KSF eins væl og KAF –
Kommunala Arbeiðsgev
arafelagið – hava sýnt stóra
ábyrgd við at vísa lands
stýrismanninum í almanna
og heilsumálum á ein átrok
andi trupulleika, sum er, at
tað eru ov fáir pedagogar
til vaksandi talið av
størvum í dagstovnunum
kring landið – eisini til
leiðarastørvini.
Í hesum sambandi hevur
KSF heitt á landsstýris
mannin um at brúka sína
lógarheimild til at gera
eina kunngerð, sum gevur
loyvi til undantak frá kravi
num um, at leiðarin skal
vera pedagogur.
Hetta snýr seg ikki um at
sleppa av við pedagogar í
leiðslustørvum, men um at
tryggja, at dagstovnarnir, í
teimum førum tað ikki ber
til at fáa pedagogar í leið
arastørv, kunnu seta leiðar
ar við aðrari skikkaðari,
fakliga útbúgving enn
pedagogútbúgving.
Kommunurnar hava stóra
virðing fyri pedagogfaki
num, men kaldi veruleikin
er tann, at fáa kommunur
nar ikki sett leiðarar í starv,
so mugu stovnar lata aftur,
og tað kann ikki vera mein
ingin. Hetta er tí í veruleik
anum ein trupulleiki, sum
Pedagogfelagið eisini átti
at tikið upp innanhýsis –
hvat hevur felagið t.d. gjørt
fyri at gera tað áhugavert
hjá limunum at átaka sær
fakligu avbjóðingina at
vera leiðari?
Tá næstformaðurin har
umframt eisini ákærir
borgarstjóran í Tórshavnar
kommunu fyri ikki at hava
arbeitt fyri at fáa fleiri
flokkar tiknar upp á Peda
gogskúlanum, so er tað
heldur ikki satt. Borgar
stjórin hevur gjørt sær tann
ómak at vísa landsstýris
manninum í mentamálum
á trupulleikan meira enn
eina ferð, seinast í skrivi
frá 28. september 2004
eftir at býráðið á býráðs
fundi samtykti at heita á
mentamálaráðið, um at
fleiri pedagogar kundu fáa
útbúgving í Føroyum,
soleiðis at kommunan
kundi yvirhalda lógarásettu
krøvini um at 2/3 av starvs
fólkunum skulu vera peda
gogar á hvørjum stovni.
Veruleikin er jú tann, at er
tað trupult at fáa sett leið
arar við pedagogútbúgving,
so er tað eins trupult at fáa
sett pedagogar í vanligu
størvini, og hetta er ikki
haldbart longur.
Tórshavnar kommuna
hevur bygt nógvar dagstov
nar seinastu árini – allir
bygdir til endamálið, og
allir bygdir við námsfrøði
ligari ráðgeving. Kommun
urnar yvirtóku eitt niður
pínt dagstovnaøki í 2001
og hava eftir stuttari tíð
megnað at dagført økið, so
bíðilistar næstan ikki eru
meira. Nú verður nógv
orka brúkt at fáa fakliga
innihaldið á eitt hægri
støði, men kommunurnar
kunnu ikki útbúgva peda
gogar. Og hóast landið í
morgin hevði sett ferð á at
útbúgva fleiri pedagogar,
høvdu fleiri ár gingið,
áðrenn vit sóu nakran mun.
Tí mugu vit skapa fyri
bilsloysnir, so at ikki øll
onnur skikkað fakfólk
verða stygd burtur, bert tí
at Pedagogfelagið í ótrú
ligum, fakligum trong
skygni tvíheldur um, at
einans ein ávís námsfrøði
lig útbúgving er brúkilig á
dagstónaøkinum. Vit mugu
nevniliga minast til, at
dagstovnaøkið er ikki til
fyri at tryggja fólki við
ávísari útbúgving starv,
men fyri at nøkta tørvin
hjá børnunum í nútíðar
samfelagnum.
Maud Wang Hansen
skrivar um dagstovnaøkið
sum sosiala økið – ella
sum part av sosiala øki
num. Rætt er tað, at fyri
einum mansaldri síðani,
ella væl tað, vórðu barna
ansingarstovnar mestsum
burturav mettir sum barna
verndartiltøk, sum skuldu
hjálpa upp á børn hjá
familjum, sum ikki til
fulnar vóru førar fyri at
taka sær av sínum børnum.
Veruleikin hevur tó helst
altíð verið, at tey flestu
børnini á dagstovnum
komu úr púra vanligum
familjum, har foreldrini
arbeiddu úti, eins og í dag.
Lóggávan hevur eisini
ásannað veruleikan, so at
dagstovnarnir ikki longur
eru í barnaverndarlógini.
Hetta hava vit eisini
ásannað reint bygnaðarliga
í fleiri kommmunum,
soleiðis at dagstovnaøkið
er partur av mentannar
økinum, ikki av sosiala
økinum. Harvið geva vit
eisini bygnaðarliga nakrar
ábendingar um, hvussu vit
hugsa um innihaldið.
Vónandi hongur Peda
gogfelagið ikki, sum tað
einasta og seinasta, fast í
avoldaðu fatanini av dag
stovnaøkinum sum eitt
stórt barnaverndartiltak. So
er illa statt.
Samanumtikið:
Kommunurnar renna ikki
undan ábyrgd, Maud Wang
Hansen. Tvørtur ímóti,
orsøkin til stóra tørvin á
námsfrøðingum er júst, at
kommunurnar tóku ábyrgd
og bygdu skjótt út, tá vit
yvirtóku hetta niðurpínda
økið. Og kommunurnar
seta sanniliga fakligu
dygdina í hásætið. Tað
hevði tí sømt seg betur um
næstformaðurin í Pedagog
felagnum tók ímóti útrættu
hondini frá kommununum,
so vit í felag fáa dagstovna
økið at virka á høgum
fakligum støði við virðing
fyri børnunum, sum tað
heila snýr seg um. Og ikki
bert hugsa um at tvíhalda
um egnu fakmørk.
Virðing og vantandi virðing
Tjóðveldi hevur í tveimum
umførum í hesum árinum
skotið upp, at Løgtingið
tekur undir við, at lands
stýrið beinanvegin tekur øll
neyðug stig til at seta
Kyotofrumskjalið í gildi
fyri Føroyar, og at samráða
seg til eina eginkvotu, ið
ásetir, hvussu nógv
Føroyar skulu minka sítt
CO2 útlát.
Skotið varð upp, at vit
beinanvegin settu neyðugu
orkuna av til at kanna,
hvørji tiltøk eru neyðug
fyri at minka útlátið nóg
mikið til at samsvara við
Kyotofrumskjalið, og
løgdu samráðingarúrslitið
fyri Løgtingið til støðu
takan. (løgtingsmálini
56/2006 frá 23. januar
2007, og 11/2007 frá 4.
septembur 2007.)
Fyrra málið varð felt av
løgtinginum, tí samgongan
segði, at landsstýrið
arbeiddi við málinum, og
seinna málið liggur í
rættarnevndini.
19. sept 2007 leggur
løgmaður fram tingmál
29/2007 vísandi til, at
danska stjórnin skal hava
boð úr Føroyum innan
mánadagin 24. september
2007, tí tá er evstamarkið
hjá Danmark at boða frá
mótvegis ST, um Føroyar
skulu gerast ein partur av
avtaluni hjá Kongeriget
Danmark mótvegis Kyoto
frumskjalinum.
Tað er at harmast um, at
vit fáa hesa tilvildarligu
viðgerð av hesum stóra
málið og ilt at skilja, hví
mælt varð til at fella upp
skot okkara, hartá vit í jan
uar mánaði staðiliga vístu
á, at málið hevði skund.
Tá ið løgtingsmálini
56/2006 og 11/2007 fingu
viðger á tingi um ársskifti
og aftur nú um dagarnar,
varð løgtingið ikki kunnað
um, at ein støða skuldi
takast áðrenn 24. sep
tembur 2007.
Landsstýrið hevur tíverri
lagt so lítla orku í hetta
mál, at tað var ikki vitandi
um, at tíðarfreistin var um
at ganga út, og kom tí ikki
á ting við hesum málið
fyrrenn 19. septembur
eftir boðum frá dønum.
Løgmaður segði á s. 43 í
løgmansrøðuni 2007, at:
“Ein bólkur við umboðum
úr m.ø. Innlendismálaráð
num og Løgmansskrivstov
uni er settur at fyrireika og
lýsa, hvat er neyðugt og
gjørligt fyri at fremja eitt
samskipað átak á økinum.
Henda útgreining verður
løgd fyri Løgtingið saman
við uppskotinum til sam
tyktar um at taka av fyri
varni viðvíkjandi Kyoto
frumskjalinum.“
Løgmaður var tíanverri
liggjandi tungt á hesum
almenna lyfti sínum til
løgtingið, og eingin útgrein
ing varð løgd fyri tingið
saman við Kyotomálinum.
Hinvegin síggja vit eina
heilt serliga skipan, har løg
tingsmál hjá landsstýrinum
verða løgd fyri danskar
myndugleikar, áðrenn tey
verða løgd fyri tingið, og
har danskir myndugleikar
so sjálvandi kvitta fyri mót
tøkuna, og tulka løgtings
málini eftir egnum tykki.
Løgtingmál nr. 29/2007
er sent danska umhvørvis
málaráðnum til viðmerk
ingar, og viðmerkingar
ráðharrans eru síðan latnar
uttanlandsnevndini undir
nevndarviðgerðini.
Viðmerkingarnar í løg
tingsmálinum 29/2007 siga
einki ítøkiligt um, hvørjar
útlátsskyldur Føroyar átaka
sær, sigur danska Um
hvørvismálaráðið, sum nú
er inni í sjálvari
løgtingsviðgerðini.
Ráðið vísir tó á, at ráð
harrin sjálvur í skrivi frá
16. august 2007, hevur
boðað landsstýrinum frá, at
ein avtøka av fyrivarninum
merkir, at Føroyar binda
seg til at skerja útlátið við
8%.
Danska umhvørvismála
ráðið sigur eisini, at ein
samtykt av málinum vil
vera treytað av eini greið
ari samtykt, har vit boðað
frá, at vit átaka okkum at
minka útlátið við 8% í
200812 í mun til basisárið
1990, og eisini átaka vit
okkum fíggjarligu skyldur
nar, um farið verður upp
um útlátsmongdina upp á
92% av støðinum í
basisárinum 1990.
At enda slær ráðharrin
fast, at føroyingar í longri
tíð hava verið vitandi um,
at 24. septembur 2007 er í
allarseinastu løtu til at
boða frá loyvdu útlátsmong
dini fyri 200812.
Eingin ivi er tí um, at við
samtyktini av hesum máli
binda vit okkum til ein
niðurskurð upp á 8% í mun
til basisárið 1990, afturat
vøkstrinum upp á 11% hesi
árini, ella tilsamans 19%.
Sum skilst, so er fram
vegis eingin orka sett av til
at kanna hvørji tiltøk
neyðug eru, fyri at Føroyar
kunnu minka sítt CO2
útlátið, og sum skilst so er
tað rættiliga avmarkað,
hvørja orku landsstýrið
hevur brúkt til hetta mál í
heila tikið.
Nú landsstýrið er tikið á
bóli, standa vit á berum, so
sum danski umhvørvis
ráðharrin eisini staðfestir í
svari sínum til framløgu av
løgtingsmál 29/2007.
Einasta ítøkiliga átakið
er, at ein arbeiðsbólkur er
settur til at koma við ein
um uppskoti um umlegging
av avgjaldinum á akførum,
og at ætlanin nú er at rað
festa fyrisitingina á um
hvørvisøkinum.
Eingin samlað meting er
tí enn gjørd av kostnaði
num í hesum máli.
Í uppskotum Tjóðveldis
ins varð mælt til, at lands
stýrið tók upp samráðingar
beinleiðis á millumtjóða
støði til tess at áseta egna
kvotu og binda okkum
beinleiðis mótvegis altjóða
stovnum samsvarandi
okkara búsetingarmynstrið,
vinnustrukturi, møguligari
oljuvinnu, livihátti vm.
Nevnast kann, at Ísland
kann økja sítt útlát við
10% og Noreg sítt við 1%
í mun til basisárið, meðan
Danmark hevur bundi seg
til 8%, sum so eisini gerst
okkara niðurskurður, uttan
at vit í heila tikið hava ver
ið við í nøkrum sum helst.
Fyri ári síðan og aftur nú
varð í okkara uppskotum
víst á, at bráðneyðugt var
at samtykkja í hesum máli,
bæði tí vit áttu at taka
ábyrgd av umhvørvisøki
num, og tí at treytirnar
annars bara herdust, um vit
hildu okkum uttanfyri.
Tað er at harmast um, at
vit ikki fyri rúmari tíð síð
an hava avgreitt hesi viður
skifti eftir egnum fortreyt
um, so sum Tjóðveldi
fleiri ferðir hevur skotið
upp, og sum helst einasta
land í heiminum nú noyð
ast undir ein niðurskurð,
sum er roknaður eftir for
treytunum og strukturunum
í einum øðrum landi.
Landsstýrið undir umsiting í Kyotomálinum
Hergeir
NielseN
borgarstjóri og
formaður í KSF
HeðiN
MorteNseN