hósdagur 27. september 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 187 - 27. september 2007
Sosialurin
Herðaklapp til
Sunda kommunu
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Fólkaskúlin hevur staðið fyri mongum skotum
seinastu tíðina – ikki minst eftir vánaliga PISA-
úrslitið, sum setti okkum í bás sum landið við
heimsins vánaligasta fólkaskúla, tó at hetta
helst skal takast við ávísum fyrivarni.
Um dagarnar frættist, at Sunda kommuna
hevur gjørt av at keypa øllum lærarunum
í kommunu hvør sína berbara teldu. Hetta
eru fløvandi tíðindi til skúlafólk – ikki bara í
Sunda kommunu, men um landið alt, tí hetta
boðar kanska frá nýggjum vindum, hvat
skúlapolitikki viðvíkur.
Tað var einaferð ein skúlastjóri á einum skúla í
Svøríki, sum setti eitt stórt skelti upp á skúlan,
har tað stóð: ”Skúlin fyri læraran”. Hetta var
av mongum tikið illa upp, tí skúlin er sjálvandi
fyri næmingarnar, meðan hann” bara er eitt
arbeiðspláss hjá lærarunum”.
Men skúlastjórin var tá skjótur at siga, at um
skúlin ikki var fyri lærararnar fyrst og fremst,
so var hann slett ikki fyri næmingarnar.
Og tað er júst hetta, sum okkara politiska
skipan ikki skilir. Eitt eru lønarviðurskiftinini
hjá lærarunum, sum ikki kunnu metast
við tey á privata arbeiðsmarknaðinum.
Men arbeiðsumstøðurnar annars hjá
fólkaskúlalærarunum eru út av lagi vánaligar.
Við at kaga inn í ein av fólkaskúlunum,
so síggja vit, at lærarar fyri so vítt ongar
umstøður hava uttan fyri skúlastovuna.
Sjálv undirvísingin er í tíð ikki meira enn
helmingurin av arbeiðstíðini hjá læraranum.
Teir hava einki skrivaraborð, ongan stól, onga
teldu og onga telefon.
Tað hevði ikki gingið á nøkrum privatum
arbeiðsplássi – og neyvan heldur í nøkrum av
stovnunum, sum varða av skúlanum – ella fyri
tað í Mentamálaráðnum.
Sunda kommuna eigur tí stórt herðaklapp fyri
hetta herðaklappi, tey geva sínum lærarum: At
geva teimum hvør sína berbara teldu. Hetta er
eitt gott framstig – og bendir á, at tey í Sunda
kommunu vilja virða skúlan!
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Í hesum døgum hava fjøl
miðlar, skúlar, foreldur,
lærarar og onnur viðgjørt
vandamálið happing av
børnum (og tilkomnum).
Hetta fyribrigdi, sum kann
seta djúp spor i sálarlívið.
Serliga um happingin fer
fram í heimum og skúlum,
kann hon ávirka tilveruna
hja viðkomandi í ólukku
máta. Eisini á arbeiðspláss
um fer happing fram mill
um vaksin fólk. Hesin
óndskapur kann súrga og
dálka mangt lívið.
Nógv er skrivað og sagt
um happing, hetta elligam
la fyribrigdi. Vit kunnu
hóskandi tríva eitt sindur í
rúgvuna.
Í skaldsøguni ”Det forsøm
te forår” av Hans Scherfig
hendir mangt og hvat á ein
um studentaskúla, og á hes
um skúla telur karakterurin
í fimleiki við, tá ið stud
entsprógvið verður givið.
Ein av næmingunum er
ikki av teimum fimastu.
Hann klárar t.d. ikki at
leypa um hestin. Tá hann
kom fram á hálvan hestin,
sat hann fastur; sveittin fór
at renna av honum, kanska
eina mest takkað verið lær
aranum: ”Hvad satan i
helvede din drønnert,” seg
ði lærarin, meðan hinir
næmingarnir flentu, ”skal
du voldtage dyret? Det er
faneme en hanhest, dit
svin.” Og tað gekk heldur
ikki væl, tá ið hesin neyð
ars drongur skuldi lesa seg
upp eftir tognum. Lærarin
fann sína fínu gullnál fram
og rendi hana í endan á
dronginum ”Kan du så
komme op, dit fedesvin.”
Og í latíntímanum rópti
lektarin Blomme til ein
næming: ”O, du smækfede
Crassius! Hvis du kan
overvinde din medfødte
dorskhed, så luk dit kæm
pegab og begynd at over
sætte lektien, du fedling.”
Her eyknevna lærararnir
næmingin óndsinnað!
Í skaldøguni verður
Blomme myrdur av einum
næmingi, sum hevði stung
ið gift í eitt av maltbomm
unum, sum lógu í einari
eskju á pultinum, og sum
Blomme vanliga tugdi,
meðan hann hevði tíma.
Í sínum endurminningum
skrivar Johannes Mølle
have um ein lærara, sum
hótti næmingarnar, tá ið
teir ikki dugdu nóg væl::
”Du kan jo blive grønt
handler! Du kan blive en
glimrende grønthandler!
Så kan du komme hjem
med friske tomater til din
mor om lørdagen! Men her
har du ikke noget at gøre!”
Longri niður enn til
grønmetiskeypmann kundi
ongin søkka. – Og har sat
sonur grønmetiskeypmann
in og gjørdist reyður sum
ein tomat, tí pápi hansara
var jú satt at siga ikki
komin so langt.
Í tí gomlu Havnini,
Verdens navle, hjá William
Heinesen finna vit krøktar
mannalagnur við eyknøvn
um: TonglaAnna, Tand
Georg, Fredrik Smisk,
Krumpe Kroghals o.fl.
Hetta at eyknevna fólk
eyðkendi havnarfólk fyrr í
tíðini, men í stóran mun
var tað kanska ikki so
óndsinnað.
Hann, ið hetta skrivar,
hoyrdi mangan niðrandi
eisini í skúlanum: ”Tú ert
ikki annað enn ein mohr
ari.” Kundi ofta yngst mær
eitt annað eftirnavn.
Men happing kann, hóast
píning og líðing, í undan
taks føri menna og styrkja
eitt menniskja sálarliga og
mentunarliga so mikið, at
sigurin á tí ónda kann
gerast fullkomin. Feskasta
dømi um eina slíka
uppreisn úr myrkrinum og
inn í tað syngjandi ljósið er
bretin Paul Potts, sum við
síni vøkru og málmríku
tenorstemmu gjørdist
heimskendur í somu løtu,
hann trein alment inn á
pall. Hansara lív hevði
annars verið ein líðing,
mest orsakað av happing.
Spurdur um hann var
skaðafróður mótvegis
teimum, sum høvdu gjørt
honum lívið tungt við
happing, svaraði hann so
beskeðin: Nei, als ikki, og
fyri alt tað so hevur
happingin kanska gjørt sítt
til, at eg áhaldandi bardist
fyri tí, eg vildi verða,
nevniliga ein stórur
sangari.
Gentlemansvøggan er
framvegis í Onglandi.
Happing
HERI MoHR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.