Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 187 - 27. september 2007 Grønland vil hava rík ferðafólk Á stóru ferðavinnuframsýningini Sea Trade í Hamburg hevur grønlendska ferðavinnan fyri fyrstu ferð sín egna framsýningarbás. Tey seinastu árini hava tey stóru ferða­ mannaskipini av álvara fingið áhuga fyri Grønlandi, og í ferðavinnuráðnum í Nuuk ætla tey at fáa uppaftur fleiri skip til Grønlands. Lykke Geisler Yakaboylu, varastjóri, sigur, at Grønland skal hava fatur á teimum ferðafólkun­ um, sum hava ráð, og sum leggja pengar eftir seg. Lummatjóvar í Keypmannahavn Tey, sum fara til Keypmannahavnar at ferðast, skulu ansa væl eftir pengunum, fartelefonini og øðrum virðislutum. Løgreglan í býnum sigur, at óvanliga nógvir lummatjóvar gera um seg í hesum døgum. Árið í ár hevur eisini roynst illa í so máta, tí higartil hevur løgreglan fingið meiri enn 30 prosent fleiri fráboðanir um lummastuldur enn um somu tíð í fjør. Tjóvarnir eru serliga úr eysturevrope­ iskum londum, og teir eru bæði snildir og kvikir. rós uppiborið Eingin sigur nei, heldur ikki eftir vanliga arbeiðstíð og í vikuskiftinum, leggur hann aftrat. Jóhan heldur, at føroyska tænastuvinnan eigur rós uppiborið fyri, at hon er so fleksibul og ófør í sínum virksemi. ­ Á hesum øki eru føroy­ ingar ógvuliga kreativir og motiveraðir fyri, at hesi viðurskifti skulu virka optimalt. Hann heldur, at nú olju­ leiðirnar flyta seg norður­ eftir, gongur føroyska tæn­ astuvinnan eini spennandi framtíð á møti. ­ Tað er vorðið nógv styttri at sigla av nýggju oljuleiðunum hinumegin markið í føroyska havn enn eitt nú til Aberdeen. Hetta fer avgjørt at kasta av sær sum frá líður. Jóhan væntar eisini, at fyrimyndarliga virksemi á Atlantic Supply Base í Runavík fer at bera stóran ávøkstur í øktum tænastu­ virksemi sum frá líður. Umboðsmaðurin ivast onga løtu í, at vit í framtíðini fara at at síggja, at oljufeløg í nógv størri mun fara at keypa sær tænastur í Før­ oyum. Góður málførleiki Jóhan rósar eisini málfør­ leikanum hjá føroyingum í dag. ­ Okkara málførleiki er rættiliga góður – ja, eg vil siga, at yngra ættarliðið dugir sera væl enskt. Nú vit eru so væl fyri á hesum øki, hevði tað verið ógvuliga skilagott, um vit eisini fóru at gera meira við onnur mál, eitt nú spanskt og russ­ iskt, ið so sanniliga kundi komið okkum til góðar í vinnuligum og øðrum samstarvi við onnur lond. Hann vísir á, at eisini á skaðastovuni á Landssjúkra­ húsinum eru tey dugnalig í enskum, og hetta er mangan komið væl við hjá útlend­ ingum, ið hava havt brúk fyri bráðfeingis læknahjálp í Føroyum. Eitt er, at tænastustøðið, sum Jóhan hevur nomið við, eftir hansara tykki er sera gott. Annað er so, at hetta virksemið eisini kastar av sær pening og inntøkur til ymiskar veitarar í før­ oyska samfelagnum. ­ Útlendsku skipini, sum koma higar til lands, kasta fitt av peningi av sær í nógvum liðum, sigur hann. Eisini hjartasuff Jóhan Mortensen heldur, at nú vit hava fleiri skipavitj­ anir gjøgnum árið í Føroy­ um, eru tó nøkur viðurskifti, ið vit sum samfelag mugu bøta um. ­ Skip, sum koma higar úr ymiskum heraðshornum, eiga at fáa við sær aftur eina váttan, tá tey koyra spillolju og ymiskt avfall í land í Føroyum. Hetta eigur at vera eitt skjal, sum skipini kunnu vísa fram í øðrum havnum, hagar tey koma. Sum eg havi skilt, er hetta ein mangul í Føroyum í løtuni, men eg haldi ikki, at hetta kann hava so nógv upp á seg at fáa upp á pláss. Eitt annað, sum Jóhan hevur heft seg við, at mann­ ingar á útlendskum skipum altíð av og á spyrja eftir, er altjóða bløð og tíðarrlt, sum ikki eru so vanlig at síggja í Føroyum. ­ Eg hugsi eitt nú um tey stóru amerikansku og bretsku bløðini, sigur hann. Jóhan skilir tó væl, at farmurin er dýrur, og tí er tað helst eisini nokso kostn­ aðarmikið hjá blaðsølum, bókahandlum og bókasøvn­ um at taka hesi bløð heim. Feskur fiskur Umboðsmaðurin sigur, at eitt annað, sum útlendsk skip ofta spyrja eftir í Føroyum, er feskur fiskur. ­ Fólk, sum koma higar, vita, at Føroyar eru ein fiskivinnutjóð meira enn aðrar tjóðir, og tí duga tey illa at fyrihalda seg til, at tað skal vera so torført at fáa fatur á feskum fiski. Men soleiðis er tað. Veruleikin er, sigur Jóh­ an, at eitt tað truplasta ynski at eftirlíka hesum skipum og manningum, er at útvega teimum feskan fisk. ­ Hetta er ikki nakað nýtt. Soleiðis hevur tað altíð verið í Føroyum. Spurning­ urin er so, hvussu hesi viðurskifti kunnu loysast – og tað má væl bera til at skipa so fyri, at útlendsk skip, ið koma higar, kunnu fáa fatur á feskum føroysk­ um fiski, sigur Jóhan Mort­ ensen. - Eg haldi, at alt tað føroyska tænastuvirksemið, sum útlendsk skip í Føroyum hava brúk fyri, hevur alt rós uppiborið. Vit hava at kalla alt, sum hugsandi er, at hesi skip og tær manningar kunnu fáa brúk fyri í Føroyum – í 24 tímar um døgnið, sigur Jóhan Mortensen, skipaumboðsmaður Mynd: Vilmund Jacobsen Felagið Baldursbrá hjá Jóhan Mortensen umboðaði stóra kaðalskipið IT Intrepid, sum herfyri kom til Føroya við Shefa-sjókaðalinum Mynd: Jens Kr. Vang