hósdagur 27. september 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 187 - 27. september 2007
Bjarnirnar hvørva
Verður tað, sum amerikonsk vísindafólk siga, so verða
ongar ísbjarnir eftir í Vesturgrønlandi um 50 ella í
seinasta lagi 100 ár. Ein nýggj frágreiðing, sum byggir á
upplýsingar frá fylgisveinum, sigur, at um eini 50 ella
100 ár verður eingin ísur eftir í Vesturgrønlandi og tí
heldur ongar ísbjarnir. Í dag eru umleið 24.000 ísbjarnir í
heiminum, men veðurlagsbroytingarnar fara at fáa stóra
ávirkan á livikor teirra í komandi árum.
Ólafur á Harvard
Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, helt í vikuni
fyrilestur á tí kenda Harvard Unisersity. Skúlin skipar í
hesum døgum fyri einari fyrilestrarrøð um orku, og
íslendski forsetin legði sum vera man dent á tær stóru og
týdningarmiklu orkukeldurnar í Íslandi. Ólafur Ragnar
Grímsson tosaði millum annað um hitan, sum íslendingar
fáa upp úr jørðini, og hvønn týdning hann hevur. Hann
nevndi eisini, at amerikonsk vísindi hevur hjálpt
íslendingum væl.
TænasTa
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jóhan Mortensen hevur fel
agið Baldursbrá, sum eitt
nú umboðar útlendsk skip,
tá tey koma til Føroya.
Talan kann vera um øll sløg
av skipum – alt frá ferða
mannaskipum
til
stóra
kaðalskipið IT Intrepid,
sum herfyri kom til Føroya
við Shefasjókaðalinum.
Hann sigur, at hetta var
ein stór uppgáva, sum kaðal
skipið hevði, men arbeiðið
at fáa kaðalin til Føroya og
upp á land gekk væl.
Hetta er fyrsti partur av
sjókaðalinum, sum skal
knýta Føroyar saman við
Skotland, umvegis Hetland
og Orknoyggjar. Í november
kemur kaðalskipið aftur, og
tá verður kaðalin lagdur
millum oyggjarnar.
Jóhan sigur, at bæði Før
oya Tele og felagið Arcticon
vóru nógv við í uppgávuni í
Føroyum.
Bæði feløgini gjørdu
eitt sera gott arbeiði, og tað
er stuttligt at síggja, hvussu
fantastiska ófør fólk vit
eiga.
Hann vísir á, at Føroya
Tele situr við nógvum góð
um og dugnaligum fólkum,
og felagið eigur eiga veld
uga stóra ekspertisu á
sínum øki.
Væl fyrireikað
Umboðsmaðurin
ynskir
rósa og at takka øllum tætt
um í Føroyum, sum hava
við útlendsk skip og fólk
umborð á útlendskum skip
um at gera.
Eitt er, at samskiftis
møguleikarnir við interneti
eru væl útbygdir. Hetta
gevur møguleikar at sam
skifta millum landamørk og
millum feløg og einstakling
ar. Internetið gevur okkum
stórar møguleikar á flest
øllum hugsandi økjum – og
møguleikarnir gerast alsamt
fleiri, skjótari og betri.
Jóhan sigur, at eitt annað,
ið hann sum skipaumboðs
maður er sera fegin um í
Føroyum, er tann sera góða
tænasta, sum ymiskir tættir
í Føroyum veita útlendskum
skipum, manningum og fel
øgum, sum koma til Føroya
í ymiskum ørindum og til
ymiskar uppgávur.
Tað, eg hugsi um, fevnir
um alt – heilt frá løgreglu,
sum hevur við fólk at gera,
ið fara av skipum, ið koma
higar og skulu heimaftur
um flogvøllin – ella fólki,
sum koma higar í flogfari
og skulu umborð á útlendsk
skip í Føroyum til minstu
smálutir í samfelagnum.
Okkara royndir eru, at hesi
viðurskifti við schengen
avtaluni sum heild virka
ógvuliga væl.
Jóhan vísir á, at viður
skiftini, hann hugar um,
hava einki við spurningin
um útlendska arbeiðsmegi í
Føroyum at gera.
Tað er ein heilt annar
spurningur, leggur hann
aftrat.
Ófør tænasta
Umboðsmaðurin heldur eis
ini, at tann tænasta, ið
útlendsku skipini fáa í Før
oyum, virkar sera væl.
Eg haldi, at alt tað
føroyska tænastuvirksemið,
sum hesi skip hava brúk
fyri í Føroyum, hevur alt
rós uppiborið. Vit hava buss
ar og hýruvognar, sum altíð
eru tøkir, og vit hava tænast
ur við eitt nú provianti, olju
og vatni.
Jóhan sigur, at eisini
skaðastova og læknar eru
tøkir, um fólk umborð á
útlendskum skipum hava
brúk fyri hesum, meðan tey
eru í Føroyum.
Vit hava kavarar, og vit
hava veitarar innan smiðju
virksemi, el og nautiska
útgerð. Vit hava hotell, gist
ingarhús,
matstovur
og
barrir – ja, eg vil siga, at
vit hava at kalla alt, sum
hugsandi er, at hesi skip og
tær manningar, sum við
teimum eru, kunnu fáa brúk
fyri í Føroyum.
Tað, sum umboðsmaðurin
leggur serliga stóran dent á,
er, at flestu av hesum tæn
astum kunnu fáast 24 tímar
um samdøgnið, og hetta er
ein veldugur fyrimunur.
Eingin sigur nei
Eg haldi stutt sagt, at okk
ara partur av hesum virk
semi í stórum og heilum
virkar ógvuligar væl – og
eg vil siga í fleiri førum bet
ur enn í flestu øðrum lond
um, vit vanliga sammeta
okkum við. Í øðrum londum
er ofta torført at fáa fatur á
tænastum eftir arbeiðstíð
og í vikuskiftinum. Tað er
eitt veruligt njótilsi at
umboða skip í Føroyum, tá
tú hevur hetta bakland.
Tænastuvinna stórt r
Jóhan Mortensen, sum er føroyskur
skipaumboðsmaður, er sera væl
nøgdur við ta tænastu, sum útlendsk
skip fáa í Føroyum. - Eg haldi, at
føroyska tænastuvinnan í fleiri
førum er betur enn í flestu londum,
vit vanliga sammeta okkum við.
Tað er eitt njótilsi at umboða skip í
Føroyum, tá tú hevur hetta bakland.
Eingin sigur nei, heldur ikki eftir
vanliga arbeiðstíð og í vikuskiftinum,
sigur skipaumboðsmaðurin,
sum hevur nógv rós at bera
tænastuveitarum