Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 187 - 27. september 2007 Altjóða kreditt­ kreppan merkir nú, at Danske Bank hevur verið noyddur at útgjalda 14 milliardir krónur í trekki á serligar kassakredittir, sum bankin ikki hevði roknað við skuldi trekkjast uppá BANKAVIRKSEMI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Danske Bank hevur játtað einum serligum bólki av íleggingarfeløgum kassa­ kredittir fyri 61 milliardir krónur. Men nú flýggja íleggjarar frá hesum ílegg­ ingarfeløgunum av ótta fyri stórum tapum, orsakað av kreppuni á amerikanska bústaðarmarknaðinum. Bankin hevur, umvegis eitt serligt slag av kassakre­ dittum, átikið sær, at lána heilt upp til 61 milliardir krónur til eina røð av ser­ ligum íleggingarfeløgum. Hetta er munandi meiri enn higartil metta kreditteks­ poneringin á millum 19,1 og 47 milliardir krónur. Sambært bankanum sjálvum eru longu nú út­ goldnar 14 milliardir krónur til kredittirnar, sum tað vanliga ongantíð verður trekt uppá. Altjóða ílegging­ arbankin, Morgan Stanley, metir, at Danske Bank í ringasta føri kann missa upp til 10% av lánta pening­ inum, um ikki aktivini vaksa í virði aftur. Kredittkreppan, sum hev­ ur ment seg síðani august mánað, eftir at amerikanski bústaðarmarknaðurin var um at falla saman, hevur avdúkað, at Danske Bank hevur verið ógvuliga aktivur innan fígging av serligum íleggingarfeløgum, nevnd »conduits«, og serligar ílegg­ ingareindir (SIV’ir). Hetta er nýtt fyri íleggjarar og analytikarar, og tað vísir seg nú, at handlað er í nógv størri mun enn higartil hildið, skrivar danska blaðið Børsen. 61 milliardir í váða Talið á fyritøkum, sum fara av knóra­ num í Føroyum, er alsamt vaksandi. Tað vísa tøl frá Skráseting Føroya. Hetta er sama gongd sum eisini vísir seg í Danmark tRotABúgV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hagtøl hjá Skráseting Føroya vísa, at gongdin fyri strikað feløg er vaksandi. Frá at 57 feløg vórðu strikað í 2000, er talið fyri 2006 vaksið til meiri enn tað tvífalda, 122. Nú skulu hesi tøl sjálvandi takast við einum ávísum fyrivarni, tí ikki øll feløg, sum verða strikað, eru farin av knóranum. Men lítið man kortini vera at ivast í, at størsti parturin verður strikaður av hesi orsøk. Gongdin í Danmark er hin sama, og tað fær fleiri serfrøðingar at rópa varskó. Mongu konkursirnir tyk­ jast gjølla at hanga saman við vaksandi upphæddu­ num, sum fyritøkurnar hava útistandandi hjá kundunum. Sambært donskum tíðar­ ritum hava 30% fleiri fyri­ tøkur snarað lykilin um í aug­ ust í ár, sammett við sama mánað í fjør. Samstundis verður víst á, at danskar fyritøkur hava heilar 30 milliardir krónur útistandandi hjá kundum sínum. Í Føroyum er tendensurin hin sami. Seinastu hagtølini frá Hagstovu Føroya, sum enn bert eru tøk fram til 2003, vísa, at talið á útistandandi er javnt vaks­ andi, og er fyri hetta árið 2,6 milliardir móti 1,3 milliardum í 1998. Mugu tátta í Tað er innheintingarfyri­ tøkan Intrum Føroyar, sum hevur savnað hagtølini í hesi greinini. Sama fyritøka hevði fyri stuttum temadag, har eitt nú gjaldsmynstrið fyri Føroyar sammett við onnur lond var útgreinað. Tann kanningin vísti, at føroyingar eru ringastu gjald­ ararnir í Norðurlondum. ­ Tað eru serliga smærru fyritøkurnar, sum eru sár­ bærar mótvegis ovurbjart­ skygni, og tí kann tað hava sera óhepnar ringvirkningar, um til dømis ein størri fyritøka ella eitt størri afturvendandi tiltak fer av knóranum, vísir stjórin í Intrum, Jákup Jensen á. Tað er vandi í allari vælferð, sigur orðatakið, og tað er líkt til, at hetta er ógvuliga satt júst í løtuni. Tí hóast nettosølan veksur, so veksur hon langt frá so skjótt sum útistandandi og stuttfreistaða skuldin, og hetta hevur náttúrliga eitt versnandi gjaldføri við sær. Tí er umráðandi hjá føroy­ skum fyritøkum at ansa sær og fáa skil á útistandandi, sigur Jákup Jensen frá Intrum Føroyar. Alt fleiri fara av knóranum Áogn: Fíggjarstøða í 1.000 kr. skift á kontur, høvuðsvinnur og ár Allar vinnur 1998 1999 2000 2001 2002 2003 Áogn 1.289.553 1.617.290 1.990.084 2.284.688 2.488.115 2.570.934 Grafurin vísir vaksandi útistandandi hjá føroyskum fyritøkum seinastu árini. Hetta er ein av størstu orsøkum til, at alsamt fleiri fyritøkir fara á heysin Kreppan á amerikanska bústaðarmarknaðinum hevur ført við sær, at Danske Bank hevur fingið 61 milliardir í klemmu Ávirkar ikki rentuna Hóast fíggjarligar brotasjógvar í kjalarvørinum av bústaðarlánum til vánaligar gjaldarar á amerikanska marknaðinum, so vísa seinastu rentuhagtølini frá Nationalbankanum, at tað ikki hevur ávirkað donsku bankarentuna nakað av týdningi. Gamaní hækkaði tríggjar mánaðar Cibor­rentan (eisini nevnd interbankarentan) í byrjanini av august frá 4,40% upp í 4,485, sigur Nordea Bank. Hetta er tó ikki ein beinleiðis avleiðing av støðuni á amerikanska bústaðarmarknaðinum, skrivar Børsen á heimasíðu síni. Royna havmyllur aftur Størsta havvindmylluslagið hjá Vestas hevur leingi havt trup­ ulleikar við gearkassanum, men um viðrar verða umvæling­ arnar av hundrað skaddum gearkassum í tveimum bretskum havmylluparkum skjótt lidnar, skrivar Jyllands­Posten. Trup­ ulleikarnar hjá Vestas hevur kappingarneytin, Siemens Wind Power útnyttað til at fáa fótin inn um hjá Dong Energi, sum er heimsins størsti brúkari av vindmyllum. Men nú trupul­ leikarnir við gearkassunum eru loystir, kann Vestas aftur taka kappingina upp.