hósdagur 27. september 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 187 - 27. september 2007
Vegurin ígjøgnum
bygdina í Miðvági
hevur verið karm
urin um nógvar
sorgarleikir, men
nú verða titøk sett
í verk fyri bøta um
ferðslutrygdina á
øllum strekkinum
úr Sandavági heilt til
Miðvágs
Ferðslutrygd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vegastrekkið ígjøgnum Mið
vág er ein hin herviligasta
deyðsfellan í øllum landin
um. Higartil hevur hetta
vegastrekkið
kravt
fleiri
mannalív. Harafturat eru
ferðsluóhapp at kalla daglig
ur kostur á hesum vegnum.
Men nú verða munagóð
tiltøk sett í verk fyri at bøta
um ferðslutrygdina á øllum
vegastrekkinum. Í hesum
sambandi verður nú ein
ferðslutrygdarætlan gjørt,
sum fevnir um vegin frá
bygdarmarkinum eystanfyri
Sandavág og heilt til bygdar
markið vestanfyri Miðvág.
Tað merkir, at landsvegurin
ímillum Sandavág og Mið
vág er eisini umfataður av
hesi ferðslutrygdarætlanini.
Tað eru Sandavágs Komm
una, Miðvágs Kommuna og
Landsverk, ið samstarva um
hesa
trygdarætlanina
og
tilsamans er arbeiði, ið skal
gerast, mett at kosta ímillum
tvær og hálvatriðju millión.
Ætlanin er, at kostnaðurin
fyri at seta ferðslutrygdarætl
anina í verk, skal býtast javnt
ímillum tær báðar komm
unurnar og Landsverk.
Í hesum sambandi sam
tykti Bygdaráðið í Miðvági
í gjárkvøldið einmælt at
seta 800.000 krónur av til
ætlanina á fíggjarætlanini
fyri næsta ár.
Vit hava fingið upplýst,
at mánakvøldið samtykti
Sandavágs Bygdaráð tað
sama.
Nú bíða vit so í spenn
ingi eftir um Landsverk ella
Løgtingið eisini fara at játta
sín part, so at ætlanin kann
setast í verk, sigur Napolion
Magnussen, borgarstjóri í
Miðvági.
Ein deyðsfella
Tað slepst ikki uttanum, at
vegurin ígjøgnum Miðvág
er ein hin størsta deyðsfellan
í landinum.
Minst sjey fólk hava latið
lív í ferðsluni á hesum
vesgastrekkinum og harum
framt eru óteljandi størri og
minni ferðsluhóapp hend á
hesum fáu hundrað metr
unum.
Ein uppgerð frá løgregl
uni vísir, at bara síðstu
fimm árini hevur løgreglan
fingið fráboðan um eini 60
ferðsluóhapp á hesum vega
strekkinum, sigur borgar
stjórin í Miðvági.
Hann leggur afturat, at
ein teljing hjá Landsverki
vísir, í miðal koyrir meiri
enn ein bilur ígjøgnum Mið
vág hvønn minutt.
Tað merkir, at einir 3200
bilar koyra ígjøgnum bygd
ina um samdøgurið.
Samstundis vísa mátingar,
at miðalferðin hjá bilunum
er omanfyri 60 kilometrar
um tíman, har tað annars
bert er loyvt at koyra 50.
Tað er ein vanligur trup
ulleiki, at bilar koyra nógv
skjótari enn teir hava loyvi
til, tí vegurin er so góður,
leggur borgarstjórin afturat.
Alt hetta hevur ført við
sær, at miðvingar hava ver
ið ógvuliga ótrygg og tað er
ikki langt síðani, at foreldur
vóru alment frammi og
søgdu, at tey tordu nóg illa
at lata børnini sleppa út at
spæla.
Tað hevur okkara allar
størsta áhuga at fáa bøtt um
viðurskiftini
á
vegnum
ígjøgnum Miðvág, sigur
Napolion Magnussen
Hann sigur, at eisini und
anfarna bygdaráð royndi at
fáa bøtt um viðurskiftini og
somuleiðis
bygdaráðið
undan tí.
Orsøkin til, at onki er
hent, er ein tvídráttur ímill
um kommununa og Lands
verk um, hvør eigur ábyrgd
ina.
Landsverk hevur boðað
frá, at talan er um veg hjá
kommununi og at tað vóru
støð í Føroyum, har støðan
er verri enn í Miðvági.
Hinvegin hevur bygdaráð
ið víst á, at ferðslan ígjøgn
um bygdina hevur í nógv
mesta mun samband við
flogvøllin, sum er landsmál
burturav.
Soleiðis kom naggatódn í
málið og tað endaði við, at
Sandavágs
og
Miðvágs
Kommuna gjørdu av at taka
málið í egnar hendur og
gera eina ferðslutrygdarætl
an, sum umfataði báðar
bygdirnar.
Napolion Magnussen sig
ur, at síðani hevur eisini
Landsverk víst áhuga at
vera við í eini felags ætlan
og úrslitið er so tann felags
ætlanin,
sum
liggur
á
borðinum í dag og sum teir
tríggir partarnir betala hvør
sín triðing av.
Ein bólkur við einum
umboði
fyri
Sandavág,
einum umboði fyri Miðvág,
einum umboði fyri Lands
verk og einum umboði fyri
løregluna arbeiða nú við at
stinga út í kortið, hvørju til
tøk skulu setast í verk fyri
at tálma ferðsluna.
Og eftir ætlan skal eitt
projekt verða liðugt fyri jól,
so at arbeiðið kann gerast
næsta ár.
Tálma ferðsluna
Høvuðsendamálið
við
ferðslutrygdarætlanini
er
sjálvsagt at tálma ferðina
hjá
bilunum,
ið
koyra
ígjøgnum strekkið.
Sostatt fer trygdarætlanin
at fevna um alt vegastrekki
frá 50 kilometra markinum
eystanfyri Sandavág til 80
kilometra markið vestanfyri
Miðvág.
Samstundis skal ætlanin
fevna um skúlavegin í sam
bandi við stóra Oyggjarskúl
an á Giljanesi, so at eisini
skúlavegurin verður trygg
ari.
Hvørji tiltøk verða sett í
verk, er ikki heilt greitt enn,
men tað liggur nokk so fast,
at á landsvegnum ímillum
Sandavág og Miðvág fer her
eftir einans at verða loyvt at
koyra 60, har tað annars nú
er loyvt at koyra 80.
Annars
verður
ferðin
væntandi
tálmað
við
serligum strípum, oyggjum
og øðrum tiltøkum, sigur
borgarstjórin í Miðvági.
Deyðin lúrir her
Dekksøla í nýggjum hami
Super Dekk hevur umvælt og pussað húsini upp og letur
leygardagin upp í nýggjum hami. Samstundis er fyritøkan vorðin
sjálvstøðugur partur av stóra samtakinum First Stop, ið telur 1600
dekk og billutahandlar í 23 europeiskum londum. Vit mugu
fylgja við tíðini, og húsið trongdi til eina bøtandi hond, sigur
Fríðrikur Bláhamar, stjóri í Super Dekk, sum leygardagin hevur
opið hús frá klokkan 1014 í hølunum hjá fyritøkuni við
Hoyvíksvegin.
Á hesum vegastrekkinum í Miðvági hava nógv fólk latið lív í ferðsluni, men nú verða ítøkilig stig tikin til at bøta um ferðslutrygdina. Hetta er ein ætlan, sum fevnir
bæði um Sandavág og Miðvág og um landsvegin ímillum báðar bygdirnar. Samstundis skulu tiltøk setast í verk fyri at gera skúlavegin í sambandi við skúlan í
Giljanesi tryggari
Savnsmynd
Mynd: Álvur Haraldsen