Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 187 - 27. september 2007 Jóhan Páll Joensen gjørdist skipari og stjóri, hóast hann hevur lítla skúlagongd og hevur stamað illa. Hann bakkar ikki fyri avbjóðingum, og nú hevur hann eisini fingið Bill Clinton at koma til Føroya Vangamynd Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Í Føroyum hevði Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, neyvan riggað sum politikari. Til tað er hann helst ov lítið sjálvhátíðarligur og av­ markaður. Men sum hann sleingir seg niður á ein stól í Vinnuhúsinum í stuttari millumlending millum Klaksvík og Keypmanna­ havn við spurninginum: Nú, veist tú onga góða? so kann ein ikki lata vera við at hugsa, at í USA høvdu tey sagt, at hesin maðurin is made of the stuff of Presidents. Sum formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, nevnd­ arformaður í Føroya Banka, og reiðari, stjóri og nevnd­ arlimur hjá fleiri fyritøkum, má Jóhan Páll Joensen sig­ ast at vera ein av odda­ fiskunum í føroyskum vinnulívi. Og komandi vitj­ anin hjá Bill Clinton eigur hann eisini ein stóran part av æruni av. Á Vinnudegnum 2006 segði onkur í spølni, at næsta ár kom Bill Clinton. Og markleysur, sum Jóhan Páll Joensen er, hugsaði hann: hví ikki. Tað vísti seg, at Clinton skuldi á Skandinavia ferð, men hann var rættiliga dýrur. Men hetta tók tó ikki móti frá Jóhan Páll, sum eftir stuttari tíð hevði fingið bæði Før­ oya Banka og Eik at veita trygd umframt fleiri før­ oyskar fyritøkur at vera stuðlar. ­ Vitjanin hjá Bill Clinton skal seta Føroyar á verðins­ kortið, men so sanniliga eisini vísa okkum føroy­ ingum, at vit eru á jøvnum støði við onnur fólk og sjálvandi kunnu gera stór ting, sigur Jóhan Páll Joen­ sen, sum sjálvur er eitt gott dømi um, at tað ikki loysir seg at siga umskylda eg eri til. Slepp tær heim Fólkaskúlin segði Jóhan Páll millum lítið og onki. Hann skulkaði illa og tað einasta hann vildi var at sleppa til skips. Tá hann var 14, fór hann til ein skipara og bað um kjans. Hesin segði, at hann fyrst mátti fáa loyvi frá pápa sínum, og 14 ára gamli drongurin fór heim at spyrja pápan. ­ Pápi gjørdi skjótt av og fór niðan til Alex Sólstein, skúlastjóra, og spurdi um tað ikki var best fyri bæði drongin, skúlan og heimið, at hann fór til skips. Alex var púra samdur, og segði at tað hendi ongantíð ov skjótt, flennir Jóhan Páll Joensen. Tá hann var 18 fór hann á skipsføraraskúla, tí skipari, tað skuldi hann vera. Jóhan Páll stamaði ræðuliga illa, men tað helt honum ikki aftur. ­ Eg havi ongantíð tikið mær tykni av, at eg havi havt feilir. Og eg havi ongan­ tíð vilja góðtikið at eg ikki kann gera alt tað, sum onnur gera. Men onkra við­ merkingina havi eg fingið, sigur Jóhan Páll Joensen. ­ Á skipsføraraskúlanum var tað ein sum segði við meg: Hvat fanin gert tú her? Fær til hús og finn tær okkurt, sum tú kanst brúkast til. Hesin var vísur í, at eg ongantíð kundi fáa starv sum skipari við mínari staming. Men eg bakkaði ikki eitt sekund, sigur Jóhan Páll Joensen sannførandi. Skiparin gjørdist stjóri Viðmerkingin á skipsfør­ araskúlanum varð gjørd til skammar, og Jóhan Páll Joensen var í fleiri ár rok­ skipari á ymiskum skipum. Men mitt í lívinum valdi hann at fara á handilsskúla. ­ Tá Vesturvón var bygd­ ur, riggaði tað tekniska so illa, at eg lovaði at vera umborð inntil alt var koyrdi, sum tað skuldi. Úrslitið var at eg var umborð í næstan trý ár út í eitt. So valdi eg at taka eitt heilt ár heima og fór á handilsskúla. Eftirfylgjandi var hann aftur skipari í tvey ár, men tá Hans Andrias Dam bjóð­ aði honum starv sum stjóri á Handils­ og Frystivirkin­ um, tók hann av og legðist uppi. ­ Eg var stjóri har í tvey ár, og meðan eg var har, var eg biðin um at koma upp í alt møguligt skrambul, greiðir Jóhan Páll Joensen frá við einum skeivum smíli. Hann heldur ikki tað er nógvur munur á at vera skipari og stjóri. ­ Um vøran er fiskur ella pengar, so er uppgávan tann sama. Tú skalt fáa tað at geva úrslit, so einkult er tað, sigur hann og heldur áfram: ­ Sum skipari ert tú mang­ an noyddur at taka stórar avgerðir, og hesar royndir hava uttan iva hjálpt mær seinni. Eg hvíli í, at eg geri tað besta út frá teim for­ treytum eg havi og brúki eg onga tíð upp á at angra. Líka góð sum onnur Sambært Jóhan Páll Joensen hava føroyingar verið merktir av einum undir­ brotligum og innibyrgdum lyndi. ­ Vit halda, at vit eru so smá, at vit kunnu ikki gera mun. Og vit eru so øðrvísi enn hini, at vit tola ikki tað sama av. Men sjálvandi gera vit tað, leggur Jóhan Páll Joensen herslu á. ­ Vit liva í globalum tíðum og mugu hava ein globalan hugburð, og tað er upp á tíðina, at vit sleppa okkum úr hylkinum og fara út og tosa sama mál sum onnur. Jóhan Páll Joensen heldur, at tað alt ov ofta verður tosa við penum orð­ um, men tá møguleikarnir so lata seg upp og støða skal takast til avbjóðingarn­ ar, so læsa vit okkum sam­ an sum østers. ­ Tí er tað sera hugaligt við útrásum, sum tær hjá Eik, Føroya Banka og Thor Shipping, og um Clinton tiltakið kann stuðla upp undir hugburðin, at tað ber til at hava útsýni og kappast á jøvnum føti við onnur, so er endamálið rokkið, sig Jóhan Páll Joensen, áðrenn hann skundar sær vestur á flogvøllin. Hann fekk Clinton til Føroya Føroysk bók um fjølmiðlar Í seinastu viku kom út nýggj skúlabók um fjølmiðlar, sum Birgir Kruse hevur skrivað. Bókin er ætlað at verða brúkt í elstu flokkunum í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlunum. Men eisini onnur, sum hava áhuga fyri fjølmiðlum og samfelagsviðurskiftum, kunnu fáa nógv burturúr bókini. Við dømum úr bæði heimliga umhvørvinum og altjóða miðlaverðini verður tann týdningur, sum miðlarnir hava í okkara gerandisdegi lýstur, og greitt verður frá hvussu vit betur kunnu skilja og brúka teir. Fjølmiðlar kom fyrr í ár út í elektroniskari útgávu. Nýggja bókin, sum telur 89 blaðsíður, er lætt lisin og áhugaverd við nógvum sigandi myndum. - Á skipsføraraskúlanum var tað onkur, sum bað meg sleppa mær heim, tí eg fór ongantíð at fáa starv sum skipari við mínari staming, men eg havi ongantíð bakka fyri avbjóðingum, sigur Jóhan Páll Joensen, sum vónar at Clinton vitjanin fer at geva føroyingum dirvi at halda seg framat í altjóða høpi