Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 187 - 27. september 2007 Stýrið fyri Samhaldsfasta hevur gjørt av at hækka eftirlønina úr grunninum við umleið 20% frá 1. januar komandi PENSJÓN Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stýrið fyri Arbeiðsmarknað areftirlønargrunnin – van­ liga nevndur Samhaldsfasti ­ samtykti á fundi í dag at hækka eftirlønina úr grunninum við umleið 20 % frá 1. jan 2008, soleiðis at eftirlønin verður 2.230 kr um mánaðin, sum er 26.760 kr um árið. Ásetingin er galdandi fyri árið 2008. Øll, sum hava fylt 67 ár, fáa eftirløn úr grunninum. Løgtingslógin um eftir­ lønargrunnin er frá 1991, men hon er broytt nakrar ferðir. Lógin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið eina ferð um árið fyri álmanakkaárið eftir. Lønmóttakarar og arb­ eiðsgevarar hava síðan 1. januar 1992 goldið í grunn­ in. Lønmóttakarar og arb­ eiðsgevarar rinda ein pro­ sentpart av ávikavist a­inn­ tøkuni og útgoldnu lønini, so hvørt lønin verður út­ goldin. Arbeiðsgevarar kunnu tó velja at rinda so hvørt, lønin verður útgoldin, annars fáa teir rokning fyri undanfarna árið. Frá 1. jan­ uar 2007 hava lønmóttak­ arar og arbeiðsgevarar rind­ að hvør 1,5% av lønini og frá 1. januar 2008 hvør 1,75% av lønini. Eftirlønarveitingin er ásett soleiðis, at grunnurin sleppur undan at lækka hana seinni, og í staðin fyri hevur møguleika fyri at lata eina vaksandi upphædd, sum í minsta lagi veksur líka nógv sum inflatiónin. Reglurnar um útgjald úr grunninum eru ásettar í løgtingslóg nr 39 frá 07.05.1991, sum seinast broytt við løgtingslóg nr 129 frá 28.12.2006 og í kunngerð nr 44 frá 09.05.1997. Eftir hesum reglum er tað Toll­ og Skatt­ stovan, sum stendur fyri útgjaldinum, og hvønn mán­ að setur veitingina á konto hjá hvørjum eftirlønarmót­ takara í sparikassa, banka ella postgiro. 2.230 krónur úr Samhaldsfasta Jólatúrur til Edinburgh í desember Seinastu árini hevur Norrøna vitjað Aderdeen, Inverness og Edinburgh um jóltíðir. Í ár verður aftur vitjað Edinburgh, sum tey á Smyril Line halda vera ein sera spennandi bý. Umframt hópin av handlum og sølumiðstøðum, so er býurin á tremur av søgu, mentan og arkitekturi. Eitt annað sum ger túrin í ár sera huga­ ligan er, at tað tekur bert 24 tímar at sigla higar. Norrøna leggur frá landi mána­ morgun 3. desember kl. 9. Skipið liggur í Edinburgh til mikumorgunin kl. 10.30, tá ið hon leggur leiðina. Sostatt hava fólk eitt heilt samdøgur at uppliva Edinburgh við øllum tí, sum býurin hevur at bjóða. Á túrinum verður búð um­ borð á Norrønu, har Hilmar Jan, Jens Marni Hansen Band, Stanley Samuelsen og onur fara at undirhalda gestunum. Vanliga plaga millum 500 og 800 fólk at vera við á slíkum túrum. Foreldur at brekaðum børnum í Runavíkar kommunu eru hart ímóti, at kommunan hevur ætlanir um at koyra hesi børnini í ein serligan skúla. Eins og onnur børn hava børn við breki brúk fyri at vera millum vanlig børn. Ein áheitan frá for­ eldrunum kemur fyri á býráðsfundi í kvøld UNdirvíSiNg Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Ein bólkur av foreldrum at børnum í serflokkunum í Søldarfirði, ið umfatar børn í Runavíkar kommunu, hava heitt á býráðið um at lata hesi børnini sleppa at ganga í skúla á Glyvrum saman við øðrum børnum í kommununi. Tilsamans snýr hetta seg um tveir serflokkar við átta børnum, sum eru fødd við ymsum brekum. Tey flestu eru rørslutarnaði og deyv ella blind, meðan eitt hevur Down Syndrom. Trý børn hava autismu, men hesi ganga í Lamba skúla. Sam­ bært foreldrum og lærarum hjá hesum børnunum er best fyri tey børnini við autismu at vera í slíkum friðarligum umhvørvi, sum tey hava í Lamba. Tó halda tey, at tað er gott fyri hesi børnini og onnur vanlig børn, at tey síggjast av og á. Áheitanin er stílað til allar býráðslimirnar. Foreldrini vísa á, at bør­ nini eru sera ymiskt fyri, og tí er tørvurin á undirvísing ymiskur. Undirvíst verður út frá førleika og tørvi hjá hvørjum einstakum barni. Talan er um allar vanligar lærugreinir sum at lesa, rok­ na, heimstaðarlæru, kristni, køk, smíð, tónleik, fimleik, svimjing og so framvegis. Tó fer undirvísingin mest fram á serligan hátt, og flestu børnini hava ikki allar lærugreinir. Nøkur av børnunum eru við til fríkorterini. Nøkur hoyra til ein vanligan flokk og eru við til ávísar tímar hjá tí flokkinum, meðan onnur bara eru í serstovum. Flestu børnini eru við til morgun­ sang hvønn morgun. Nú nýggjur og stórur skúli verður bygdur í Runa­ vík, óttast foreldrini at teim­ um brekaðu børnunum, at hesi gerast tapararnir. Í áheitanini frá foreldrunum til býráðslimirnar stendur millum annað: »Tá vit hugsa um, hvørji atlit ein kann hugsa um í mun til, um hesi børnini skulu vera við tí vanliga skúlanum, hava vit hesi hug­ skot til atlit: sosial samvera, síggja atburð hjá vanligum børnum, hava møguleika av knýta vinarbond við vanlig børn, at atgongd er til bóka­ savn og annað nattúrligt á einum størri skúla og at hjálp er í gongdini á skúla­ num at hava fastar rammur viðvíkjandi tíðini.« Víðari skriva foreldrini: »Fyri børnini er tað eisini gott, at teirra lærarar arb­ eiða í einum jaligum og mennandi umhvørvi. At lærarar hava møguleika at halda seg til útgangsstøðið í vanligari undirvísing og framburðinum, sum hendur alla tíðina, at teir hava eitt størri fakligt umhvørvi, at teir kunnu undirvísa øðrum enn hesum børnunum, at teir ikki mugu skipa fyri serligum sosialum tiltøkum á jólum, føstulávint, men at tey eru saman í einari størri eind.« Foreldrini leggja dent á, at tað ikki er ætlanin, at teirra børn skulu órógva vanligu næmingarnar í skúlagongdini. »Okkum kunnugt gera tey ikki tað. Uttan iva skulu tey (vanligu børnini, blm.) venja seg við at vera saman við okkara børnum, men fyri vanligu næmingarnar eru fleiri dømi um, at tey læra nógv av at vera saman við okkara brekaðu børnum: Tey læra at vera meira tolo­ rant við at síggja, at øll ikki hava tað so gott sum tey. Foreldur hava fortalt, at børnini duga væl við eldri fólki og tosa við tey við respekt. Vit koma ikki bein­ leiðis á nakað jaligt atlit, um hildið verður, at tað er best at vera á einum serskúla og ikki saman við vanliga skúlanum«, skriva foreldrini til býráðið í Runavík, sum altso kemur fyri á býráðs­ fundi í kvøld. Ynskja ikki serskúla fyri børn við breki Børn við breki eiga ikki at verða sett í serligan skúla, men sleppa at vera saman við øllum øðrum børnum, halda foreldur at brekaðum børnum í Runavíkar kommunu