hósdagur 27. september 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 187 - 27. september 2007
verður teimum frítt at ráða
yvir.
Kunningarfundur
fyri
pressuni verður eisini í Mið
lahúsinum, og skipar Sam
vit fyri tveimum felags
útferðum, sum tey kunnu
tekna seg til. Ein túrur verð
ur vestur á Leitisvatn til
Bøsdalafoss, og hin verður
til Kirkjubøar.
Einans føroysk
myndafólk
Fyri at Bill Clinton og fylgi
hansara skal ikki fáa ampa
av pressuni, verða strangar
reglur fyri, hvussu nógv,
ella fá, kunnu verða við í
fylginum. Sjónvarpið hjá
Kringvarpinum hevur tvey
upptøkulið við, og trý
myndafólk frá Dimmalætt
ing Sosialinum taka myndir.
Tað verða sostatt føroysk
myndafólk, sum fóðra allari
heimspressuni við sjónvaps
myndum og prentmyndum
av Clinton vitjanini í Føroy
um.
Til hetta hava vit upp
rættað eina heimasíðu við
einum servara, har myndir
og filmsbrot verða løgd út á
sohvørt, sigur Tórunn Ell
ingsgaard, og hon greiðir
frá, at avtalað er við sjón
varpið, at sokallaðir sjón
varpspakkar liggja klárir á
kl. 16 og kl. 19 til altjóða
fjølmiðlarnar at brúka.
Pressan, sum sleppur inn
í salin í Norðurlandahúsin
um, fær pláss uppi á bal
kongini.
– Tey kunnu bara taka not
atir, og tað verður ikki loyvt
at hava upptøkutól við inn,
sigur Tórunn Ellingsgaard.
Ein sms’ur poppar inn á
fartelefon Tórunnar. Onkur
vil vita, um hon hevur fing
ið nýggjastu bókina hjá Bill
Clinton: Giving, sum kom
út á enskum fyri einum
mánað síðani. Nei, hon er
ikki komin til landið enn,
sigur Tórunn, og tey avtala,
at eitt av útlendsku tíðinda
fólkunum skal keypa eitt
eintak upp við á flogvøllin
um í Skotlandi.
Fyrireikaðir
spurningar
Spurd, hvussu hon sjálv
hevur fyrireikað seg til til
takið, sigur Tórunn Ellings
gaard, at hon millum annað
hevur lisið bøkurnar hjá
Bill Clinton og Hans Blix.
Saman
við
samstarvs
feløgum og Vinnuhúsinum
hevur hon orðað nakrar
spurningar til Clinton, tí
teir skulu sendast fyrireikar
unum
til
góðkenningar
frammanundan. Hvat Clin
ton fer at tosa um, er ikki
heilt greitt enn, tí tað er upp
til hansara at tosa um tað,
sum hann vil tann dagin.
Men seinast tey vistu varð
roknað við, at hann fer at
tosa um globalisering, mink
andi orkutilfeingið í heimin
um, vandan fyri terrorismu,
fátækradømi og broytingar
í altjóða politisku myndini.
Eg havi altíð hildið Clin
ton vera spennandi. Havi
ikki lisið so nógv av honum
fyrr, men havi altíð sett
hann í bás stórar menn sum
Gorbatjov og Mandela, sig
ur Tórunn Ellingsgaard,
sum ikki hevur fyrireikað
spurningar til Hans Blix, tí
spurningar verða ikki settir
honum.
Síggja gott út
Eitt er at fyrireika seg fak
liga til vitjanina. Annað er,
at føroyska vertinnan sjálv
andi eisini skal eisini síggja
gott út, tá hon skal vera vert
inna í Norðurlandahúsinum.
Hvussu hevur Tórunn fyri
reikað seg til hetta?
Klæðini velji eg ikki
sjálv. Sansir hevur ábyrgd
ina fyri øllum tí grafiska
búnanum, harímillum eisini
mínum klæðum, sigur Tór
unn Ellingsgaard, sum tó
lyftir lokið av einari hvítari
skógvaeskju og avdúkar ein
ar beigelittir leðurskógvar
við høgum hælum. Og so
hevur hon eisini tapt seg
sjey kilo seinastu tíðina.
Sum eg skilji á lagnum,
so gongur myrkablátt aftur.
Hárið fer ein frisør, sum eit
ur Elisabeth Maria Johann
esen, at hava ábyrgdina av,
meðan eg smyrji mær sjálv,
sigur Tórunn Ellingsgaard,
sum er eitt rættiliga kent
andlit, ikki bara her hjá okk
um, men aðrastaðni við.
Millum annað sum sjón
varpsvertinna hjá MTV og
morgunvertinna á donsku
sjónvarpsrásini TV2. Tí er
kanska heldur ikki løgið, at
www.babeindex.dk er eitt
tað fyrsta hittið, sum poppar
upp, tá tú Googlar “torun
ellingsgaard”.
Um hon hevur hugsað
um, hvønn týdning hendan
stóra uppgávan kann fáa
fyri karrieruna framyvir,
sigur Tórunn Ellingsgaard
seg als ikki hava hugsað um
tað í hesum sambandi.
Eg havi altíð verið rætti
liga málrættað. Men seinas
tu árini eri eg vorðin alt
meira tilvitað um, at seti eg
mær eina deadline, so foku
seri eg upp á at røkka henni,
sigur Tórunn Ellingsgaard.
Onkur plingar inn á
Skype’in og ringitónin við
kirkjuklokkum í fartelefon
ini rungar í rúminum, með
an oyrasniglurin ikki vil
tað, sum eigarakonan vil.
Viðhvørt er ikki lætt at vera
tøk.
Flytir ikki heim
Seinasta árið hevur Tórunn
Ellingsgaard búð á San Tor
ini saman við sjeikinum,
sum er grikki og starvast
innan ferðavinnuna har nið
ri. Síðani bókin um Janu
kom út, hevur hon hugna
sær har niðri, sum hon tekur
til. Tí hevur hon heldur ikki
arbeitt
sum
journalistur
seinastu tvey árini.
Men eg havi nógv hug
skot, sum eg kundi hugsað
mær at arbeitt við. Men nú
skulu vit fyrst hava hetta
frá hondini, og so fari eg
niður aftur til San Torini at
geara niður aftur.
Spurd, um hon kundi
hugsað sær at flutt heim og
tikið sjeikin við, flennir hon
hjartaliga, meðan hon sigur,
at tað kundi hon ongantíð
funnið uppá.
Nei, hann er grikki og
vanur við hita. Og hann skil
ur slett ikki, tá eg spyrji
hann í telefonini “and how
is the weather today?” flenn
ir Tórunn Ellingsgaard.
øroyar
Tey 16 tíðindafólkini
hava arbeiðsmiðstøð í
Miðlahúsinum, har høli,
amboð og annað verður
teimum frítt at ráða yvir. Her
fundast Tórunn Ellingsgaard
við blaðstjóran Jan Müller
og Kára Mikkelsen,
redaktiónsleiðara
Tíðindastreymurin rekur skjótt,
og tíðindafólkini eru von at sálda
søgurnar við harðari hond.
Tórunn Ellingsgaard
”
Vit mugu hava eina breiða viftu við søgum, sum vit
kunnu tippa tey um. Bíta tey ikki á eftir einum hálvum
minutti, mugu vit freista tey við einari aðrari, og vóna
at tey hekta seg á krókin – og ongantíð betur, um tey
kenna á sær, at tey sjálvi hava funnið søguna”
Tórunn Ellingsgaard
”
San Torini, har Tórunn Ellingsgaard býr saman við grikska sjeikinum. 15.000 fólk búgva á
oynni, og í teirra bygd búgva 1.500 fólk
Fiskiveiðan kann ikki økjast
Leiðarin fyri fiskivinnustovnin undir ST (FAO) heldur ikki, at fiskiskapurin kring um heimshøvini kann økjast meira.
Heimsins íbúgvum tørva mat. Tí er tað ein týdningarmikil uppgáva hjá okkum at finna út av, hvussu nógv kann fiskast.
Tonsatalið hevur í fleiri ár verið mett til 95 miljónir tons. Hetta tal kann ikki økjast, sigur Jorge Csirke, leiðari fyri FAO. Á
fundi hevur hann greitt frá, hvussu fiskiveiðan hevur ment seg síðan seinna heimsbardaga. Í mong ár varð nógv meira
fiskað í norðari hálvu enn á syðru. Sum tíðin leið, øktist fiskiveiðan nógv á syðru hálvu, og nú hevur fiskiveiðan í Indiska
Havinum, fram við strond Vesturafriku og í Suðurameriku yvirhalað veiðina á norðari hálvu. Eftir at veiðan sunnanfyri
hevur verið fyri stórari øking, er vøksturin nú minkaður. Leiðarin fyri FAO sigur, at fiskastovnar eru kollapsaðir, og ikki
minst hetta hevur ført til, at hugburðurin er broyttur. Nú verður ikki í sama mun hugt at, hvussu nógv ber til at veiða, men
meira, hvussu nógv er ráðiligt at veiða. Heimsins lond hava, sum árini eru liðin, fingið eyguni upp fyri, at fiskiríkidømið í
heimshøvunum er avmarkað, og at nøkur fiskasløg mugu varðveitast sum føði til onnur fiskasløg. Ein liður í øllum hesum
arbeiði, sigur Jorge Csirke, er tær altjóða avtalur, sum eru millum lond.