Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-27, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 187 - 27. september 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Egga verður forseti Ítróttasamband fyri Brek­ að (ÍSB) hevur verið part­ ur av norðurlendskum samstarvi síðan 1980. Norðurlendska arbeiðið er samskipað í Nord HIF og verður stýrt av skriv­ stovu, sum limalondini skiftast um at hava um hendi trý ár hvørja ferð. Á norðurlendska fund­ inum í Finnlandi 18. avg­ ust í ár varð endaliga staðfest, at tað verða Før­ oyar, sum komandi trý árini hava um hendi hesa skrivstovu. Formaður ÍSB, Egga Jensen, verður hetta tíð­ arskeiðið forseti í Nord HIF, Jón á Steig varafor­ seti, og Niels Nattestad er settur sum skrivari. Jákup spælir ikki aftur í ár Lærskaðin, ið hevur argað tað mesta av árinum, noyðir nú HB-liðskiparan at geva avboð Fótbóltur Jákup Mørk jjakup@sosialurin.fo Hesum hevur Jákup sjálvur boðað frá. Tað merkir, at HB má vera liðskiparan fyriuttan seinastu fýra dystirnar av kappingarárinum, nú liðið stríðist um bronsu­ merkini. Eisini merkir tað, at landsliðið má vera spæl­ aran fyriuttan teir tríggjar komandi dystirnar, sum eru móti Fraklandi, Ukra­ ina og Italia. Avboðið kemur tí eisini illa við hjá landsliðsvenj­ aranum, sum undan sein­ asta dysti fekk avboð frá Marna Djurhuus, og tí valdi at nýta Jákup á vinstra bakki. Til kom­ andi dystin hevur Atli Danielsen eisini leikbann, men hinvegin er Óli Johannesen tá tøkur. Special Olympics World Games (SOWG) verða í døgunum 2. -11 oktober 2007 í Shanghai í Kina. 10 ítróttafólk umboða Føroyar til leikirnar. Tey koma at kappast í frælsari ítrótt, boccia og svimjing Special OlympicS Tíðindaskriv Ítróttafólkini eru hesi: Í frælsari ítrótt: Júst í Túni, Maiken Olsen, Sharada Nielsen og Kristian Martin Garðalíð, í boccia: Elvin Weihe og Unn Mortensen og svimjararnir eru: Halla Poulsen, Apolonia Jústesen, Magnus V. Olsen og Ragnvvaldur Jensen Hetta er aðru ferð, at Før­ oyar, sum hevur sjálvstøð­ ugan limaskap í Special Olympics, luttaka á SOWG. Vit vóru eisini við í Dublin fyri 4 árum síðani. SOWG er eitt stórt ítróttatiltak, eini 7.500 íróttafólk úr øllum heiminum koma at kappast í 25 greinum. Umframt ítróttafólk og venjarar koma eini 40.000 sjálvboðin, ið á ymiskan hátt koma at hjálpa til áðrenn, undir og eftir leikirnar. Leikirnir byrja við eini setan, har ítróttafólkini sam­ an við venjarum og hjálpar­ fólki koma at ganga í skrú­ gongu inn á olympiska leik­ vøllin. Hæddarpunktið á setaðnarhátíðini verður, tá tann olympiski eldurin verð­ ur borin inn. Special Olympics (SO) er ein felagsskapur, ið ynsk­ ir at geva menningartarnað­ um runt um í heiminum møguleika at luttaka í ítrótt, og at uppliva gleðini, sum fylgir við at vera ein luttak­ andi. Hetta ger, at ítrótta­ fólkini styrkjast bæði til lik­ ams og sálar. Stórur dentur verður lagd­ ur á heilsustøðuna hjá ítrótta­ fólkinum. Tí hava tey eisini møguleika at verða kannaði av serkønum undir leik­ unum. Hetta verður kallað Healthy Athelete Program. Tað kann av sonnum sigast, at hetta er ein felags­ skapur í stórari menning. Fyrstu leikirnir blivu hildnir í USA í 1968, har eini 1000 ítróttafólk luttóku. Í dag eru uml 2,5 mió ítróttafólk úr 165 londum knýtt at SO. Í Føroyum er SO knýtt at ÍSB. Føroyska ferðalagið fer avstað longu hóskvøldið 27. septembur, tí leikirnir byrja við eini venjingarlegu frá leygardegnum. Komið verður heimaftur mána­ kvøldið 15. oktobur við Atlansflog. Leikirnir hava egnu h e i m a s í ð u : www.2007specialolympics. com Eisini ber til at lesa meira um Special Olympics á www.specialolympics.org Til Shanghai at kappast Sunnudagin 23. september 2007 skipaði TSF fyri FM- kapping á fjallasúkklu. Greinin verður rópt criterium, og súkklað var runt Viðarlundina í Hoydølum á eini rutu uppá uml 1 km í 40 min Súkkling Tíðindaskriv Tað hevur ikki verið gjørt so nógv við fjallasúkkling higartil í Føroyum enn, men tað eru nakrir súkklarar sum brúka fjallasúkklu at venja á um veturin, og tað vóru nakrir av hesum sum møttu upp sunnudagin. Fyrireikarnir høvdu valt ein tein at súkkla við nógvum hæddarmetrum og góður tekniskur førleiki á súkkluni var ein fyrimunur, og hóast brekkurnar á teininum ikki vóru so stórar so blivur tær strævnar eftir at hava súkkla tær fleiri ferðir. Vinnarin av kappingini gjørdist 42 ára gamli Gunnar Dahl­Olsen sum nú kann kalla seg føroyameistara í fjallasúkkling. Hann súkklaði 14 ferðir runt, og hann vann sannførandi á Eli J. Christiansen sum gjørdist nummar tvey. Andrass Joensen gjørdist nummar trý og Høgni Øster sum umboðaði Føroyar á Oyggjaleikum í fjallasúkkling endaði á einum fjóðra plássi, ein umgang aftanfyri Andrass. Til barnakappingina møttu nøkur børn upp at kappast um FM­heiti í fjallasúkkling. Teirra teinur var ikki heilt so langur sum hjá teim vaksnu, men tað vísti seg at tað var strævið hjá teim flestu at koma runt av tí at tað var ein rættiliga drúgv brekka á rutuni, og onkrastaðni máttu tey leiða súkkluna. Bólkur 1 súkklaði tríggjar ferðir runt og bólkur 2 súkklaði seks ferðir runt. Enn er eru tríggjar FM­kappingar í súkkling eftir, og leygardagin leggja súkklaranir til brots at kappast um FM­heiti í landaveg­ súkkling. FM í fjallasúkkling Hóast brekkurnar ikki vóru so stórar, so gjørdust tær strævnari fyri hvørt umfarið Lundberg hevur skift felag Á vikuliðnum í gjár høvdu vit valt Christian Lundberg til ein av álopssessunum. Hetta hevði hann ivaleyst eisini uppiborið eftir góða avrikið í Klaksvík. Men tað er nú ikki í KÍ, at Lundberg ger um seg, soleiðis sum tað framgongur av vikuliðnum. Danski áleyparin spældi kanska við KÍ í fjør, men í ár er tað altso GÍ, sum hevur gleðina av mongu málum hansara. Vit biðja Christiatn og lesaran um umbering fyri mistakið. Úrslitini Bólkur 1 Dreingir árg 2000 og aftaná 1 Bartal Dam Gregoriussen 2 Tummas Simonsen Gentur árg 2000 og áftaná 1 Theresa Reinert Ovenberg Bólkur 2 Dreingir árg ’97-’99 1 Niels Gilstein Midjord 2 Fríði Weihe Fríðmundson 3 Rasmus Mohr Nielsen Vaksin 1 Gunnar Dahl-Olsen 2 Eli J. Christiansen 3 Andrass Joensen 4 Høgni Øster 5 Kári Simonsen 6 Sigmund Olsson 7 Evald Rasmussen