Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-27, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 27. september 2007 29 tíðindi Hannis og Uni venja kvinnur Ein av størstu trupulleikunum hjá kyndilskvinnunum síðsta kappingarár var, at eingin fastur venjari stóð á odda fyri liðnum. Fyrst var tað Michael Abildgaard, sum byrjaði sum venjari. Síðani tók Jónleif Sólsker yvir nakrar dystir, áðrenn Vesna Tomajek loysti hann av. Hon endaði tó ikki kappingina sum venjari hjá Kyndli. Síðstu dystirnar var tað nevniliga Sofus Dahl-Christiansen, sum stóð á odda fyri liðnum, og tí vóru tað heili fýra venjarar, sum vandu kyndilskvinnurnar síðsta kappingarár. Í ár vera tað tó heilt aðrir venjarar, sum standa á odda. Tað vera nevniliga brøðurnir Hannis og Uni Wardum, sum skulu syrgja fyri, at Kyndil aftur verður at finna í oddinum av føroyskum kvinnuhondbólti. Anja farin til Neistan Ein av týdningarmestu spælarunum hjá Kyndli síðsta kappingarár var strikuspælarin, Anja Heinadóttir. Hon verður tó ikki at finna í Kyndli í ár, av tí at hon hevur valt at skifta til Neistan. Í staðin fyri hana hevur Kyndil funnið ein nýggjan strikuspælara í Neistanum. Her er talan um Tordis Tróndarson, og úr Kyndli lata tey væl at nýggja strikuspælaranum. Ein av ungu spæl­ar­ unum hjá Kyndl­i, Barbara Egil­strøð, sigur, at tær hava góðar vónir um at fáa eitt gott úrsl­it komandi kappingarár. – Liðið hjá okkum er betri samanspæl­t í ár, samstundis sum vit hava fl­eiri av týdningarmestu l­eikarunum við frá byrjan av. Tí hava vit sett okkum sum mál­ at røkka fram í mil­l­um trý tey fremstu HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Kyndil kann ikki teljast ímill- um mest vinnandi liðini í Sunset-kappingini hjá kvinn- um í nýggju øldini. Tað er tó blivið til fimm meistaraheiti í søgu felagsins, og tey síðstu komu í hús í árunum 1998 og 1999. Síðstu árini hevur tó gingið heldur strilt- ið hjá grøna liðnum úr Havn- ini, og kyndilskvinnurnar hava havt ilt við at spælt seg heilt upp í oddin. Síðsta kappingarár var heldur einki undantak í so máta. Kyndil megnaði við tógvið stríð at spæla seg fram í millum fýra tey fremstu. Tær vóru fleiri ferðir tætt við at leypa hvøkk á hini trý liðini í finalubólkinum, men aloftast gjørdust tær ov stuttar. Ein av størstu trup- ulleikunum hjá Kyndli hetta árið var, at úrslitini hjá teim- um vóru alt ov óstøðug. Kyndil fekk tó víst, at tær kunnu gera seg galdandi ímóti sjálvt teimum bestu liðunum. Megna tær haraft- urat at fáa meir støðug úrslit í komandi kappingarári, so er als ikki óhugsandi, at Kyndil kann røkka longur enn síðsta kappingarár. Hetta krevur tó, at sterka verjan, sum er eitt av teirra vørumerkjum, stendur eins stinn í ár, sum hon stóð síðsta kappingarár. Vit hava tikið eitt prát við ein av ungu leikarunum hjá Kyndli, Barbaru Egilstrøð, har vit hava spurgt hana um vónirnar hjá Kyndli til kappingarárið, sum liggur fyri framman. Liðið er betri samanspælt Barbara Egilstrøð sigur, at spælararnir hjá Kyndli hava vant hart í summar fyri at gerast klárar til kappingina. - Ja, vit hava vant hart undan kappingina. Vit hava vant fysiska venjing í summ- ar, og í august byrjaði vit ordiliga við hondbóltsvenj- ingini, so eg haldi, at vit heilt víst eru klárar til kapp- ingina, sum jú byrjar longu nú leygardagin, sigur Bar- bara. Hon heldur eisini, at liðið er nógv betri fyri í ár, enn tað var við kappingarbyrjan síðsta kappingarár. - Eg haldi, at vit eru betri fyri í ár. Vit eru rættiliga væl fyri við fólki, og eg haldi eisini, at liðið er betri samanspælt í ár. Ungu spæl- ararnir eru eisini blivnir eitt ár eldri, og harafturat hava vit bæði Jórun og Jacklin við frá byrjan av, og hetta eru jú leikarar, sum hava rættiliga stóran týdning fyri liðið staðfestir Barbara. Skulu longur upp Síðsta kappingarár bleiv tað til eitt triðja pláss hjá kvinn- unum úr Kyndli, men Bar- bara dylur ikki fyri, at tær hava bæði vónir og ætlanir um at fáa eitt enn betri úrslit í ár. - Vit hava sett okkum sum mál at fáa minst eitt triðja pláss í ár. Eg haldi heilt víst, at vit hava fólkið til tess, og tí eigur hetta at lata seg gera, heldur Barbara. Hon leggur tó afturat, at fyri at røkka málinum, so má liðið vinna ávísar dyst- ir. - Fyri at hava nakran møguleika at røkka einum triðja plássi, so mugu og skulu vit vinna dystirnar ímóti serliga StÍF og VÍF. Harafturat er eisini neyðugt at vinna onkrar av dystunum ímóti hinum trimum liðun- um, og her er tað serliga VB, sum vit mugu royna at enda omanfyri. Stjørnan og Neistin hava verið sterk síðstu árini, men um vit klára at vinna á teimum eisini, so taka vit sjálvandi tað við, sigur Barbara. Sjálvt um Barbara heldur, at ávísir dystir mugu og skulu vinnast, so væntar hon tó eina javna kapping, har øll liðini kunnu taka stig frá øllum. Verjan má koyra Eitt av vørumerkjunum hjá kyndilskvinnunum seinnu árini hevur verið sterka verj- an. Hon hevur mangan ver- ið teimum stinn, og Barbara ásannar eisini, at hesin part- urin av spælinum verður ógvuliga týdningarmikil í kappingini, sum liggur fyri framman. - Størsta styrkin hjá okkum er helst verjupart- urin. Vit hava eina ógvuliga sterka verju, og hana mugu vit sjálvandi fáa at koyra í ár, um vit skulu hava nakrar vónir um at enda frammi í oddinum, heldur Barbara. Hinvegin heldur hon, at har eru nøkur ting, sum liðið má arbeiða vi ðat gera betri. - Vit hava havt ein trupul- leika við, at vit fáa alt ov fá løtt mál í einum dysti. Tí mugu vit arbeiða hart í ár fyri at fáa mótálopini hjá okkum at rigga. Hesi málini eru jú ógvuliga týdningar- mikil í einum hondbólts- dysti, staðfestir hon at enda. Hvussu fer at ganga hjá Kyndli fer sjálvandi bert tíðin at vísa, men eingin ivi tykist tó vera um, at kvinn- urnar í Kyndli vita, hat tær vilja. Tær vilja hava heiðurs- merki í ár, og tí verður spennandi at síggja, um grøna havnarliðið fer at røkka málinum. Málið er at fáa heiðursmerki Seinnu árini hevur Kyndil ikki rættiliga megna at gjørt seg galdandi í oddinum av føroyskum kvinnuhondbólti, men nú siga kvinnurnar úr Kyndli, at tær ætla sær at fáa heiðursmerki hetta kappingarárið. Mynd: Álvur Haraldsen