Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 187 - 27. september 2007 tíðindi Egil Steintórsson givin sum venjari Tað verður ikki Egil Steintórsson, sum fer at standa á odda fyri kvinnunum hjá VB í ár. Egil vandi besta liðið síðsta kappingarár, men hann hevur valt ikki at halda fram í starvinum sum venjari. VB hevur tí í eina tíð leitað eftir nýggjum venjara, og fyri stuttum komu tey í samband við ein venjara úr Serbia, sum kemur til landið sunnudagin. Hesin skal helst standa á odda fyri besta liðnum hjá VB, og ætlanin er eisini, at hann skal hava ein spælari heim við sær úr Serbia. Royndir leikarar givnir VB má vera fleiri av mest royndu leikarunum fyri uttan, tá nýggja kappingarárið fer av bakkastokki leygardagin. Undan kappingini er greitt, at bæði Rannvá Johannesen og Laila Jespersen ikki vera tøkar til hondbólt av ymsum orsøkum, og harafturat hevur liðið eisini mist Ivanu Ljubicic, sum var ein av útlendsku leikarunum síðsta kappingarár. Hinvegin ljóðar, at liðið fær styrk til fleiri av dystunum í vetur, tí sum skilst ætlar Gurið Mortensen at koma heim til fleiri dystir. Fleiri av mest royndu spælarunum hjá kvinnunum í Vági hava lagt skógvarnar á hillina av ymsum orsøkum, og tí verður tað eitt ungt lið, sum skal føra VB fram í oddin. Ein av blaðungu leikarunum hjá VB, Bára Mort­ ensen, sigur, at tær at kalla einki kenna til hini liðini, og tí er ilt at meta um møguleikarnar hjá liðnum í ár HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Besta kvinnuliðið hjá VB í hondbólti hevur verið fastur inventar í oddinum seinastu nógvu arini. Vágskvinnur hava fleiri ferðir tikið lut í finaluni um meistaraheitið, og harafturat hevur liðið eisini fleiri ferðir verið partur av steypafinaluni seinnu árini – seinast tá tær taptu fyri Stjørnuna síðsta kappingarár. Sjálvt um VB hevur verið millum sterkastu liðini í før­ oyskum kvinnuhondbólti seinnu árini, so eru tað tó bert blivin til trý meistara­ heiti til felagið. Tað fyrsta bleiv vunnið heilt afturi í 1950, men síðani vann felagið meistaraheitið í bæði 2003 og 2005. Síðani tá hevur gingið eitt sindur niður á bakka hjá VB. Tær hava tó klárað at hildið sær í millum trý tey fremstu síðstu tvey árini, og nú er spurningurin, um hetta fer a eydnast teimum aftur í ár. Liðið hevur verið fyri stórari frágongd í mun til síðsta kappingarár. Profilar sum Rannvá Johannesen, Laila Jespersen og Ivana Ljubicic vera ikki at síggja á liðnum í ár, og í staðin vera tað fleiri av ungu leikarunum hjá felagnum, sum skulu halda liðnum í oddinum. Vit hava tikið eitt prát við ein av hesum ungu leikarun­ um, Báru Mortensen, har vit hava spurt hana um vón­ irnar hjá VB fyri komandi kappingarárið. Kenna lítið til hini liðini Bára Mortensen heldur, at spælararnir hjá VB eru væl fyri, men hon ásannar tó, at tær at kalla einki kenna til hini liðini í landinum. ­ Vit hava vant hart í ár, og allir leikararnir hava arbeitt hart til venjing. Vit vita tó slett ikki, hvat vit skulu vænta í ár. Vit hava ongar vinardystir spælt, og tí vita vit at kalla einki um hini liðini, staðfestir Bára Mortensen. Tað er tó ein sannroynd, at VB­liðið hevur mist nógvar av stóru profilunum á liðnum, og hetta ásannar Bára eisini. ­ Vit hava mist bæði Rann­ vá, Lailu og Ivanu, sum all­ ar vóru við síðsta kapping­ arár, og hetta merkist sjálv­ andi. Sunnudagin kemur nýggi venjarin úr Serbia, og hann hevur ein leikari við sær, sum vónandi fer at styrkja um liðið. Gurið heim til fleiri dystir VB hevur tó ikki bert mist leikarar í mun til í fjør. Fleiri av góðu ungu leikar­ unum, sum ikki spældu í fjør, eru byrjaðar aftur, og harafturat fær liðið helst óvæntaðan styrk úr Dan­ mark til fleiri av dystunum í ár, sigur Bára Mortensen. ­ Tað ljóðar, at Gurið Mortensen kemur heim til fleiri av dystunum í vetur. Hon er ein sera góður leik­ ari, og hetta verður sjálvandi ein stórur styrkur hjá liðn­ um, um Gurið kemur heim. Byggja nýtt lið upp Nú fleiri av meira royndu leikarunum hjá VB hava valt at leggja skógvarnar á hillina, verða tað teir yngru leikararnir, sum skulu bera liðið víðari. Bára Mortensen heldur, at yngru leikararnir bara mugu royna at arbeiða hart, men hon ásannar tó, at hetta tó kann gerast trupult. ­ Tað er eitt nýtt ættarlið, sum nú skal inn á liðið, so man kan gott siga, at vit eru í gongd við at bygja eitt nýtt lið upp. Vit ungu mugu bara royna at arbeiða hart, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. ­ Tað verður helst eisini trupult hjá okkum til tíðir. Kanska serliga tá Daiva verð­ ur mansvard, tí nú er eingin av teimum royndu leikarun­ um eftir til at taka yvir, so tá mugu vit bara stríðast við øllum tí, sum vit eiga, stað­ festir Bára. Daiva er størsta styrkin Tá vit spyrja Báru, hvat størsta styrkin hjá VB er, er ungi leiakrin slett ikki í iva. ­ Daiva má metast at vera størsta styrkin hjá okkum. Hon hevur jú fingið eina rúgvu av málum nógvu tey síðstu árini, og tað eru nógvir dystir, har hon rættiliga hevur hildið liðnum uppi. Haraftur­ at haldi eg eisini, at liðið spælir skjótan og góðan hond­ bólt, samstundis sum vit hava ein sera góðan mál­ mann. Bára heldur tó hinvegin, at manglandi royndirnar kunnu gerast ein trupulleiki. ­ Nú eru nógvir rættiliga ungir leikarar við á liðnum, og tí kunnu manglandi royndirnar sjálvandi gerast ein trupulleiki, heldur tann bert 15 ára gamla Bára Mortensen at enda. VB hevur sum sagt verið í millum sterkastu liðini í landinum í hesi øldini, og tí verður eisini væntað, at VB enn einaferð fer at enda í millum tey ovaru liðini í ár. Tað kann tó sjálvandi vera ein trupulleiki, at fleiri av royndu leikarunum eru givnir, men um Gurið Mort­ ensen verður fastur fúsur á liðnum í vetur, so er eingin ivi um, at liðið kann fara at gera seg galdandi heilt har frammi í bestu deildini hjá kvinnum. Stór frágongd í Vági VB hevur mist fleiri av mest royndu leikarunum til nýggja kappingarárið, og tí verður tað eitt nýtt ættarlið av ungum leikarum, sum skulu taka yvir. Harafturat er væntandi, at Gurið Mortensen fer at styrkja um liðið til fleiri dystir í vetur. Mynd: Álvur Haraldsen