Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 188 - 28. september 2007 Spennandi starv sum fíggjarfulltrúi í Nærverkinum Nærverkið søkir fíggjarfulltrúa til Meginskrivstovuna at byrja skjótast gjørligt. Talan er um eitt nýtt, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har tú fert at arbeiða í einum dynamiskum toymi saman við tveimum øðrum fíggjarfulltrúum. Nærverkið er við sínum 1400 starvsfólkum eitt tað størsta arbeiðsplássið í Føroyum, og vit reka virksemi fyri uml. 460 mió. kr. árliga. Nærverkið er í støðugum vøkstri, og stórar uppgávur innan fíggjarøkið liggja fyri framman. Førleikar: Tørvur er tí á einum fíggjarkønum persóni við hegni til at skapa framtíðarloysnir, og sum evnar at framleiða vitan sum grundarlag fyri støðutakan og leiðslukunning. Viðkomandi útbúgving frá hægri læristovni er ein fyrimunur. Harafturat hevur tú royndir innan fíggjarstýring, ert álítandi og nærlagdur, og tú dugir væl at orða teg skrivliga á føroyskum. Starvið er skipað við beinleiðis tilvísing til stjóran í Nærverkinum. Setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Nærverkið, tænastustaðurin í løtuni er Meginskrivstovan. Meiri fæst at vita við at venda sær til Mary J. í Garði, stjóra, á tlf. 36 00 00. Umsøkn: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til: Nærverkið Meginskrivstovan Postsmoga 3037 110 Tórshavn Stílað: Mary J. í Garði, stjóri Umsóknarfreist: 22. oktober 2007 Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 36 00 00, Faks 36 00 01, meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo sansir.fo Starvslýsing Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Um- framt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Les meira á www.naerverk.fo / leys størv Meginskrivstovan atlantic.fo Marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways Tel 34 10 00 · Faks 34 10 01 Spennandi og avbjóðandi starv sum Atlantic Airways skal hava nýggjan marknaðarleiðara. Leiðarin hevur ábyrgdina av allari marknað- arføring og sølu hjá felagnum og skal í sam starvi við stjórn felagsins menna eina marknaðar- og sølustrategi, ið skal tryggja at felagið fram haldandi menn ist. Marknaðarleiðarin verður partur av leiðslu- bólkinum og skal saman við hesum vera við at tryggja kappingar føri felagsins. Marknaðarleiðarin hevur ta strateg isku menningina av deildini um hendi, skal leggja ætlanir fyri átøk, implementera verk ætlanir, røkja samskifti við viðskiftafólk, røkja og menna samskiftið við samstarvsfelagar heima og uttanlands. Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur innlit og royndir innan vinnugreinina, altjóða royndir, og hevur útbúgving innan marknaðarføring og sølu. Viðkomandi skal hava góð evni at samskifta, bæði í skrift og talu, hava góð evni at skapa og viðlíkahalda netverk, umframt duga at síggja góðar inntøkumøguleikar. Talan er um eitt krevjandi men spennandi, avbjóðandi og mennandi starv. Neyðugt er at hava hug og umstøður til lutfalsliga nógva ferðing uttanlands. Lønin verður ásett eftir avtalu. Um fl eiri upplýsingar ynskjast, kanst tú venda sær til Magna Arge, stjóra, tel 341000, magni@atlantic.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. oktober 2007, og skal sendast til: Atlantic Airways Starvsfólkadeildin FO-380 Sørvágur Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at fokus altíð er á trygd, stundvísi, kundan og úrslitið. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarfl ogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Árligi umsetningurin í 2006 var 519 milliónir krónur. Atlantic Airways hevur fi mm fl ogfør og tríggjar tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og granna- londunum Onglandi, Skotlandi, Hetlandi, Íslandi, Grønlandi og Noregi. Harumframt er virksemi víðfevnt í øðrum londum við leigufl ogførum, og umleið helvtin av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrludeildin røkir ferðasamband til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore fl úgving í Norðurhøvum. sansir.fo