fríggjadagur 28. september 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 • 28. september 2007
Vikuskifti
4
Í oysregninum kemur hon
súkklandi inn á Skt. Hans Torv í
danska høvuðsstaðnum. Heystið
er so smátt byrjað at gera um
seg, men Katrin Olsen hevur latið
seg í eftir veðrinum. Regnklæði,
gummistúvlar, hettu á høvdið og
ein hjálm útyvir.
Har er ikki so nógv roks.
Ófantaliga veðrið loyvir heldur
ikki nógvum roksi, og tí gera vit
av at seta okkum inn á nærmastu
kaffistovuna at práta um tað, vit
avtalaðu kvøldið fyri umvegis
telefonina: privatpersónin Katrin
Olsen. Katrin játtar og sigur
samstundis, at tað illa ber til at
tosa um hana, uttan at tosa um
rógving, tá rógvingin fyllir so nógv
í hennara gerandisdegi.
Byrjaði í spølni
Hóast rógvingin í dag fer við
nógvari tíð og orku, so var tað
ikki fyrr enn í øðrum flokki í
Studentaskúlanum í Hoydølum, at
Katrin byrjaði at rógva.
– Vit vóru nakrar gentur, sum
hildu tað vera stuttligt, um vit
fóru at rógva, og tað gjørdu vit
so, greiðir Katrin frá. Hóast nógv
fjant og fjas ivaðist hon ikki, tá
hon sat við árini í hondini.
– Longu eftir fyrsta takið dámdi
mær tað, sigur hon smílandi.
Seinni sama ár løgdu nakrir eldri
rógvarar teimum lag á. Tá kom
meira álvari í; tað gjørdist seriøst
og síðani hevur tað at kalla
bara gingið ein veg hjá Katrini:
frameftir.
Fyrstu ferð Katrin stóð ovast
á heiðursmerkjaskamlinum var í
1997.
– Tað vóru so nógvir faktorar,
sum spældu inn, men í síðsta
enda riggaði alt. Tað var heilt,
heilt fantastiskt, og vit vóru
sansaleyst svakar í gleði.
Tvey ár seinni gjørdist hon
aftur føroyameistari, tá hon var
við at vinna allar róðrarnar við
Jarnbardi.
Ørskapur í føroyskari
rógving
Hesi og nógv onnur góð minni
hevur Katrin í føroyskum kapp
róðri, sum sambært henni er
nakað serstakt.
… um heimlongsul
– Tað havi eg inn í millum. Ofta serliga um heysti, tá
kappingarárið er av og gerandisdagurin broytist. Tað hendir
seg eisini meiri enn so, at eg droymi meg heim og hugsi, at
hvat hevði tað ikki verið stuttligt at gjørt tað og tað í Føroyum.
Men mær dámar væl í Danmark.
Katrin um politikk
– Eg eri rættiliga hopileys, tá tað kemur til politikk. Eg
eri sjáldan á val niðri, tí eg haldi tað vera ábyrgdarleyst
bara at velja onkran. Men eg veit tó hvør løgmaður er og
hvør forsætisráðharrin er. Og so veit eg eisini, at danski
mentamálaráðharrin eitur Brian Mikkelsen, tí hann plagar
at ynskja okkum tillukku.
Ítróttarprofilurin
Rólant Waag Dam
blaðmaður
rolant@sosialurin.fo
Tað byrjaði sum fjant og fjas, tá
hon gekk á studentaskúlanum í
Hoydølum, men tað endaði við
World Cup-sigri, bronsu í heims-
meistarakappingini og luttøku á
Olympisku leikunum. Katrin
Olsen lesur medisin í Danmark og
klárar kortini at venja ellivu ferðir
um vikuna
Læknalesandi Worl