Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 188 - 28. september 2007 - Kongafiskaveiðan liggur um eini 2.000- 3.000 tons um árið, men í sínari tíð, tá stovnurin var væl fyri, lá samlaða veiðan uppi á eini 20.000 tonsum. Líkt er ikki til, at hesin stovnur kemur fyri seg aftur í bræði, sigur Hjalti í Jákupsstovu Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjárkvøldið loysti hav­ rannsóknarskipið Magnus Heinason aftur. Á seinasta túri var skipið og kannaði støðuna hjá kongafiski, og hendan túrin stendur merking av toski fyri. Hetta eru árligir og reglu­ ligir túrar, sum verða gjørdir á hvørjum ári. Tá ið Sosialurin vitjaði á brúnni á Magnusi Heinasyni mikudagin, segði skiparin, Dánjal Jacob Lydersen, at lítið var at fáa av kongafiski á undarfarna túri. Tað er serliga trant­ kongafiskurin, sum hevur verið í minking í fleiri ár. Stovnurin stendur í stað á einum lágum støði. Ábend­ ingar eru ikki um, at hesin stovnur kemur fyri seg aftur í bræði. Hinvegin tykist, sum tann stóri kongafisk­ urin er hampiliga væl fyri, hóast minni fekst á tí fyrra kongafiskatúrinum í ár. Niðurfiskaður Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at trant­kongafisk­ urin, ið er tann fiskurin, sum í sínari tíð var ein part­ ur av grundarlagnum hjá djúpvatnstrolarunum, er illa fyri. ­ Veiðan liggur um eini 2.000­3.000 tons um árið, men í sínari tíð, tá stovnurin var væl fyri, fiskaðu vit eini 20.000 tons. Líkt er ikki til, at hesin stovnur kemur fyri seg aftur í bræði. Hann heldur ikki, at leiðir eru undir Føroyum, sum eru óroyndar eftir konga­ fiski. ­ Síðan vit fóru at fiska kongafisk við studningi fyri nógvum árum síðan, kunnu vit ikki rokna við, at nógvar ókendar leiðir eru eftir at royna. Hjalti heldur fyri, at tað var við almennum prís­ studningi, at djúpvatnsflotin slapp at gera enda á konga­ fiskastovninum. Støðan við svartkalvan­ um líkist støðuni við trant­ kongafiskinum, men leið­ arin á Fiskirannsóknar­ stovuni heldur, svartkalvin er meira tengdur at hitanum í sjónum. ­ Djúpvatnstrolararnir liggja nú meira á upsanum – og ikki í sama mun á teimum fiskasløgum, sum í sínari tíð vóru høvuðs­ grundarlagið undir hesum partinum av flotanum, sigur hann. Toskurin støðugur Tá ræður um ymisku fiskasløgini, verður tosað um fisk, sum ferðast millum havleiðir – og fisk sum ikki ferðast ella ferðast í minni mun. Vit vita, at pelagiskur fiskur hevur sítt ferða­ mynstur, og vit vita, at ann­ ar fiskur, sum eisini gongur uppi í sjónum, eitt nú upsi, er minni støðugur á ávísum leiðum enn botnfiskur sum toskur. Ofta hevur ivi verið reist­ ur um, hvørt toskur er so støðugur, sum fiskifrøð­ ingar vilja vera við. Men merkingar, sum Fiskiransóknarstovan hevur gjørt av toski í fleiri ár, benda á, at toskur er rættiliga støðugur á sínum leiðum. Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at av teimum mongu tosk­ unum, sum merktir eru undir Føroyum gjøgnum árini, er bert eitt lítið fátal fingið aftur í øðrum lond­ um. ­ Talan er bert um nakrar heilt fáar fiskar, sum eru fingnir aftur í havøkjum hjá okkara grannalondum. Hann sigur, at teir merktu fiskarnir, sum eru fingnir aftur, eru veiddir aftur í føroyskum sjógvi. ­ Tað er tí einki í okkara kanningum, sum bendir á, at toskurin flytir seg nógv, sigur Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknar­ stovuni. Nú um dagarnar byrjaðu sviar at fiska hummara, og í Gøteborg er tað vorðið til traditión, at fyrstu nøgd­ irnar, sum seldar verða á marknaðinum, fara fyri himmal høgar prísir. Soleiðis fór fyrsta kiloið av hummara á marknaðinum fyri ikki minni enn 2060 svenskar krónur. ­ Tað er traditón hjá okkum at keypa fyrstu nøgdirnar av hummara. Kosta, hvat tað kosta vil. Hetta sigur Richard Magnusson, sum umboðar stóra fiskakeyparan í Gøteborg, Nordsjøfisk. Í fjør var metprísurin 1.380, tá fyrstu nøgdirnar av hummara vórðu seldar. Á marknaðinum hesaferð vóru tað 10 keyparar, sum lógu fram við at fáa hendur á fyrstu nøgdini av hummara. Tá kiloprísurin var komin upp á hesar 2060 krónurnar, góvust hini at bjóða og Nordsjøfisk stóð eftir við hægsta boðnum. ­ Hummarin, sum vit keyptu, verður seldur til Stockholm. Tað eru Resturant Lejontårnet og ein »ekslusivur« fiskahandl­ ari, sum hava keypt humm­ aran, sigur Richard Magn­ usson. Kongafiskurin er niðurfiskaður Hummari fyri 2060 krónur fyri kilo - Við almennum prísstudningi beindu djúpvatnstrolararnir fyri trant-kongafiskinum, sigur Hjalti í Jákupsstovu. Myndin av Rasmussen Effersøe er tilvildarlig Mynd: Vilmund Jacobsen Merkingarnar av toski hjá Fiskirannsóknarstovuni siga, at fiskurin ikki ferðast millum havleiðirnar hjá okkum og øðrum. - Talan er bert um nakrar heilt fáar fiskar, sum eru fingnir aftur í okkara grannalondum, sigur Hjalti í Jákupsstovi Mynd: Vilmund Jacobsen Skal sita í varðhaldi Býarrætturin í Reykjavík avgjørdi í gjár, at ein maður, sum varð tikin í sambandi við tað stóra rúsevnamálið, skal verða sitandi í varðhaldi. Maðurin, sum er í tríatiárunum, varð tikin á bryggjuni á Fáskrúðsfirði, tá stuttleikabáturin við rúsevninum kom hagar. Maðurin góðtók ikki at sita í varðhaldi, men býarrætturin sigur, at hann skal sita til tann 18. oktober. Men ta avgerðina vil maðurin heldur ikki góðtaka, so nú skal málið í hægstarætt. Veðrið krevur nýggjar vinnur Um vikuskiftið er ein serlig vinnuráðstevna í grønlendsku bygdini Qaanaaq. Orsøkin er, at arbeiðsloysið er veksandi í kommununi, og harafturat gera broytingarnar í veðurlagnum, at umstøðurnar hjá veiðimonnunum gerast altsamt truplari. Tað er tí greitt, at skal fólkið støðast í Qaanaaq kommunu, er neyðugt at finna fólkinum annað arbeiði. Á ráðstevnuni skulu mboð fyri landsstýrið og tað privata vinnulívið skulu siga sína hugsan um málið.