Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 • 28. september 2007 Vikuskifti 9 Vit eru von við at lesa bløð, sum eru full av greinum. Men á myndini síggja vit eisini eina grein, sum er full av bløðum. Ein lesari var inni á gólvinum og spurdi, um hann ikki kundi fáa hesa greinina í blaðið. Jú, tað var gamaní. Og soleiðis hendi tað, at eitt blað fult av greinum eisini innihelt eina grein fulla av bløðum... Sam Hui er rættiliga á toppinum í Hong Kong, har hann er poppstjørna. Nú um dagarnar hitti Sam Hui pressuna fyri at skapa umtalu av einari stórar konsetr í desember. Við leopard troyggju, keppi og sjálvandi armbandið legði Sam Hui alla pressuna fyri sínar føtur. Jú, hann er sanniliga nakað fyri seg. Mynd: Polfoto skemt Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Tóm postboks Føroya Banki einki bræv fingið Dimmalætting Tann øvugta verð Munkarnir hótta hernaðarstýrið Sosialurin Tað spøkir Meira lív í bøkurnar á Sunda bókasavni Dimmalætting Fortíðin broytist ikki Ingi Olsen segði seg fyrst og fremst vera spentan til uppgávurnar, sum liggja fyri framman. Sosialurin Elementary, my dear Watson Ov nógvir pengar brúktir og ov fáar inntøkur gevur eitt undirskot Dimmalætting Føroyskt ella danskt? Fíggjarmálaráðið kannar banker Sosialurin Spanski Moto-koyrarin Dani Pedrosa var yvirhálaður, tá ið hann varð við í Japan Motorcycle Grand Prix sunnudagin. Hesaferð var tað ikki ein av kappingarneytunum, sum yvirhálaði hann, men hansara egna motorsúkkla. Mynd: Polfoto Leyst og fast um stórt og smátt Nú skal man til Skælings fyri at finna ein, sum er oftari í karantenu enn Mikkjal Thomassen! Summir lærarar eru DANSANDI óðir um sanguppskotið hjá mentamálaráðharranum! Fólkaskúlin skal hava fleiri STREINGIR at spæla uppá! Formaðurin í Lærarafelagnum er í LUFTINI, men hann er jú eisini formaður í FLOGbóltsambandinum! KÍ-kvinnurnar fara at venja bonkpress í allan vetur, bara fyri at fáa mótstøðu! Hini kvinnuliðini burdu kanska stovnað eina ”Mótstøðurørslu”! Mennirnir hjá KÍ høvdu ”66-liðið”. KÍ-kvinnurnar fara nú at verða nevndar ”AFTER EIGHT” Dimma sigur, at Annita á Fríðriksmørk hevur mest talutíð í Løgtinginum, og at Sverre Midjord møtir ringast upp í tinginum. Hvat við, at Annita keypti TALUTÍÐ frá Sverra?? Leyst og fast um stórt og smátt King in the castle Ein grein full av bløðum Súkklan yvirhálaði Radioaktivitetur Frá fyrst í oktober verður nógvur radioaktivitetur í Miðlahúsinum í Vágsbotni, í sambandi við at nýggja radiostøðin verður tikin í nýtslu. Fyri at staðfesta at talan er um ein veruligan loftmiðil, kemur støðin at senda frá loftinum í Miðlahúsinum.