fríggjadagur 28. september 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 188 - 28. september 2007
Skulu hava góðan fisk
Tá tað norska matvørueftirlitið herfyri kannaði fiskin,
sum fiskahandlarnir seldu sum feskan fisk, vísti tað seg,
at tað so sum so við feskleikanum og góðskuni.
Samstundis vísti ein spurnarkanning, at nógv fólk aftraðu
seg við at keypa fiskin, tí tey høvdu ikki álit á, at hann
veruliga var feskur. Men nú hevur Helga Pedersen,
fiskimálaráðharri, sett sær fyri at fáa skil á hesum. Eitt
uppskot um at seta veiðidag og seinasta søludag á fisk er
farið til hoyringar.
Eingin flúgving
Tað var rættiliga nógvur vindur um tað mesta av Íslandi í
gjár, og onkur húsatekja fór. Tá veðurmenninir eharafturat
boðaðu frá óstøðugum viðurskiftum í luftini, gjørdu
flogfeløgini av at avlýsa alla innanlandsflúgving í gjár. Í
tí nógva vindinum vóru eisini boð eftir
bjargingartænastuni, tí eitt skip við motorskaða rak ímóti
landi nærhendis Ísafirði. Tað eydnaðist at fáa skipið og
teir átta menninar umborð til lands í øllum góðum.
- Næsta ár fer Tórs-
havnar Býráð at
hava eitt hall upp á
yvir 150 millónir og
fíggjarpolitikkurin
hjá meirilutanum í
Tórshavnar Býráð
er so ábyrgarleysur,
at hetta vilja vit ikki
leggja navn til, sigur
fyrrverandi borgar-
stjórin, sum nú er í
andstøðu
Fíggjarætlan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Í fyrstuni helt eg, at tað
var skemt.
Jan Christiansen, býráðs-
limur í Havn, trúði ikki sín-
um egnu eygum, tá ið hann
sá uppleggið hjá meirilutan-
um í býráðnum til fíggjaræt-
lanina hjá kommununi fyri
næsta ár.
Fyrrverandi borgarstjórin,
sum nú er í andstøðu í
býráðnum, sigur, at fíggjar-
politikkurin hjá samgonguni
er so ábyrgdarleysur, at het-
ta kann ikki takast sum ann-
að enn skilaleyst valagn.
Tí tók minnilutin tað
óvanliga stig á býráðsfund-
inum í Havn í gjárkvøldi, at
krevja tað ført í gerðabókina,
at minnilutin hevði als onki
havt við uppskotið at gera.
Umsitingin rýkur upp
Tað eru fleiri viðurskifti,
sum leypa í eyguni á fyrr-
verandi borgarstjóranum.
- Tað fyrsta, vit leggja til
merkis, er, at umsitingin hjá
Tórshavnar Býráð skal vera
heili 20% dýrari næsta ár,
enn hon er í ár. Sostatt skal
játtanin til umsiting hækka
úr 48 milliónir, upp í 58 mil-
liónir, ella heilar 10 millión-
ir.
Hann heldur, at hetta man
vera størsta hækking í søg-
uni, tí undanfarin býráð
hava altíð sæð eina dygd í
at hava eina lítla umsiting.
Hann hevur eisini lagt til
merkis, at næsta ár skal
Tórshavnar Kommuna til-
samans dýrka heilar 54 mil-
liónir, bara í sjálvum rakstri-
num.
- So nógv er raksturin
ongantíð hækkaður upp á
eitt ár, staðfestir hann.
Hann vísir á, at eitt nú er
ætlanin at seta heilar 46 mil-
liónir av á sjálvum rakstri-
num til at umvæla kommu-
nalar bygningar.
- Hetta er meiri enn fígg-
jarætlanin hjá eini miðal
kommunu og tað ætlar
meirilutin í Havn at brúka
til umvælingar. Tí er hetta
ikki ein játtan, sum hoyra
heima í rakstrinum, men
eigur at verða sett undir
íløgurnar.
Ongan livandi
møguleika
Men tað, sum ørkymlar
hann einamest, er, hvussu
stórar íløgur ætlanin er at
gera næsta ár.
- Í ár eru 155 milliónir
settar av til íløgur, men
higartil hava vit bert klára
at arbeitt fyri 80 milliónir.
Kortini er ætlanin at seta
heilar 256 milliónir av til
íløgur næsta ár og tað er
101 milliónir meiri enn í ár.
Leggja vit tær 70 milliónir-
nar afturat, sum koma at
hanga eftir frá í ár, skulu vit
gera íløgur fyri yvir 300
milliónir næsta ár.
- Tað er fullkomiliga veru-
leikafjart,
staðfestir
Jan
Christiansen.
Tilsamans fer Tórshavnar
Kommuna sostatt at kosta
742 milliónir at reka næsta
ár, tá ið útbyggingar eru
taldar við.
Í ár er fíggjarætlanin 590
milliónir. Sostatt er talan
um eina hækking upp á 152
milliónir.
Mugu taka stórt lán
Jan Christiansen sigur, at
eftir tí, hann hevur fingið
upplýst frá umsitingini hjá
býráðnum, fer inntøkan hjá
kommununi at vera 600 mil-
liónir næsta ár.
- Sostatt verður neyðugt
at fíggja góðar 150 milliónir.
Eitt sindur kann helst takast
av innistandandi hjá kom-
mununi, men tað mesta
verður neyðugt at læna.
Jan Christiansen heldur,
at hetta er serstakliga harmi-
ligur
og
ábyrgdarleysur
fíggjarpolitikkur, tí undan-
farin býráð hava lagt doyðin
á at betala skuldina niður
og nú er Tórshavnar Kom-
muna skuldarfrí, so at rentu-
útreiðslurnar kunnu mink-
ast, so at peningurin kann
brúkast til íløgur ístaðin.
- Tí er ógvuliga hugstoytt,
at sitandi meiriluti førir ein
so ábyrgdarleysan fíggjar-
politikk, at tað verður neyð-
ugt at taka stórt lán, sigur
hann.
Ongin virðing
Men nú ætlar meirilutin at
veita ymsar tænastur fyri
pengarnar. Eitt nú skulu
byggjast skúlar, stovnspláss
til eldri og verkløg til ítrótt.
Samstundis er ætlanin at
gera tað lættari hjá barna-
familjum og busskoyringin
verður framvegis ókeypis.
- At vit ikki hava frætt
um nakrar sum helst ætlanir
fyrrenn nú, Sosialurin for-
telur okkum tað, sigur alt
um, hvussu lítla virðing,
meirilutin í býráðnum hevur
fyri okkum í minnilutanum,
sigur Jan Christiansen.
Hann staðfestir, at sjálv-
andi er tað gott, at byggja út
og at veita borgarum tænast-
ur.
- Men vit mugu ikki gloy-
ma, at onki er ókeypis. Skal
tað verða ókeypis hjá teim-
um, sum koyra buss, merkir
tað bara, at allir skattaborg-
arar skulu betala. Og verður
tað bíligari at hava børn í
ansing, merkir tað bara, at
allir skattaborgarar skulu
betala so mikið meiri.
- Eitt er at byggja samfe-
lagið út, men tað er neyðugt
at gera tað við skili og at
raðfesta. Vandin við einum
so ábyrgdarleysum fíggjar-
politikki, sum meirilutin
førir, er, at tað bindur fleiri
býráð og fleiri ættarlið fram
í tíðina og skuldi tað hent,
at stígur kemur í búskapin,
verður tað eitt komandi
býráð, sum skal undir tað
pínufulla upptakið, at skerja
tænasturnar aftur, tí vit vita,
at tað er ómetaliga torført
at lækka ein rakstrarkostnað
aftur og at taka tænastur aft-
ur frá borgarum, sum teir
hava fingið.
- Tí er fíggjarpolitikkurin
hjá meirilutanum so ótrúliga
ábyrgdarleysur, sigur Jan
Christiansen.
Hann sigur, at avleiðingin
av hesum er, at enn meiri
ferð verður sett á búskapin
og tað fer at elva til stórar
príshækkingar, sum fer at
raka vanliga fólkið harðast.
- Tað er harmiligt, at
landsins
størsta
komma
føra ein politikk, sum setir
enn meiri ferð á búskapin.
Hann sigur, at vanliga
hevur Tórshavnar Kommuna
gjørt íløgur fyri 100 millión-
ir um árið og Tórshavnar
Havn hevur gjørt íløgur fyri
50 milliónir.
-Tað hevur verið hóskan-
di, tí hvørki fólkatal ella
barnatal veksur nakað ser-
ligt, sigur gamli borgarstjór-
in.
Eg helt tað vera skemt
Tað er ógvuliga harmiligt, at
Heðin Mortensen og meirilutin
í Tórshavnar Býráð ætla at økja
útreiðslurnar so nógv, at tað
næsta ár verður neyðugt hjá
Tórshavnar Kommunu at taka stórt
lán, akkurát, sum vit eru blivin
skuldarfrí, sigur gamli borgarstjórin,
Jan Christiansen