Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 188 • 28. september 2007 Heidi L. Petersen Uppvaksin í Kvívík, har bygdin var býtt í sambands- og tjóðveldisfólk. Gjørdist tí tíðliga tilvitað um politiska støðu og gjørdist limur í Unga Tjóðveldinum. Giftist til Vestmannar og kom inn í býráðið har. Sitið í organisatiónini hjá Tjóðveldisflokkinum í Norðstreymi, áðrenn kom inn á ting í 04’. flokkunum, ikki bara í okkara egna flokki. Heidi: At eingin kvinna er í stórum flokkum sum Javnaðar- flokkinum og Fólkaflokkinum er sera harmiligt. Tí vit samstarva á ein heilt annan hátt enn menn- inir. Kvinnur duga betri at fara beint til málið og loysa tað. Tað er ikki so týdningarmikið at fáa staðfest júst, hvør tað var, sum kom við loysnini og reypa um tað á røðarapallinum. Tað, at málið verður loyst, er tað týdningarmesta. Lisbeth: Eg havi verið einsamøll kvinna í samgonguni, og tað merkist. Hendan samgongan er farin, tað blívi eg við at siga, tí teir hava tosað um asfalt, grót og betong. Tað kann eingin nokta. Og harnæst hava teir tosað um fisk. Annita: Eitt dømi um vantandi kvinnur er barsilsskipanin, sum er degraderað tvær ferðir í hesum valskeiðnum. Hevði samgongan verið mannað nøkulunda 50-50, so hevði tað ikki gliðið so lætt ígjøgnum. Men tá tað kemur til tunnlar og keiir, verða pengarnir játtaðir. Tað vísir seg, at tað tekur fleiri ár at lækka stuðul til menn, meðan stuðul til kvinnur kann lækkast eftir einum degi. Heidi: Vit hava ein annan vinkul enn menninir. Vit hugsa øðrvísi, og loysnirnar eru ofta fjølbroyttari. Annita: Ikki tí, tað eru eisini nógvir ógvuliga sosialt tilvitaðir menn í tinginum. Lisbeth: Ja, men samfelagið er jú sett saman av monnum og kvinnum. Tað er tingmanningin ikki. Hvat kann draga kvinnur upp í politikk? Annita: Tað eru nógvar kvinnur, sum eru áhugaðar í politikki og sum vilja bjóða seg fram, men eingin hevur nakran kjans at koma inn, um man ikki verður profileraður. Lisbeth: Og eg haldi heldur ikki, at kjakið, sum sjónvarpið sendir beinleiðis út tinginum, er nakað, sum lokkar kvinnur til. Tað er ofta á lágum støði. Og so er tað sjálvkritikkurin, sum kvinnur hava í nógv størri mun enn menninir. Heidi: Men tað má eisini koma frá kvinnunum sjálvum. Tær mugu siga, at ”vit vilja gudsdoyð eisini kunna avgera, hvat okkara pengar verða nýttir til” Eg meini so við: Her sita 29 menn og bestemma hvat tínir pengar verða brúktir til. Er tað rímiligt? Lisbeth: Ja, vit mugu undir- strika, at samfelagið virkuliga hevur brúk fyri kvinnuligum politikarum. Heidi: Og flokkarnir hava skyldu at profilera tær. Annita: Men konufólk hugsa eisini, “nei, eg veit einki um fiskivinnu í Barentshavinum, so eg kann ikki fara uppí politikk”. Men um tú ert ein vanliga skila- góð kvinna, - ella ein vanliga skilagóður maður, so hevur tú tað, sum skal til, tí tú lærir jú allatíðina. Lisbeth: Og man er ósikkur í fyrstuni, men við tíðini venur tú teg við tað. Annita: Kvinnur mugu góðtaka, at í politikki verða tær ikki róstar fyri alt, sum tær gera. Men menninir á tingið taka orðið í øllum málum, eisini um teir ikki kenna málið út í æsir, og teir fáa sanniliga eisini sítt at hoyra, um teir siga okkurt skeivt. Men teir geva ikki upp fyri tað. Vænta tit, at tað koma fleiri kvinnur á ting eftir komandi val? Lisbeth: Eg vóni tað, men í løtuni haldi eg ikki, at tað sær út til tað. Tíverri. Heidi: Tað veldst alt um, hvussu væl flokkarnir fara at profilera kvinnurnar, nú upp til valið. Tað nyttar einki at fáa kvinnur til helvtina av listanum, og so bara loyva monninum at sleppa í sjónvarpið, sum onkur flokkur hevur gjørt. Tað gongur ikki. Lisbeth: Við valið í 2004, tá eg var floksleiðari, lovaði eg fleiri kvinnum at halda røðu í Norðurlandahúsnum. Aftaná fekk eg briksl um, at eg hevði ført nakrar “óbetýðiligar” kvinnur fram, og tað var ein av grund- unum til, at valið var so vánaligt. Annita: Eg sakni eisini at hoyra frá kvinnum, sum ætla at stilla upp til komandi val. Hevur tú eina meining um okkurt, sum átti at verið broytt, so ræður bara um at koma út við tí, so tú verður sædd. Bara navnið og ein yvirskrift gera stóran mun. Tí skjótt vera 500 lesarabrøv í øllum bløðunum, og tá druknar man í mongdini. Lisbeth: Men tað eru sjálvs- álitið og sjálvkritikkurin, sum ofta spæla inn. Og so er tað spurningurin um, hvussu tær skulu administrera tíðina við politikki og familju. Men vit mugu senda eina felags áheitan út til føroyskar kvinnur um, at vit veruliga hava brúk fyri fleiri kvinnum í tinginum. Heidi: Ja, tað kunnu vit skjótt semjast um! – Vit hava havt avbera gott samstarv hesi árini, vit hava sitið. Kvinnur samstarva á ein heilt annan hátt enn menn, tí hjá okkum er tað ikki so týdningarmikið júst hvør tað er, sum kemur við loysnini, bert málið verður loyst. Mynd: Jens Kristian Vang ” Vit vilja gudsdoyð eisini kunna avgera, hvat okkara pengar verða n‡ttir til! Eg meini so við: Her sita 29 menn og bestemma hvat tínir pengar verða brúktir til. Er tað rímiligt? Heidi