fríggjadagur 28. september 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 188 - 28. september 2007
Gevast í Svimjihøllini
Mánadagin skipar Nes kommuna fyri mótøku í
Veitsluhøllini á Vesturskin frá kl 15 til 17 í
sambandi við, at Harry og Emma Hansen gevast
eftir drúgva tænastu í svimjuhøllini.
Samband við kykmyndum
Sambandsflokkurin er nú farin undir at leggja kykmyndir á
heimasíðu floksins. Flokkurin sigur í tíðíndaskrivi, at arbeitt
hevur verið við hesum í eina tíð – og nú er fyrsta kykmyndin
løgd á heimasíðuna. Og hon er um Kyoto-avtaluna, sum
Sambandsflokkurin heldur eigur at setast í gildi fyri Føroyar.
Fleiri sendingar verða lagdar út og so við og við. Klippini
liggja á eini aðrari heimasíðu, ið kallast vimeo.com, har tað
ber til at gera viðmerkingar til innihaldið.
Næsta ár hækkar
raksturin hjá Tórs
havnar Kommunu
12 prosent. Afturfyri
fer tað at verða
nógv bíligari at
vera barnafamilja í
høvuðsstaðnum og
rættilig ferð skal set
ast á at byggja skúlar,
stovnspláss til eldri,
verkløg til ítrótt os.fr.
Fíggjarætlan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tórshavnar býráð hevur
stórar ætlanir og gongst
sum meirilutin ætlar, skal
nógv byggjast.
- Men tað er fyri at bøta
um tænastustøðið til borgar-
an, staðfestir Heðin Morten-
sen, borgarstjóri.
Tað sæst eisini aftur á
fyrsta uppskotinum til fígg-
jarætlan fyri næsta ár, sum
varð lagt fyri býráðið í gjár-
kvøldið.
Eftir ætlanini skal rakstur-
in hjá Tórshavnar kommunu
hækka 12% næsta ár, aftur
ímóti í ár.
- Ein partur av hesum er
til vanligan lønar- og prís-
vøkstur. Men samstundis
verður umsitingin vaksin
fyri at veita borgarum og
vinnulívi eina skjótari tæn-
astu.
Men næsta ár er ætlanin
at tað framhaldandi skal
vera ókeypis at koyra við
Bussleiðini.
- Tað gera vit í eini roynd
at tálma bilaferðsluni, sum
bara veksur og veksur, sigur
Heðin Mortensen.
Umframt at tað framvegis
skal verða ókeypis, er ætlan-
in at bøta um tænastuna,
við at økja talið á bussum
og harafturat skulu teir koy-
ra meiri og títtari
Bíligari hjá Barna
familjum
Men tað sæst eisini á upp-
legginum til fíggjarlóg, at
næsta ár ætlar Tórshavnar
Býráð at taka eitt rættiligt
tak fyri barnafamiljurnar.
- Sum er, gjalda foreldur
fyri dýrasta dagstovnapláss-
ið og fáa 25% í avsláttri av
restini. Ætlanin er at broyta
hetta soleiðis, at frá 1. jan-
uar, skulu foreldur gjalda
fyri bíligasta plássið og fáa
25% av restini. Harafturat
er ætlanin at lækka foreldra-
gjaldið fyri børn í ansing úr
30% til 25%,.
Samstundis ætlar býráðið
eisini at lætta um skattin
hjá foreldrum við at hækka
barnafrádráttin 500 krónur,
upp í 5.500 kr.
Á skúlaøkinum hækka
rakstraútreiðslurnar
fyrst
og fremst, tí fleiri skúlar
verða, men ætlanin er eisini
at hækka játtanina til undir-
vísingartilfar. Hetta verður
gjørt, tí tímatalið í yngru
flokkunum er økt.
Somuleiðis skal náms-
frøðiliga sálarfrøðilig ráð-
geving setast á stovn í Suð-
urstreymoy í samstarvi við
mentamálaráðið.
Hava bíðað alt
ov leingi
Heðin Mortensen sigur, at
meirilutin heldur tað vera
sera umráðandi at gera íløg-
ur í skúlar, eldrarøkt, heilsu-
røkt, vegir, kloakkir, vatn-
veitingar, ítróttar- og frítíð-
arvirksemi, fyri at bøta um
trivnaðin í kommununi
- Í hesum sambandi er
ætlanin skunda undir stóru
skúlabyggingarnar,
sum
hava ligið á láni í alt ov lan-
ga tíð.
- Hetta eru stórar íløgur,
men býráðið hevur valt at
taka eitt munagott tak, so
vit fáa hesar neyðugu skúlar-
nar bygdar, meðan vit hava
ráð til tað. Næstu árini fer
kommunan sostatt at nýta
hundraðtals milliónir krón-
ur til at byggja nýggjar
skúlar og til at raðfesta
skúlarnar, sum eru.
Borgarstjórin sigur, at
hetta er eitt arbeiðið, sum
longu er byrjað, við tað, at
nýggjur skúli er í gerð við
Løgmannabreyt í Hoyvík
og við tað, at nýggjur skúli
á Hamrinum á Argjum,
verður prosjekteraður.
Hóast Tórshavnar komm-
una staðfestir, at eldrarøkt
er landsmál, hevur landið
ikki gjørt nokk á hesum øki
og tí hevur býráðið gjørt av
at byggja eitt nýtt røktar-
heim Yviri við Strond.
- Við Karlamagnusarbreyt
í Hoyvík er ætlanin at bygg-
ja nýggja heilsumiðstøð,
sum partvíst skal avloysa
okkurt av gomlu og ótíðar-
hóskandi læknahølunum í
býnum, umframt at hon
partvíst skal nøkta stóra
tørvin á nýggjum kommu-
nulæknastørvum.
Harafturat er ætlanin, at
rennibreytin við atletikstad-
ion verður gjørt liðugt í
2008.
- Tá er høvuðsstaðurin til
reiðar at skipa fyri altjóða
kappingum í frælsum ítrót-
ti.
Umframt stóru íløguna í
rennibreytina, er ætlanin at
seta pening av tey næstu
árini til aðrar stórar íløgur á
ítróttar- og frítíðarøkinum.
Millum annað skal ítrót-
tar- og samkomuhøllin á
Hálsi høvuðsumvælast, og
nýggj
fimleikahøll
skal
byggjast við norðara enda á
Tórsvølli.
Bøta um ferðsluna
Meirilutin
í Tórshavnar
Býráð heldur eisini, at tað
er neyðugt at framtíðar-
tryggja veganetið í høvuðs-
staðnum, sum hann málber
seg.
Tí fer kommunan at roy-
na at samstarva við landið
um nýggjan innkomuveg til
høvuðsstaðin.
- Í hesum sambandi er
kommunan farin undir eina
miðvísa ætlan fyri, hvussu
vegirnir og nýggir vegir
kunnu bindast í nýggja inn-
komuvegin, men hetta ger,
at tað verður neyðugt við
íløgum í høvuðsveganetið í
nøkur ár fram, sigur borgar-
stjórin.
Hann leggur afturat, at
eitt stórt tak í hesum sam-
bandi er at fáa gott vega-
samband út á Argir.
Annars fer kommunan at
gera stórar íløgur í kloakk-
skipanina,
Tað næsta stóra takið hjá
kommununi, tá skúlabygg-
ingarnar eru komnar undir
land, verður íløgur í vatn-
veitingar og reinsiverk.
Heðin Mortensen ásan-
nar, at talan er um stóran
vøkstur, men hann sigur
stutt og greitt, at tað er neyð-
ugt at byggja út fyri at hava
eitt nøktandi tænastustøðið.
Hendan talvan vísir í høvuðsheitum, hvussu ætlanin er at
húsast í Tórshavnar Kommunu næsta ár. Tað sæst eisini,
hvussu stórar broytingarnar eru afturímóti í ár
Bíligari hjá familjum við børnum í Havn
Útreiðslur
2008
2007
Fyrisiting
58.000
48.300
Tekniskar veitingar
108.000
96.899
Skúlamál
45.000
39.087
Mentan og frítíð
29.000
27.330
Sosial og heilsumál
35.000
33.000
Barnaansing
135.000
122.253
Umsiting av bygningum
46.000
39.000
Nyútvegan av amboðum
3.500
0
Útskifting av amboðum
6.500
6.500
Útveganir
4.000
5.500
Summararb. hjá skúlaungdómi
2.000
2.000
Aðrar útreiðslur
10.000
8.565
Reguleringskonto
3.000
3.000
Rakstur íalt
485.000
431.434
Íløgur
256.000
155.000
Lánsgjøld
1.000
3.700
Íalt
742.000
590.134
Karmar fyri fíggjarætlanina 2008
Tað verður nógv virksemi í Tórshavnar kommun tey næstu
árini