fríggjadagur 28. september 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 • 28. september 2007
Vikuskifti
7
vur tú ongan kjans
Politikkur er kalt
umhvørvi
Hvussu er politiska spælið
handan leiktjøldini ?
Annita: Politikkur snýr seg um
vald, so har eru nógvir albogar.
Og skalt tú vera við, mást tú
spæla við teimum reglum, sum
eru, og fáa spískar albogar
beinanvegin. Tað er hart, tí knapp
liga verður tú niðurgjørd av fólki,
sum tú ikki hevði væntað tað av.
Tað er eitt kalt umhvørvi.
Lisbeth: Í hinum flokkunum
veist tú, at tú hevur mótstøðufólk.
Men tað ringasta er, tá tíni egnu
ganga ímóti tær. Tað er óbehagi
ligt. Men tað ein spurningur um
makt, og eg eri ikki drigin upp við
at skula brúka albogar, tí hevur
tað til tíðir verið ringt.
Heidi: Eg havi altíð kempað
fyri tí, sum eg havi trúð uppá, so
tað er ikki nakað nýtt fyri meg.
Men orðaskiftið kann vera øgiliga
hart og eisini persónligt. Men tá
fólk ikki hava nøkur argument, so
gerast tey persónlig. Tað má man
bara vita. Ert tú nærtøkin, hevur
tú ongan kjans.
Lisbeth: Eg minnist, hvussu
hjartaleyst fólk tosaðu við meg,
tá eg var barn, og eg segði
hvør eg var. At enda svaraði
eg ikki, tá tey spurdu meg, tí
eg var so bangin fyri at hoyra
okkurt niðrandi um pápa ella
abba. Og tað hongur við. Eg
havi verið ræðuliga kedd um,
at míni nærmastu skuldu hoyra
fyri okkurt, sum eg havi sagt ella
gjørt.
Annita: Fyrsta tíðin eftir, at eg
kom inn á ting, var eisini hørð.
Knappliga byrja fólk at skriva
hvassorðað lesarabrøv og niður
gera teg.
Lisbeth: Ofta er tað eisini órætt
víst.
Annita: Ja, órættvíst! Men tú
venur teg við tað eftir nøkrum
árum. Tú kanst ikki blíva kelað
ígjøgnum fleiri ár í politikki, tí um
fólk bara halda, at tú ert fitt, so
verður tú ikki afturvald.
Lisbeth: Tað er eisini sera ringt
at liva við kompromissum. Men
tey eru ein neyðugur partur av
politikki.
Hvussu tá tit hava søkt álitis
postar, hava tit verið noyddar at
arbeiða harðari enn menninir fyri
at fáa somu sømdir?
Lisbeth: Eg kom inn í Løgtingið
í 1990, og tá fekk eg hart og týði
liga at vita, at “vit, sum hava sitið
longst, velja fyrst”, og so fekk
eg tað, sum leyp av. Men tað er
broytt nú.
Heidi: Eg haldi ikki, at nakar
mismunur var hjá okkum. Øll
førdu síni ynski fram, og so varð
býtt. Eg haldi ikki, at tað var
munur á, hvat kvinnur og menn
fingu. Eg fekk í øllum førum tað,
sum eg ynskti mær.
Annita: Tá postar verða býttir
út, er tað alles kamp mod alle. Ert
tú lítillátin og eftirgevandi, fært
tú einki. Tá er líkamikið, um tú ert
maður ella kvinna.
Lisbeth: Fólk sum koma inn nú,
eru tilvitað um, hvat tey vilja hava.
Soleiðis var tað ikki fyrr. Eg hevði
stóra virðing fyri teimum eldru, og
eg gjørdi, sum teir søgdu. Men tað
eri komin yvir, og í dag hevði eg
tosað øðrvísi við teir.
Annita: Hjá okkum er tað ein
sjálvfylgja at hava kvinnur við,
eisini í landsstýrissessum o.t.
Men eg vil pástanda, at tað vera
dugnaligar kvinnur valdar. Tað
er ikki uttan krøv, at álitispostar
verða latnir.
Stórur tørvur á
kvinnum
Er tað nakrantíð soleiðis, at tit
hugsa: Her eru altso ov fáar
kvinnur?
Allar við ein munn: JA!!!
Lisbeth: Ofta, ofta.
Annita: Og tað
mangla kvinnur í øllum
Annita á Fríðriksmørk
Kemur ikki frá einum heimi, har politikkur var evnið við
døgverðaborðið. Foreldrini vóru ikki tjóðveldisfólk. Hon var 19
ár, tá hon gjørdist limur í Unga Tjóðveldinum, og 25 ár tá hon
kom inn í starvsnevnina. Eftir 10 ár í organisatiónini, kom hon
inn á Ting í 1998. Áðrenn tað stillaði hon upp til fólkatingsval
tvær ferðir. Sitið sum landsstýriskvinna við mentamálum. Eisini
verið bygdaráðslimur á Strondum.
➘
”
Men konufólk hugsa
eisini, “nei, eg veit
einki um fiskivinnu í
Barentshavinum, so
eg kann ikki fara uppí
politikk”
Annita