fríggjadagur 28. september 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 188 - 28. september 2007
Sjálvstýrisflokkurin
ætlar at sleppa
sær úr politisku
naggatódnini, sum
hevur verið lagnan
seinastu árini. Og
til tess at økja um
tingmannatalið hevur
flokkurin styrkt
listan í Suðurstreym,
har Kára á Rógvi
skal verða ein av
toppkandidatunum
UPPSTILLING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur leingi gingið sum
slatur, at Kári á Rógvi
skuldi stilla upp fyri Sjálv
stýrisflokkin til komandi
løgtingsval. Men tað hevur
ikki borið til at at fingið
hetta staðfest, serliga tí, at
høvuðspersónurin
sjálvur
ikki hevur viljað vátta tað.
Men tað tykist nú vera
mest sum fullvíst, at hann
verður eitt av valevnunum á
listanum.
Við tí fyrivarni, sum
liggur í tí veruleika, at
eingin uppstillingarfundur
hevur verið enn, kann sláast
fast, at so verður. Tað vátta
keldur, sum standa flokkin
um nær. Hesar somu keldur,
sum kortini vilja verða
ónevndar, siga eisini, at tað
er rættiliga sannlíkt, at ein
annar Kári, nevniliga við
eftirnavninum Petersen, eis
ini verður at finna á list
anum.
Men
hetta
vil
Kári
Petersen tó ikki vátta.
Tað er rætt, at eg havi
fingið eina uppringing frá
Sjálvstýrisflokkinum, men
tað er tað einasta. Eg havi
onga støðu tikið enn, hvørki
um eg fari at stilla upp, og í
so fall fyri hvønn eg stilli
upp, sigur Kári Petersen í
stuttari viðmerking.
Hann vil ikki koma inn á,
um hann fer at venda Javn
aðarflokkinum baki, men
tað er eingin loyna, at hann
hevur verið sera ónøgdur
við leiklutin, sum flokkurin
hevur havt í hesari samgong
uni, serliga tá tað kemur til
fiskivinnupolitikkin. Men
hann hevur altso ikki aðrar
viðmerkingar.
Styrkja miðøkið
Tá hugsað verður um,
hvussu nær flokkurin var
við at fáa mannin (sum
altso var ein kvinna) valdan
í Suðurstreym við seinasta
val, mugu vónirnar um betri
eydnu til komandi val vera
góðar í miðstaðarøkinum.
Nú hevur sum nevnt
eingin uppstillingarfundur
verið enn í Suðurstreymi,
men sambært Jákup Sverra
Kass verða bæði fyrsti og
annar fundur innan fyri
einar fjúrtan dagar. Og
tástaðni kann sigast við
vissu, hvussu tendensurin
fyri uppstillingini verður.
Men við Maluni Johansen
aftur á listanum umframt
nøkrum hampiliga tungum
dreingjum aftrat má metast
sannlíkt, at flokkurin kann
tryggja sær umboð í Suður
streymi. Og flokkurin vónar
vælsaktans, at hetta um
boðið ikki loysir eystur
oyartingmannin av, men
kemur sum eitt umboð
aftrat á ting.
Hóast vit høvdu fingið
lovað eina viðmerking frá
Kára á Rógvi, eydnaðist
ikki at fáa hana áðrenn
evstamark blaðsins.
Kári verður toppkandidatur
Við tí fyrivarni, at eingin uppstillingarfundur hevur verið enn, verður Kári á Rógvu ein av toppkandidatunum á listanum hjá
Sjálvstýrisflokkinum í Suðurstreymi til komandi løgtingsval
Hampiligt veður um vikuskiftið
Tað verður turt og sólarglottar at hóma um vikuskiftið, lovar
veðurmaðurin Petur Skeel. Leygardagin verður lítil vindur av ymsum
ættum. Tað verður haraftrat turt og sólarglottar, kortini við møguleika fyri
mjørkaflókum. Hinvegin verður rættiliga lýtt, millum 9 og 12 stig.
Sunnudagin veksur hann vindin nakað av útsynningi, men tað verður
framvegis turt og sólarglottar. Mánadagin veksur hann vindin uppaftur
meiri av útsynningi og suðri, men eg vænti at tað verður turt framvegis,
sigur veðurmaðurin. Týsdagin og mikudagin verður hvassur vindur við 10
til 14 hitastigum. Týsdagin verður turt, men mikudagin ælingur.
Eiga nú 100 milliónir í Føroya Banka
Sp/F 14, sum er tað felagið, sum fyrr átti Tórshavnar Skipasmiðju, eigur nú fimm
prosent av partapeninginum í Føroya Banka. Fríggjadagin keypti felagið 6.203
partabrøv afturat. Tilsamans eigur felagið nú 500.000. Partabrøvini í Føroya Banka
kosta í dag 220 kr. Sostatt er virðið á partabrøvunum hjá Sp/F 14 í Føroya Banka í
dag 110 milliónir krónur. Frammanundan hava feløg hjá Jákup á Dul og Tjaldur
(fyrrverandi Skipafelagið) keypt nakað oman fyri fimm prosent av parta
peninginum. Stjórar í Sp/F 14 eru Poul Mohr og Gunnar Mohr (samb. ársroknskapi
05). Eigarar, sum eiga meira enn fimm prosent av partapeninginum í Sp/F 14 eru
Mouritz Mohr og Gunnar Mohr.
Elfelagið hevur í
morgun havt eyka
umboðsmannafund
á Hotel Hafnia
at viðgera
ætlaðu bygnaðar
broytingarnar í
felagnum
BYGNAÐUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
SEV hevur ofta og títt verið
skundsett fyri at vera ein
afturlatin og byrokratiskur
felagsskapur, sum í mangar
mátar minti um stýrið í
gamla Sovjetsamveldinum.
Og tað er heldur eingin
loyna, at bygnaðurin ikki
samsvarar
við
nútíðina.
Ikki fyrr enn fyri góðum ári
síðani varð latið upp fyri, at
fjølmiðlarnir kundu vera til
staðar til umboðsnevndar
fundirnar, og stýrið, sum
tók við eftir seinasta bý og
bygdaráðsval
hevur
frá
fyrsta degi arbeitt við at
broyta bygnaðin, so hann
gerst meira tíðarhóskandi
og smidligari.
Broytingaruppskotið er í
sjey punktum, og tey eru:
1. Umboðsnevndin verð
ur broytt til aðalfund
2. Stýrið verður broytt til
nevnd
3. Einstøku økini velja
sín nevndarlim á aðalfund
inum
4. Avgerðir um fíggjar
ætlanir verða fluttar til
nevndina
5. Ognarviðurskifti og at
kvøðubýtið verða óbroytt
6. Kommunala veðhalds
skyldan verður strikað
7. Broytingar fáa virknað
frá 1. januar 2009
Í veruleikanum kann sig
ast, at bert tvey av punktun
um hava nakran praktiskan
týdning, harav punkt fýra
er kollveltandi. Har verður
skotið upp, at nevndin skal
taka avgerðir um fíggjar
viðurskifti felagsins. Tað
hevur umboðsnevndin ann
ars higartil gjørt, sjálvt um
stýrið í praksis hevur snikk
að hesar til hjá umboðs
nevndini at góðtaka.
Uppskotið er í tráð við
partafelagslógina og ger
eisini arbeiðsgongdina mun
andi smidligari enn í dag.
Fundurin var drúgvari
enn væntað, var ikki liðugur
áðrenn evstamark blaðsins.
Men
sum
skiltist
á
lagnum, fóru broytingarnar
at verða samtyktar. Upp
skotið hevur verið til hoyr
ingar hjá bæði FKF og KSF,
sum bara høvdu smávegis
viðmerkingar.
Eini 60 umboðsnevndar
limir vóru á fundinum.
SEV broytir bygnað
Leivur Hansen, formaður í
stýrinum fyri SEV